Sjófrágreiðingin gav ikki nakað greitt svar upp á hendan spurning. Sjógvurin fyltist so skjótt og bráddliga í maskinrúminum, at eingin vón var um at halda skipinum lens. Hevði manningin ikki borið so skjótt [...] g hevur á nevndarfundi samtykt, at felagið vil virka fyri, at meira fæst at vita um hetta álvarsmál. - Vit hava staðfest, at mong eru, sum gita um ymiskar orsøkir til henda tilburð. Tað er á ongan hátt [...] hetta álvarsmál ikki er lýst til fulnar. Felagið hevur tí tikið málið upp við stjóran á Skipaeftirlitinum, Hans Jóhannes á Brúgv. - Hann upplýsti okkum, at Skipaeftirlitið longu nú ger ávísar kanningar av
middagsleitið var Sea King-tyrlan á vanlukkustaðnum, og tá sóu teir bjargingarbátarnar á havinum. Fay var ikki sokkin, tá tyrlan kom á staðið, men skipið hevði stóra slagsíðu. Sea King-tyrlan hevði kapasitet [...] menninir, sum vóru við skipinum, vórðu bjargaðir upp úr bjargingarbátum av einari Sea King-tyrlu. Skipið sendi út neyðarkall umleið klokkan 11. Í fyrstani ljóðaði, at 13 mans vóru við skipinum, men tá til stykkis [...] og allir eru bjargaðir og eru nú á hotelli í Honningsvåg. Tá teir sendu út neyðarkall, hevði Fay stóra slagsíðu og var við at søkka. Manningin segði, at teir vóru á veg í bjargingarbátarnar. Um middagsleitið
ernir av nýggja skipinum. Hetta sigur Igo, sum hevur tænt umborð á gomlu Norrønu í 14 sesongir. So hann er eisini ein av veteranun-um hjá Smyril Line. Henda fimtanda sesongin umborð á nýggju Norrrønu verður [...] Eg hevði longu sagt takk fyri meg og farvæl fyri seinastu ferð við tí gomlu Norrønu. Nú heitt varð á meg um at taka enn eitt summar vildi eg fegin vera við til at hjálpa Smyril Line sigur Igo Piqua, sum [...] Kyrrahavinum ella í Karibiska havinum. Igo, sum hósmorgunin saman við teimum umleið 300 fólkunum umborð á Norrønu, sá gomlu Norrønu fara framvið og úr eygsjón fyri seinastu ferð, heldur tað sjálvandi vera hugtungt
krøv. Fyrimunurin við skipinum er, at farmurin verður rullaður umborð og avaftur skipinum. Sostatt kann farmurin setast á ein vogn í Danmark, og farmurin verður allatíðina verandi á jørðini, til hann kemur [...] munandi. Tí ræður um at verða til reiðar, tá møgulig viðskiftafólk hava tørv á eini tænastu sigur Jónfinn Simonsen, leiðari á farmadeildini hjá Smyril Line. Smyril Line kann bæði flyta ferðafólk, farm og [...] Norrøna gongur eisini skjótt, og tí verður farmur, sum verður tikin umborð leygardag í Hanstholm, á Havnini mánamorgun. Hetta er eitt gott alternativ til aðrar flutningsmøguleikar við teimum fyrimunum
kallast Grindafossur og Alberg. - Vit eru sera spentir upp á hetta skipið, sum er serstakliga væl útgjørt, serliga tá hugsað verður um støddina á skipinum, sigur Gundur Sørensen og sipar eitt nú til, at skipið [...] stuttum, at sæð í mun til støddina á teirra lítla reiðaríi, so er talan um eina risa verkætlan, sum teir persónliga hava sett heilt nógv av peningi í. Nýggja Anru er á beding hjá MEST, har hon verður liðug [...] hava eisini tryggjað okkum eina rúgvu av fiskidøgum, so nú er at fiska. Vit verða sjey mans við við skipinum, og síðan hugsa vit um at koyra við hálvi aðru manning, tá vit eru komir ordliga í gongd, leggur
