Íslendska løgreglan kannar nú málið um horvnu Birnu Brjánsdóttir sum eitt revsimál. Hetta merkir, at løgreglan heldur tað vera alsamt meiri sannlíkt, at onkur hevur gjørt seg inn á 20 ára gomlu gentuna. Teir tríggir handtiknu menninir eru tó ikki skuldsettir fyri nakað, men eru handtiknir, tí løgreglan heldur, at teir hava meiri kunnleika til, hvat er hent ungu gentuni leygarmorgunin.
Teir tríggir hava sitið til avhoyr í nátt og í morgun og nú verða teir leiddir fram fyri ein dómara fyri at verða varðhaldsfongslaðir.
- Vit fara nú at hyggja gjølla gjøgnum tað, sum er komið fram í nátt og meta um støðuna, sigur Einar Guðberg Jónsson, løgeglfulltrúi við Morgunblaðið í morgun.
- Hava menninir, sum eru avhoyrdir, sagt nakað um Birnu, um teir hava hitt hana ella hvar hon er at finna?
- Vit vilja ikki siga nakað um tað í løtuni, varar Einar Guðberg Jónsson.
- Funnust nakrar ábendingar á skipinum um at hon hevur verið umborð á skipinum
- Tað ynski eg ikki at siga nakað um í løtuni, svarar løgreglumaðurin.
- Er nakað komið fram í rannsóknini av bilinum, sum hald var lagt á?
- Einki, sum vit kunnu staðfesta enn, sigur hann.
- Hevur kanningararbeiðið givið nøkur tekin um, hvar Birna Brjánsdóttir er?
- Nei.
Løgreglan hevur heft seg við, at kavi var undir skónum hjá Birnu Brjánsdóttir, tá teir vórðu funnir mánakvøldið. Hetta er undrunarvert, tí eingin kavi var í Reykjavík leygarmorgunin, tá hon hvarv.
Grímur Grímsson sigur, at møguliga hevur tað kavað oman yvir skógvarnar, men tað kann eisini hugsast, at onkur hevur stroytt kava oman yvir teir. Ongar ábendingar eru um, at Birna Brjánsdóttir hevur latið seg úr skónum, men Grímur Grímsson vil heldur ikki útilokað, at onkur hevur lagt skógvarnar í Hafnafirði, fyri at villeiða løgregluna.
Hann sigur eisini, at tað er væl møguligt, at onkur heilt annar enn manningin umborð á Polar Nanoq hevur samband við málið. Kortini væntar man, at skógvarnir hava ligið í Hafnafirði síðani leygarmorgunin, áðrenn Polar Nanoq fór frá bryggju.