Um tú vilt finna útav, um eitt samfelag er gott ella ikki, er uppskriftin sera einføld. Tú skalt bara hyggja at, hvussu hetta samfelag dugir at taka sær av sínum veikastu, ið ikki sjálv makta alt tað, ið er so nógv lættari hjá teimum, ið eru sterkari. Hetta kann eisini sigast upp á ein annan máta, at tað snýr seg um at síggja, um hetta samfelag hevur eitt bankandi hjarta á rætta stað. Eisini ber til at siga, at tað ræður um at finna sosiala medvitið í samfelagnum, áðrenn tú kanst siga, um talan er um eitt gott samfelag ella ikki.
Í hesum døgum fylgja mong við, hvussu tað spælir av í amerikanska forsetavalinum, har valið sær út til at standa millum ein demokratiskan forseta við stórum sosialum medviti øðrumegin, og ein republikanskan avbjóðara hinumegin, ið mest er upptikin av teimum stóru tølunum – ikki minst teimum, ið fáa hansara egna kassatól at syngja. Millum annað frætta vit úr USA, at har er tað ikki ein sjálvfylgja, at samfelagið hjálpir til ella stuðlar borgararnar, og í fullum álvara sært tú fólk tala at, at landið hevur fingið eina heilsutrygd, sjálvt um hon enn er langt, langt frá tí, vit um okkara leiðir síggja sum eina sosiala sjálvfylgju. Hetta helviti av eini samfelagsskipan hava summi enntá givið navnið Guðs egna land! Og um onkrum eydnast at vinna í lívsins happadrátti, so milliónir og milliardir av dollaraseðlum fylla kassan, rópa tey tað fyri amerikanska dreymin. Íðan, so vita vit vælsaktans eisini, hvat amerikanska marran man vera fyri nakað!
Jú, lætt er at siga í fjálgu Føroyum og viga USA! Men samstundis er okkara samfelag farið at líkjast alsamt meira hesum, at tað ræður um at leggja inn undir seg sjálvan og so skíta á hini. Í øllum førum er tað signalið, ið verður sent borgarunum frá teimum ráðandi, sum í fullum álvara halda, at tað finst eitt serligt stað í himmiríki fyri tey, ið ikki tíma at hugsa um næstan – uttan tá rovini skulu býtast! Nei, tað man vera skeiv adressa, ha? Hesi vælbjargaðu á ovastu politisku rók, ið opinbart slett ikki vita av, at okkurt eitur lívsins skuggasíða, skuldu sloppið at livað fyri 54 krónur um dagin! So høvdu tey kanska hugsað sín fyrsta sosiala tanka í hesum lívinum og funnið útav, at hatta serliga plássið, sum bíðar í tí komandi, slett ikki er í himmiríki, men onkra heilt aðrastaðni…