halda, at boðskapurin hjá Móses er sannur, ja, beinleiðis frá sínum gudi. Tí at hetta er jú ein andalig sending. Boðskapurin, um at muslimar fara at yvirtaka heimin, er lættur at selja í hesum Osama døgum [...] Glistrup lýsa hana. Men hetta er pressuetikkur, sum Sosialurin átti at verið nóg at sær komin at skilja. Pressuetikkur er tó ikki galdandi fyri "Í víngarðinum". "Í víngarðinum" er ein sokallað andalig sending [...] maðurin gongur við sínum guði sum sannleiksvitni og spreiðir hatur. Hetta er í mínari verð vemmiligt og ódámligt. Men hetta er ikki eitt ókent fyribrigdi. Vit hava her í Føroyum fleiri av hesum hatursprofetum
um eitt samfelag er gott ella ikki, er uppskriftin sera einføld. Tú skalt bara hyggja at, hvussu hetta samfelag dugir at taka sær av sínum veikastu, ið ikki sjálv makta alt tað, ið er so nógv lættari hjá [...] vit vælsaktans eisini, hvat amerikanska marran man vera fyri nakað! Jú, lætt er at siga í fjálgu Føroyum og viga USA! Men samstundis er okkara samfelag farið at líkjast alsamt meira hesum, at tað ræður um [...] n avbjóðara hinumegin, ið mest er upptikin av teimum stóru tølunum – ikki minst teimum, ið fáa hansara egna kassatól at syngja. Millum annað frætta vit úr USA, at har er tað ikki ein sjálvfylgja, at samfelagið
“steiki hatta ljóðaði føroyskt”. Bara føroyingar halda, at vit kunnu ljóða ov føroysk. Vit eru løgin! Søgulig orð vs orð í dagligari talu Hvørt tað er rætt at nýta orð ella heiti úr eldri søgu er ein sera [...] heiti. So hví velja eitt heiti, sum ikki er livandi millum fólk? Vit siga jú heldur ikki Miklagarður um Istanbul, tí “Miklagarður” hoyrir eldri søgu til, og er ikki longur livandi millum fólk. Keyp tvey [...] kann bert vera ein orsøk til, at tað stendst málstríð av einum føroyskum atlassi. Tað er tá tann eini parturin er vaksin upp við donskum atlassi, og heldur tað tískil vera tað mest natúrliga, og eru broytingar
løgmansrøðuni - og hetta er so endurtikið aftur og aftur í m.ø. fjølmið-lunum, bæði áðrenn og aftaná at hann helt røðuna. Jú, so er, og tó koma, innan úr høvdi mínum, ella er tað úr hjartanum ella úr báðum [...] sjúkrahús uttanlands til viðgerðar. Jamen, sigur óivað onkur, er hatta ikki óført, hatta kann væl lættliga spara samfelagnum pening. Kann vera at tað er rætt, men hetta kann skjótt skapar ein ójavna, sum ger [...] skipanin er jú eitt beinleiðis alment sjúkuelvandi átak, sum at enda førðir deyða við sær! Tað kann aldri verða rætt, harra formaður, at vit halda á við at geva almennan stuðul, sum talan jú er um, til
landinum, hesaferð umboðað av nýggja fólkafloksborgarstjóranum, er bara til, tá ið tað er til egnan fyrimun. Seinasta “smarta” hugskotið er at skrykkja teppið undan okkara frálíku Vága Floghavn, tí nú vil [...] byggjast, hvar? Jú, í Havn. Eisini her hava Føroyar gjørt, og nú eisini goldið, eina undirsjóvarfarleið, soleiðis at tað í dag er ómakaleyst og skjótt at koma til og frá Vága Flogavn, sum í dag er í stórari [...] í Norðhavnina í samráð við flutningsfyritøkuna. Jú, tey eru røsk at føra fram, at Havnin er høvuðsstaður fyri okkum øll, men eg hugsi ikki, at hetta er galdandi í hesum trimum førunum, sum raka ávíkavist
