Umboð fyri Føroya Lívstrygging siga ósatt

Føroya Arbeiðarafelag

Farna leygardag helt S&K felagið eykaaðalfund og vit hava frætt, at Heini Lützen vegna Føroya Lívstrygging greiddi frá lívstryggingarskipanini, sum teir kundu bjóða føroyskum fakfelagslimum og í hesum sambandi kom hann inn á lívstryggingarskipanina, sum Føroya Arbeiðarafelag fyri nógvum árum síðani teknaði í danska tryggingarfelagnum ALKA.
Heini Lützen segði á fundinum, at orsøkin til, at Føroya Arbeiðarafelag teknaði samhaldsføstu lívstryggingina fyri limir sínir hjá danska tryggingarfelagnum ALKA var at royna einkarrættarstøðuna hjá Føroya Lívstrygging og Tryggingarfelagnum Føroyar.
Tað, sum Heini Lützen her hevur ført fram er púrasta burturvið og tikið úr leysum lofti, tí orsøkin til at Føroya Arbeiðarafelag valdi at tekna samhaldsføstu lívstryggingarskipan sína hjá tryggingarfelagnum ALKA var, at hetta tryggingarfelag kundi bjóða felag okkara nógv betur treytir enn Føroya Lívstrygging kundi bjóða.
Fyri tað fyrsta var og er umsitingargjaldið hjá tryggingarfelagnum ALKA nógva ferðir lægri enn tað, sum Føroya Lívstrygging áleggur sínum viðskiftafólki.
Hetta var sjálvandi ein rættiliga avgerandi spurningur fyri felag okkara, tí jú lægri umsitingargjaldið er, jú størri verður upphæddin, sum eftir er til limirnar bæði tá talan er um eftirlønarskipan og lívstryg-gingarskipan.
Sum kunnugt hevur Føroya Lívstrygging, í hvussu so er til fyri nøkrum fáum árum síðani, álagt viðskiftafólkum sínum umsitingargjald, sum er heili 11%.
Fyri at samanbera við umsitingarútreiðslurnar hjá ALKA, so vóru hesar í 2004 2,9% av samlaðu tryggingargjøldunum.
Vit í Føroya Arbeiðarafelag mettu tað sjálvsagt vera okkara skyldu at tekna eina samhaldsfasta lívstrygging hjá einum tryggingarfelag, har limir okkara fingu mest møguligt burturúr, og hetta var uttan mun til, um tryggingarfelagið var heimahoyrandi í Føroyum ella uttanlands. Talan var tí als ikki um eina roynd at royna einkarrættarstøðuna hjá føroysku tryggingarfeløgunum.
Eitt annað, sum vit eisini løgdu avgerandi dent á var, at tryggingarfelagið ALKA kundi bjóða limum okkara eina skipan við útgjaldi í sambandi við álvarsliga sjúku, meðan Føroya Lívstrygging ikki kundi bjóða okkum somu sømdir.
Tað gingu tó ikki nógv ár, fyrr enn Føroya Lívstrygging kendi seg noyddan til at fylgja gongdini hjá danska tryggingarfelagnum og Føroya Lívstrygging fór tí at bjóða viðskiftafólkum sínum somu skipan við útgjaldi til tryggingartakaran í sambandi við álvarsliga sjúku.
At enda skal viðmerkjast, at Føroya Arbeiðarafelag sjálvsagt ikki fer at leggja seg út í rættin hjá S&K felagnum at skipa fyri eykaaðalfundi við dagsskrá sambært lógum felagsins, men tá umboð fyri Føroya Lívstrygging verður bjóðað til aðalfundin at greiða frá eftirlønar- og lívstryggingarviðurskiftum, so átti tað at verið sjálvsagt, at umboðsmaðurin hjá Føroya Lívstrygging heldur seg til sannleikan og ikki kemur við ósannindum um eina tryggingarskipan, sum hann helst ikki hevur førleika at úttala seg um.