útgangsstøðið í sambandi við eina møguliga komandi oljuvinnu má vera, at føroyingar í mest møguligan mun sjálvir vera við í øllum liðum í oljuvinnuni. Møguligt er í ávísan mun í ásetingum í útbjóðingartreytunum [...] verið við at gera treytirnar í sambandi við fyrsta útbjóðingarumfar. Hesar koma annaðhvørt at standa í sjálvum loyvinum í útbjóðingartilfarinum ella í kunngerðunum við heimild í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi [...] hava við í eini fyrstu útbjóðingarundu. Treytir og útbjóðing -Oljufeløgini hava serliga peikað á øki, sum eru eystan og sunnan fyri Føroyar - og í minni mun á øki, sum eru í ein útsynning úr Føroyum. Løgmaður
av stuðli, sum verður givin til feskfiskaflotan undir Føroyum. Landsstýrið læt ikki hetta brævið fara fram við. Ein nevnd, sum hevur ligið og sovið í eitt hálvt ár, var bráddliga samankallað, og ætlanin [...] vóru broytingar í verandi lóg. Hvat so víðari er hent vita vit ikki nágreiniliga, men vit vita at nakrir politikarar innan fyri samgonguna vóru settir til at snikka eitt uppskot saman, sum í høvuðsheitum [...] tað ikki eydnast okkum at fingið vikað. Tá man hevur yvirvág í styrki nýtist ikki at hava so góð argumentir. Tá er styrkin eisini eitt argument í sær sjálvum. Tað sóu vit eisini, tá samgongan skuldi finna
seg í. Men einki hendi. Útvarpið endurgav Petur Petersen fyri at siga, at avgerðin var tikin í samráði við felagið, og er hetta ikki satt. Eisini endurgav útvarpið Petur Petersen fyri at siga, at í Danmark [...] Danmark eru 28 næmingar í flokkunum. Til hetta er at siga, at vit búgva í Føroyum, og at landsstýrið meir enn eina ferð hevur boðað frá, at tað ikki vil samráðast við donsk fakfeløg. Dimmalætting sigur frá [...] ikki satt. Eitt nú stendur í orðabók M. A. Jacobsens og Chr. Matras undir samráð: »fælles beslutning«. Mánadagin tann 5. jan. løgdu vit arbeiðið niður fyri at vísa, at vit meina í álvara, tað vit siga. Men
fyri hondbóltsvenjarar úr øllum feløgum í Gundadalshøllini. Tað eru venjarar (lærarar) og næmingar frá Venjaraskúlanum í Aalborg, sum eru í Føroyum og hava venjing í feløgunum, sum halda skeiðið. Leygardagin [...] er skráin býtt upp í tríggjar partar: At byggja eina 3:2:1 verju upp, at byggja eitt mótálop frá einum leikara til alt liðið, og um tekniska verju og álopsvenjing. Sekstan leikarar í aldrinum 14-15 ár verða [...] verða brúktir í venjingini, sigur HSF at enda í tíðindaskrivi.
Magnus Ver Magnusson hevur verið í Føroyum tvær ferðir, seinast beint eftir jól, tá hann saman við Regini og dananum Flemming Christensen var við í kappingini »Heimsins kempur« í Havn og á Kambsdali. Regin vann [...] nóg góða venjing í Føroyum, tí mótstøðan ikki er nóg góð. Av tí sama fer Regin nú til Íslands at venja, so hann kann taka seg upp aftur meira fram millum heimsins risar. ? Eg havi fingið í boði at sleppa [...] rættiliga upptikin. Hann er við í onkrari kapping næstan annaðhvørt vikuskifti, sigur Regin, sum vísir á, at tað ikki er tí, at hann ikki hevur fingið góða hjálp í Føroyum, at hann nú fer til Íslands at
er sjálvandi eisini ein partur í hesi ætlan. Men eftir, hvat skilst verður ikki hugsað um tær stóru íløgurnar í Vestmannasund við tað fyrsta. ? Enn er ikki annað hent í málinum, enn at heimild er fingin [...] o.s.fr. ? Ikki bara samferðslu í sambandi við ferðafólkaflutning, men eisini samferðslu, sum hevur við vinnulív at gera. ? Tvs, at m.a. skulu havnaviðurskiftini í Føroyum kannast við atliti til vinnulívið [...] hevur umsitingin í Tinganesi ikki fingið nakrar politiskar ábendingar um at hon skal skunda sær at fyrireika arbeiðið at gera undirsjóvartunnil um Vestmannasund. Men Sigmund Isfeld, fulltrúi í samferðslumálum
Stutt eftir hetta, kom forsætisráðharrin út og tók í móti yvirlýsingini. Meðan veðurgudarnir vístu, hvat teir dugdu, og regnið oysti niður, kundi onkur í mannamúgvuni ikki bara sær og rópti: - Svín. Vanvirdi [...] treiv mannamúgvan í at syngja tjóðsangin. Nyrup fór inn og setti seg niður. Hetta helt ein av áhoyrarunum, vera ov mikið - Eg haldi tað vísir, hvørja vanvirðing, hann hevur fyri Føroyum og føroyingum, segði [...] yvirlýsingina? - So kann hann fara heim og skamma seg. Tí tað hann hevur gjørt, er eitt lógarbrot. - Í talu míni samanlíknaði eg Nyrup við Hitler. Hitler var hóast alt so mikið at sær komin, at hann fór
vóru búskaparmál og fiskivinnumál umrødd á einum ríkisfundi í Føroyum. Poul Nyrup Rasmussen segði, at teir høvdu tosað um, hvussu fiskastovnarnir í Norðuratlantshavi vóru fyri, og hvønn týdning teir hava fyri [...] harvið verður tað. Hann tóktist ikki vita, ella leggja í, at danir undir kreppuni settu krøv til føroyingar um, hvussu fiskast skuldi undir Føroyum. Og hóast forsætisráðharrin segði, at hann hevði tosað [...] slagi, sum hildin varð uttan fyri København, varð hildin í Tórshavn. Og sum skiltist, væntar danski forsætisráðharrin ikki, at stórvegis broytingar í felagsskapinum.
farnir í dýpdina í bankakanningini, men hava avgjørt at halda sambandið hesum viðvíkjandi. Men vit venda aftur til málið seinni. - Eg rokni tó við, at vit tosa eitt sindur meiri um málið á fundinum í morgin [...] n ikki nevnd við einum einasta orði. Tað einasta, í tí hann segði, sum kundi bent tann vegin var, at Edmund Joensen hevði greitt honum frá gongdini í føroyska búskapinum. Men heldur ikki Edmund Joensen [...] , og hvat teir í so fall høvdu tosað um. Til hetta svaraði Poul Nyrup, at hann var sera glaður fyri at staðfesta, at ríkisfelagsskapurin er annað enn bankakanning. - Fyri fyrstu ferð í fýra ár, hava vit
nakað og veruligt virksemi fer í gongd, so verður brúk fyri tí stóru ekspertisuni í Føroyum. Pauli Einarsson vísir eisini á týdningin, sum virksemi bygt upp í Føroyum kann fáa í aðrar mátar. Kemur t.d. eitt [...] Einarsson heldur, at tey feløgini, sum fara at vísa Føroyum áhuga, fara eisini at etablera seg her. Í hvussu er fara tey at stovna deildir í Føroyum. -Um tey fara at skráseta seg her beinanvegin er tó [...] eitt felag, sum er skrásett í ES, til Føroya at arbeiða, so kann tað arbeiða tvørtur um markið, tvs. at tað kann verða etablerað í Føroyum og samtíðis kann tað veita tænastur yvir á bretska økið. Tá fara