Tað kendist sum at fáa vátan vøtt hjá yrkislistafólkum, tá Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, herfyri setti ein løgfrøðing sum forkvinnu í Mentanargrunni Landsins - stovninum, har flestu avgerðirnar verða tiknar um, hvørjar listaverkætlanir skulu stuðlast fíggarliga. Í grein her í blaðnum í farnu viku harmaðust umboð fyri myndlist, bókmentir og tónleik stórliga mátan, listarliga fakligheitin við hesum varð skúgvað til viks í einum sessi, sum hevur so stóra tyngd í føroyska listaumhvørvinum.
Eisini fyri yrkisleiklistina kennist samansetingin av nýggju nevndini í Mentanargrunninum sum ein dygg undirmeting av teirra faki, staðfesta yrkissjónleikararnir Súsanna Torgarð, Birita Mohr, Gunvá Zachariasen og Ria Torgarð, sum eisini mugu ásanna, at teirra listagrein als onki umboð hevur í nevndini longur.
Enn lægri status
At yrksileiklist ikki hevur serliga stóra virðing millum føroyskar politikarar er neyvan nøkur loyna, vísa tær fýra á. Tað hava ússaligu umstøðurnar hjá Tjóðpallinum leingi verið eitt sigandi dømi um. Men at hægsti mynduleiki á økinum nú alment hevur staðfest, at leiklistin ikki hevur uppiborið fakliga grundaðar metingar er beinleiðis skelkandi, halda tær.
Fyri Gunvá Zachariasen kann hendan avgerðin bara skiljast á ein hátt.
- Sum yrkisleikari í Føroyum skalt tú ikki vága tær at stinga nøsina ov langt fram. Tí fyri tað, um tú hevur eina fimm ára útbúgving í leiklist skalt tú ikki billa tær inn, at tú hevur nakrar førleikar fram um onnur, sigur ein speisk Gunvá Zachariasen, sum eisini heldur hetta vera eitt ómetaliga óheppið tekin at senda teimum ungu.
- Tá hatta er hugburðurin, hví í verðini skulu ung fólk so tíma at fara av landinum at úbúgva seg til sjónleikara? Tíbetur gera fleiri tað allíkavæl, men sum støðan er nú, nýtist ongum at undra seg yvir, hví tey ikki tíma at koma heimaftur, sigur hon og dylir ikki yvir, at hon sjálv meir enn eina ferð hevur umhugsað at stungið í sekkin.
Uttan nýggjar og yngri kreftir er ikki ringt at spáa um, hvat fer at henda við støðinum í føroyskum sjónleiki, heldur Ria Torgarð.
- Vit skulu minnast til, at støðið í føroyskum sjónleiki er hækkað sera nógv seinnu árini, men slíkt hendir jú ikki av sær sjálvum. Tað hongur neyvt saman við, at fólk hava verið uttanlands og nomið sær útbúgving í fakinum. Jú hægri støðið verður, jú størri krøv seta leikararnir eisini til sín sjálvs, men tann menningin steðgar jú til endan, um dugnaligu sjónleikararnir ikki tíma at vera her, sigur Ria Torgarð.
- Í staðin stimbrar hesin hugburðurin til eitt slag av jantelóg, sum bara kann verða við til at minka um virðingina fyri leiklistafakinum og geva tí ein enn lægri status, enn tað longu hevur í Føroyum, sigur Birita Mohr.
Trupulleiki á ovasta rók
At føroysk yrkisleiklist hevur ment seg so nógv seinnu árini, hevur eisini verið við til at stimbra áhugaleikin, eru tær fýra rættiliga sannførdar um. Tað er nevniliga ein misskiljing at halda, at hetta kjakið eisini er eitt stríð millum áhugaleik og yrkisleik. Í sjónleikaumhvørvinum liva áhugaleikararar og yrkisleikarar fínt lið um lið, tí tey har eru samd um, at hetta eru tveir ymiskir mátar at arbeiða við sjónleiki uppá.
- Tí skulu áhugaleikur og yrkisleikur heldur ikki metast út frá somu treytum. Tað krevur fakligt innlit at gera skikkaðar metingar av yrkisleiki. Viðurkennir man ikki tað, dugir ongin longur at skyna á muninum millum áhugaleik og yrkisleik. Úrslitið verður ein suppa av miðlamáta sjónleiki, har teir nýskapandi og skeivu vinklarnir mugu gjalda prísin, og tað hevur hvørgin av leikgreinunum ella áskoðararnir gleði av. Tvørturímóti, sigur Gunvá Zachariasen.
Súsanna Torgarð minnir eisini á, at við hækkaða leikstøðinum hava føroyskir áskoðarar lært at virðismeta dygdargóðan sjónleik.
- Tað er ikki har, virðingin trýtur. Tvørturímóti eru áskoðararnir altíð skjótir at koma við rósandi orðum og stimbrandi viðmerkingum. Tí er tað eisini bæði hugstoytt og óskiljandi, at virðingin fyri sjónleiki ikki er til staðar hjá hægsta mynduleikanum á økinum, har tú átti at vænta eitt ávíst fakligt tilvit ella í øllum førum eina virðing fyri innlitinum hjá øðrum, sigur hon.
Listafólk duga sjálvi
Í blaðnum herfyri róði Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, fram undir, at listafólk kanska ikki altíð eru tey best egnaðu at stýra í listaumhvørvinum. Hetta var eisini ein av orsøkunum til, at hon hevði tilnevnt ein løgfrøðing við drúgvum fyrisitingarligum royndum til formanssessin í Mentanargrunninum.
Útsøgnin hevur vakt stóra undran millum mong listafólk, og eisini í leiklistaumhvørvinum ivast tey í, um mentamálaráðharrin veit, hvat hon tosar um.
- Tey munnu vera fá, sum hava so drúgvar royndir í at fyrisita og skipa síni starvsviðurskifti, sum listafólk. Tey eru jú noydd til gera alt sjálvi, líka frá at skriva umsóknir og at leggja fíggjarætlan fyri sínar verkætlanir til at gera roknskapir og finna røttu sambondini, tí tey hava snøgt sagt ikki ráð at fáa fólk at gera slíkt fyri seg, minnir Gunvá Zachariasen á.
Eisini undrast tær fýra yvir, hví fyrisitingarligi parturin í Mentanargrunninum nú knappliga var vorðin ein trupulleiki fyri mentamálaráðharran. Ein skrivari hevur í mong ár tikið sær av fyrisitingarligu uppgávunum hjá grunninum, og tað hevur virkað fínt. Hinvegin hava listafólk leingi eftirlýst, at tann listafakligi parturin bleiv styrktur, men enn er onki hent á tí økinum.
- Sjálvandi skal fyrsitingin í grunninum vera í lagi, men tað er ikki uppgávan hjá einum fyrsitara at hugsa stórar kreativar tankar. Tað skulu listafólkini - væl kvalifiserað listafólk, sum hava listarligar visjónir og duga at meta um listarliga dygd. Tað er tað, vit hava brúk fyri, og í tí strembanini mugu fyrisitingarligu uppgávurnar koma í aðru røð, sigur Birita Mohr.