hitta Nyrup? - Føroyskir politikarar skulu vita, at Poul Nyrup Rasmussen og danska stjórnin eru veruleikar, sum vit mugu taka støðu til. - Jú, politiskt er tað sera ómansligt soleiðis at mótmæla, tí tað broyir [...] ringasta ið kann henda ríkisfelagsskapinum er, at vit bara lata standa til, sum var eingin trupulleiki til, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at hetta er skilagott støði at samtala út frá, hóast hann [...] málsetning, ið annars er einasta amboðið vit hava, sigur Jóannes Eidesgaard. - Tí fara vit á fund við Nyrup, so vit kunnu tosa okkum til rættis. Hóast tað ivaleyst ikki verður so hugaligt, so er neyðugt at vit
senda teimum ungu. - Tá hatta er hugburðurin, hví í verðini skulu ung fólk so tíma at fara av landinum at úbúgva seg til sjónleikara? Tíbetur gera fleiri tað allíkavæl, men sum støðan er nú, nýtist ongum at [...] seinnu árini, men slíkt hendir jú ikki av sær sjálvum. Tað hongur neyvt saman við, at fólk hava verið uttanlands og nomið sær útbúgving í fakinum. Jú hægri støðið verður, jú størri krøv seta leikararnir eisini [...] nýggjar og yngri kreftir er ikki ringt at spáa um, hvat fer at henda við støðinum í føroyskum sjónleiki, heldur Ria Torgarð. - Vit skulu minnast til, at støðið í føroyskum sjónleiki er hækkað sera nógv seinnu
for fanin… Og her sær man jú, at liðugrættir og matur, sum ikki skal tilbereiðast, vinnur fram. Tað er jú pissi lætt – tær nýtist ikki eingongd at gera mat longur! Men tað er spell, haldi eg. Ein partur [...] laksin, so er hann ikki líka so feitur. Har eru eftir mínum tykki for nógv feitt í tí norska. Eg rokni ikki við, at føroyski laksurin hevur havt tað serliga nógv betri enn tann norski. Tað er jú sum høsnaungar [...] Har er slett eingin smakkur í. Eg veit heldur ikki hví. Kanska tí hann verður ældur í bassengum og ikki havi eins og tann føroyski. – Men hetta er mín persónliga fatan. Tað merkir ikki, at hetta er sannheit
negativa skriving. Hvørja uppgávu er litið tær upp í hendi, Napolium Magnussen, borgarstjóri í Miðvági, er tað ikki at verða borgarstjóri í Miðvági? Tað kann tykjast, sum tú er ein sannur serfrøðingur í ko [...] meining. Loypa úr stólinum Nei, tað var hatta briksli, sum tú kryddaði greinina við, sum fekk meg at taka pennin. Tú sigur, at tað er bara ein vegur, og tað er frameftir. Sjálvur haldi eg ikki tína kós [...] meta, at rætt er at leggja saman við Tórshavnar Kommunu, so verður tað okkara sak og ikki tín! Tað tykir mær, sum tú hevur latið teg velja til borgarstjóra við einum fyri eyga, og tað er at avreiða tína
Fótbóltur Eftir laka avrikið í Eysturríki er lítil ivi um, at setningurin hjá føroyska landsliðnum í kvøld er at reisa seg. Tað viðgongur Brian Kerr eisini, men landsliðsvenjarin vil tó ikki treytaleyst [...] Italia. So talan er um royndar spælarar, sum vita, hvat skal til á hesum støðinum. - Men eg rokni við, at teir kanska eru eitt sindur meira verjukendir, nú teir eru á útivølli. Teir byrjaðu jú framúr væl við [...] hann leggur dent á, at hóast Litava verður mett sum eitt av londunum, sum vit kunnu vinna stig frá, so er talan framvegis um ein sera truplan dyst. - Teir hava eitt gott lið, har spælararnir eru væl fyri kropsliga