Viðmerkingin

Nú tað sær út til at lógin um mánaðarligan minstaforvinning er endaliga samtykt, fari eg at gera nakrar viðmerkingar til tað sum farið er fram, og kanska serliga tað, sum ikki er komið so nógv fram undir viðgerðini.

Í oktober mánaða, nærri útgreinað 24. oktober, sendi Føroya Reiðarafelag út eitt skriv, har gjørt var vart við, at skipini undir hesum felagnum góvu tað størsta íkasti til samfelagið og tí áttu rætt til bróðurpartin av stuðli, sum verður givin til feskfiskaflotan undir Føroyum.

Landsstýrið læt ikki hetta brævið fara fram við. Ein nevnd, sum hevur ligið og sovið í eitt hálvt ár, var bráddliga samankallað, og ætlanin var, at hon nú skuldi gera tað skitna arbeiði. Syndabukkurin vóru bátarnir undir mánaðarligum minstaforvinningi, og serstakliga bátarnir undir 15 tons. Tíbetur kendi henda nevndin sínar avmarkingar, og úrslitið var tí ein ávísing til ymsar møguleikar til at spara. At evna uppskot til mátti umsitingin sjálv klára. Eg skal strika undir, at tað sum nevndin viðgjørdi vóru broytingar í verandi lóg.

Hvat so víðari er hent vita vit ikki nágreiniliga, men vit vita at nakrir politikarar innan fyri samgonguna vóru settir til at snikka eitt uppskot saman, sum í høvuðsheitum er tað lógaruppskotið, sum í dag er samtykt á løgtingi og sostatt lóg.

Meginfelag Útróðrarmanna hevur fylgt við og gjørt sína ávirkan galdandi, og tað má sigast at nakrar kloddar hava vit fingið snøggað til so úrslitið sær frægari út, men sjálvt aðalmálið við hesum uppskotinum, nevniliga at lúka millum triðing og helvt av útróðrarflotanum partvís ella heilt burtur úr hesi skipan hevur tað ikki eydnast okkum at fingið vikað.

Tá man hevur yvirvág í styrki nýtist ikki at hava so góð argumentir. Tá er styrkin eisini eitt argument í sær sjálvum. Tað sóu vit eisini, tá samgongan skuldi finna eina undanførslu fyri at halda fast uppá krónuvirði sum gátt fyri at sleppa undir skipanina við mánaðarligum minstaforvinningi. Teir høvdu lisið í Sosialinum, at tað møguligvís komu fleiri nýggjar uppboðssølur, av hesum kom prísurin at verða javnur um alt landið. Ein undanførsla so jánkaslig, at hon best prógvar, hvussu lágt vitið hjá út-róðrarmanninum verður mett.

Og tað er ikki bert her vit berjast móti yvirvágini. Tá so Lønjavningargrunnurin gjøgnum Føroya Fiskimannafelag heitir á bátaeigarar um at nýta ávísan sáttmála, ja, so mugu vit ásanna gamla orðatakið: »Øll eru líka fyri lógini, men summi eru meira líka yvirfyri henni enn onnur«. Hetta hendir meðan sáttmálin hjá Meginfelag Útróðrarmanna, sum er lisin og tilpassaður verandi lóggávu av tveimum løgfrøðingum, verður tagdur í hel.


Tvøroyri 28/12

Chris Jan Michelsen