HONDBÓLTUR: Leygardagin og sunnudagin verður skeið fyri hondbóltsvenjarar úr øllum feløgum í Gundadalshøllini.
Tað eru venjarar (lærarar) og næmingar frá Venjaraskúlanum í Aalborg, sum eru í Føroyum og hava venjing í feløgunum, sum halda skeiðið.
Leygardagin verður venjing av málverjum, og sunnudagin er skráin býtt upp í tríggjar partar: At byggja eina 3:2:1 verju upp, at byggja eitt mótálop frá einum leikara til alt liðið, og um tekniska verju og álopsvenjing.
Sekstan leikarar í aldrinum 14-15 ár verða brúktir í venjingini, sigur HSF at enda í tíðindaskrivi.