Tað kann bert vera ein orsøk til, at tað stendst málstríð av einum føroyskum atlassi. Tað er tá tann eini parturin er vaksin upp við donskum atlassi, og heldur tað tískil vera tað mest natúrliga, og eru broytingar til føroyskt bert ein irriterandi provokatión móti tí etableraða og upprunaliga atlassinum – altso tað danska, sjálvsagt.
Eyðun borgar fyri góðsku
Mangan havi eg lisið tað, ið Eyðun á Borg skrivar, og haldi eg hann vera heldur víðgongdan við hvørt. Hinvegin haldi eg eisini, at hann er skemtiligur og beinrakin. Hvat so um hann kanska tekur rívan til við hvørt, ella ofta, tað gjørdu reyðsokkarnir eisini, og tað eydnaðist teimum heilt væl at seta gongd á kvinnurørsluna til frama fyri líkarætt. Onkuntíð er neyðugt við hvøssum meiningum og orðum. Eyðun og onnur við honum stríða eitt ótakksamt og neyðugt stríð. Tað var ikki lagaligheit og sómi, ið vann okkum føroyskt mál í kirkju og skúla, ella føroyskt flagg á sinni. Hvar aðrastaðni í heiminum hoyra fólk um egið mál, tað, sum vit gera her? Dømi: “’doyð sum tú ert føroyskur”, “steiki hatta ljóðaði føroyskt”. Bara føroyingar halda, at vit kunnu ljóða ov føroysk. Vit eru løgin!
Søgulig orð vs orð í dagligari talu
Hvørt tað er rætt at nýta orð ella heiti úr eldri søgu er ein sera trupul spurningur. Hvør sigur t.d. Burgundarhólmur fyri Bornholm (vit kundu skriva “Bornhólmur”, um tað skal vera føroyskt). Eg havi ongantíð hoyrt “Burgundarhólm” verið nýtt í teimum samtalum, eg havi havt, og eg havi hoyrt heilt nógv fólk siga Bornholm og ongantíð hitt heiti. So hví velja eitt heiti, sum ikki er livandi millum fólk? Vit siga jú heldur ikki Miklagarður um Istanbul, tí “Miklagarður” hoyrir eldri søgu til, og er ikki longur livandi millum fólk.
Keyp tvey atlas!
Hví gera eitt “føroyskt” atlas, um tað ikki má vera á føroyskum einans? Um neyðugt, skriva upprunaheiti (við q, w, z, x, c) í klombrum eftir føroyska heiti. Um tað ikki er til at halda út, so keyp eitt atlas aftrat á enskum, týskum ella donskum. Eg havi eitt framúrskarandi atlas frá “The Times” og tað føroyska. Tað føroyska atlassið gevur mær “tað føroyska”, sum eg ynski mær, meðan tað enska gevur mær alt annað. Hvør er trupuleikin? Gev okkum eitt føroyskt atlas, alt annað er meiningsleyst.
Við landafrøðisligari kvøðu
og vón um vanligt vit og skil