ábendingar á skipinum um at hon hevur verið umborð á skipinum - Tað ynski eg ikki at siga nakað um í løtuni, svarar løgreglumaðurin. - Er nakað komið fram í rannsóknini av bilinum, sum hald var lagt á? - Einki [...] revsimál. Hetta merkir, at løgreglan heldur tað vera alsamt meiri sannlíkt, at onkur hevur gjørt seg inn á 20 ára gomlu gentuna. Teir tríggir handtiknu menninir eru tó ikki skuldsettir fyri nakað, men eru handtiknir [...] villeiða løgregluna. Hann sigur eisini, at tað er væl møguligt, at onkur heilt annar enn manningin umborð á Polar Nanoq hevur samband við málið. Kortini væntar man, at skógvarnir hava ligið í Hafnafirði síðani
Norðborg frá partafelagnum Hvalnes í Havn. Eftirløn Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á nýggja reiðaranum á Norborg, men fyrrverandi reiðarin, Eiler Jacobsen, váttar tíðindini um, at Norðborg er seld [...] bróðir hansara, Sámal Jacobsen, ið mestsum allatíðina hevur verið skipari á Norðborg og sum somuleiðis eigur ein stóran part í skipinum, er vorðin sjúkur, og tískil er avgjørt at selja skipið. Spurdur, um tað [...] menn, kunnu fáa eina góða eftirløn. Hóast Norðborg nú er seld til Klaksvíkar, verður manningin á skipinum ikki arbeiðsleys. Eiler Jacobsen sigur, at nýggi reiðarin, Kristian Martin Rasmussen, hevur lovað
tíðindaskriv har sagt verður, at tamarhald er fingið á eldinum, sum var kyknaður í pakkirúminum í bakborðs síðu á skipinum. Eldurin var so ógvusligur, at skiparin gjørdi av at senda meginpartin av manningini [...] so langt úr landi, kundu tyrlurnar bert vera hjá skipinum í 20 minuttir. Rakt av eldi Bjargingarstøðin í Falmouth sendi beinanvegin út áheitan á øll skip á leiðini um at koma Athenu til hjálpar, og eitt [...] tíðindini siga, at tað framvegis brennur umborð á Athenu, men at eldurin er minkaður og at manningin hevur tamarhald á støðuni. Miðlahúsið fylgir gongdini á portalinum og í Rás2.
Skulu vit ganga eftir áhuganum fyri at gera seismiskar kanningar á føroyska landgrunninum, har ikki minni enn trý skip í løtuni skjóta seismikk á einum stórum øki, so má sigast, at vónirnar til at finna olju [...] leitingina á landgrunninum, at fleiri feløg vilja gera seismiskar kanningar her, og hetta kann eisini vera sera gott fyri 3. útbjóðingina, sum verður seinni í ár sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi [...] eigur. Skipið hevur ligið á Havnini í nakrar dagar og bíðað eftir betri veðri. Tað skal gera 2 D kanningar báðumegin markið. Glen Reuter, geofysikari hjá Chevron er við skipinum og hevur til uppgávu at tryggja
umborð á okkara skipum. Hetta sigur Hans Andrias Joensen, stjóri og reiðari á teimum báðum skipunum, Hercules og Athenu, sum Thor í Hósvík rekur. Tað var í farnu viku, at eldur kom í í pakkirúminum á Athenu [...] Group Faroes, sum eigur Athenu, í tíðindaskrivi, at eldur er aftur umborð á Athenu. Skipari og manning hevði annars tamarhald á støðuni, meðan skipið sigldi til lands. Teir gjørdu eitt fyrimyndarligt arbeiði [...] boða frá, at brandmenninir, sum komu frá landi til at taka yvir sløkkingina umborð á Athenu, hava mist tamarhaldið á støðuni, og sum tað sær út í løtuni, so stendur Athena nú ikki til at bjarga stóð í