Grát, mítt elskaða land

Forlagið Sprotin hevur givið út skaldsøguna Grát, mítt elskaða land eftir Alan Paton


 

ÚTGÁVA

Skaldsøgan Grát, mítt elskaða land lýsir felags skuld og vinalag, sum hevjar seg upp um allar fordómar um suðurafrikanaran. Stephen Kumalo, ein aldrandi Zulu prestur, fer úr heimbygdini til Johannesburg og fær at vita, at einasti sonur hansara hevur myrt James Jarvis, ið er einasti sonur ein hvítan mann. Sorgartilburðurin knýtir menninar saman, og teir fara undir arbeiðið at gera enda á skilaloysinum.

Suðurafrikanski høvundurin Alan Paton, sum livdi frá 1903 til 1988, stovnaði Suðurafrikanska Frælsisflokkin og var formaður í honum frá 1953, til flokkurin varð bannlýstur í 1968 við lógini um bann fyri politiskt uppíbland.

Flokkurin var í andstøðu til apartheit-politikkin og vísti á gongdar leiðir í suðurafrikanskum stjórnarpolitikki, sum ikki vóru grundaðar á rasistiskan hugburð.

Eftir kríggið gjørdi Alan Paton eina ferð til Evropa og Amerika at kanna fongsulsviðurskifti. Á hesari ferð skrivaði hann skaldsøguna Grát, mítt elskaða land - tær fyrstu síðurnar á einum hotellkamari í Tróndheimi og tær seinastu í San Fransisco. Bókin varð prentað í 1948.

Finnbogi Ísakson hevur týtt Grát, mítt elskaða land

úr norskum. Skaldsøgan varð lisin upp í Útvarpi Føroya í 1988. Bókin fæst í bókabúðunum fyri 240 krónur.