Gullberg spøkir aftur

- Tað eru mong, sum undrast yvir, hvussu hetta kundi henda við Gullbergi, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

- Tað vóru mong, sum gjørdust ikki sørt skelkaði, tá tað frættist, at trol­arin Gullberg var sokkin. Tíbetur varð øll manningin bjargað, men miss­urin av skipinum er svárur, bæði fyri manning og reiðarí.

 

Tað skrivar Mið & Magn hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagnum í nýggjastu útgávu síni um hendingina í summar, tá ísfiskatrolarin Gullberg sakk. 

 

- Gullberg var eitt hampiliga nýtt skip, sum var í góðum standi og væl viðlíkahildið. Tí eru tað mong, sum undrast yvir, hvussu hetta kundi henda. Fyri okkum sjómenn er enn meiri undrunarsamt, at skipið sakk eftir so stuttari tíð.

 

Blaðið skrivar, at eingin ábending var um, at nakar leki var sæddur frammanundan.

 

- Sjófrágreiðingin gav ikki nakað greitt svar upp á hendan spurning. Sjógvurin fyltist so skjótt og bráddliga í maskinrúminum, at eingin vón var um at halda skipinum lens. Hevði manningin ikki borið so skjótt at, kundi ein stór vanlukka staðist av hesum.

 

Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur á nevndarfundi sam­tykt, at felagið vil virka fyri, at meira fæst at vita um hetta álvarsmál.

 

- Vit hava staðfest, at mong eru, sum gita um ymiskar orsøkir til henda til­burð. Tað er á ongan hátt nøktandi fyri okkum sum fiski­-og sjóvinnu­tjóð, at hetta álvarsmál ikki er lýst til fulnar.

 

Felagið hevur tí tikið málið upp við stjóran á Skipaeftirlitinum, Hans Jóhannes á Brúgv.

 

- Hann upplýsti okkum, at Skipaeftirlitið longu nú ger ávísar kanningar av hesum máli.

 

Líkt er ikki til, at samsvar er ímillum, hvussu skjótt skipið fyltist, og hvussu nógv kann renna gjøgnum tey ymisku sjósambond­ini. Hesi eru millum annað køli­vatnsinntak og lensiventilar.

 

- Vit mæltu til at fáa útgreinað, hvørjar umvælingar eru gjørdar á sjósambondini - líka síðan skipið varð bygt og at fáa samanhildið hesar upp­lýsingar við systurskipið Sjagaklett.

 

Føroya Skipara-og Navigatørfelag sigur, at felagið fer at fylgja málinum um skipsbrotið við Gullbergi upp.