Ferðslan á teimum breiðu vegunum norðan fyri amerikanska býin Houston stóð at kalla still í gjár. Ikki tí at fólk ikki høvdu skund, men tí at tey sluppu ongan veg. Bilrøðirnar vóru upp í 150 kilometrar langar, og nógvastaðni sóust bilar, sum fólk høvdu verið noydd at seta frá sær, tí einki bensin var at fáa nakrastaðni.
-Myndugleikarnir vilja ikki senda okkum tok við brennievni, so eg kvíði fyri, at fólk fara at doyggja í bilum sínum, segði Bob Herbert, sum er dómari í býnum Fort Bend County í Texas, við CNN.
Onnur kærdu seg um, at tey høvdu ikki kunnað keypt bensin, sjálvt um nakað var at fáa, tí tey høvdu ongar pengar.
-Hetta er fullkomiliga burtur úr vóin og viti. Bankarnir eru stongdir, so eg fái ongar pengar, og handlarnir kunnu ikki veksla lønarkekkin hjá mær, tí teir hava ongar pengar eftir, segði ein illur Thomas Visor við sjónvarpsstøðina.
Myndugleikarnir sendu skúlabussar til Houston og aðrar býir, men tá fólk komu rennandi, fingu tey ongan ferðaseðíl, tí alt var útselt. Samstundis boðaðu flogfeløgini frá, at hvørt einasta setur var upptikið.
Í økinum fram við strondini í Texas er støðan uppaftur verri, Sagt verður, at tey, sum búgva har, fingu alt ov seint boð um at rýma undan "Ritu", og tá tey so loksins fingu boðini, var tað at kalla vónleyst at sleppa burtur, tí tá vóru bilrøðirnar longri norðuri longu fleiri kiloemtrar langar.
Viknað eitt sindur
Í gjár kunngjørdi amerikanska veðurstovan, at "Rita" var viknað eitt sindur. Men vindferðin var framvegis umleið 240 kilometrar um tíman ella einar 65 metrar um sekundið. Tað og tað lága trýstið fer ætlandi at elva til eina seks metrar høga flóðaldu, og harafturat kemur so regnið.
Tað vísti seg eisini, at ódnin hevði broytt kós eitt lítið sindur, og tað kundi bent á, at býir sum Houston og Galveston í Texas sleppa kanska eitt sindur lættari enn upprunaliga mett. Men hinvegin verður ódnin so mikið verri í eitt nú Port O'Connor í Texas og í Morgan City í grannastatinum Louisiana.
-Satt at siga haldi eg ikki, at nakar her kann kenna seg tryggan, segði leiðarin fyri tilbúgvingini í Texas, David Paulison.
Oljan og NASA
Texas er tann týdningarmesti oljustaturin í USA, men myndugleikarnir hava gjørt av at steingja allan útbúnaðin. Alt starvsfólkið er flutt av pallunum í Meksikanska Flógvanum, og oljureinsiverkini inni á landi standa still.
Rúmdarumsitingin NASA hevur høvuðsstøð í Houston. Eisini har eru tey flestu starvsfólkini farin til hús, og teldurnar, sum hava samskiftið við altjóða rúmdarstøðina ISS, eru sløktar. Ta uppgávuna røkja russar nú.