Fólk høvdu við spenningi sæð fram til seinasta dystin í ár millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum, men tað vísti seg skjótt, at dysturin ikki fór at gerast serliga spennandi. Til tað vóru kyndlakvinnurnar [...] kyndlakvinnurnar nógv betur upplagdar enn Neistaliðið, sum ongantíð fekk fótin fyri seg í dystinum. Dysturin hevði avgerandi týdning fyri bæði liðini. Taparin misti FM-møguleikan, og tað varð altso Neistin, sum [...] at spæla. Kyndil kann hinvegin gleða seg til ein sera spennandi dyst á Skála komandi leygardag. Í nógv ár hevur Neistin verið besta hondbóltslið hjá kvinnum, ikki bert í Havn, men í øllum landinum. Hetta
Tað sást, at tað var so sum so við spælihuginum hjá Kyndli, og tað er eisini skilligt, nú liðið einki hevur at spæla fyri. Men teir grønu tóku seg saman aftur og fór upp á 23-17. So var ov lítil tíð eftir [...] Kyndil vann mansdystin móti Neistanum við 27 málum móti 24. Munurin var ikki so stórur, sum fólk høvdu roknað við, men hartil skal sigast, at fyri Kyndil hevði dysturin einki at týða, meðan Neistin framvegis [...] um at yvirhála KÍF í botninum. Men tann vónin brast við ósigrinum sunnudagin. Kyndil byrjaði dystin nógv betri, sum sum heild var dysturin merktur av óruddi og nógvum avbrennarum, heldur enn vøkrum spæli
hálvleiki legði Sámal Joensen vestmenningar á odda 23-19, men so gjørdi Agnar Højgaard tvey mál og John Petersen og Alexandur Johansen hvør sítt, so at støðan gjørdist 23-23, tá ið 9 minuttir vóru eftir at [...] bæði liðini høvdu sett sær fyri at spæla skjótan hondbólt og at fáa nógv mál upp á kontraálop. Hetta førdi við sær, at tað ofta gekk so mikið skjótt fyri seg, at liðini mistu bóltarnar á veg í álop. Serliga [...] og komu upp á 6-5, men næstu 10 minuttirnar fingu vestmenningar 7 mál og strandingar bert tað eina, so at støðan nú var 13-7 til vestmenningar. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki gekk meira javnt á, og
at týna eitt fólk av »skaðadýrum« til fyrimuns fyri tey, sum eftir hansara ideologi vóru rasurein. Meðan »skaðadýrini«, sum Goebbels royndi sítt ítarsta til at týna, taldust í milliónum, so snúgva »rotturnar« [...] fjálgar um tey, sum eru væl fyri peningaliga, sum t.d. Ó. Breckmann og Rúna Sivertsen. Tað ljóðaði so flott so flott herfyri, tá Rúna Sivertsen í sambandi við hesa fólkaftrygging í útvarpi herfyri metti, at [...] vanligi føroyingurin hevur so nógvan pening um hendi, at hvørt húski er ført fyri at seta 1.000 kr. av hvønn mánaðin til at tryggja síni ellisár. Ikki tí, hetta at tann, sum hevur nógv, hann skal fáa meira,
fær bót, ikki kæra avgerðina fyri hægri rætti, hvussu misnøgdur hann so enn er við avgerðina. Óneyðugt at føra prógv Spurningurin er so, hvørja ávirkan ein føroyskur arbeiðsrættur fær. Sakførararnir hjá [...] hevur havt peningaligan miss. Somuleiðis fer málsviðgerðin at taka nógv styttri tíð. Hetta kann føra við sær, at arbeiðsgevarar nógv oftari fara at leggja sak. Og tá ið teir ikki skulu føra prógv fyri [...] at fyri rættartrygdina hevur tað týdning, at dómarar ikki tilvildarliga kunnu sigast úr starvi. Tí so er vandi fyri, at teir ikki fara at kenna seg heilt óheftar av tí myndugleika, sum setir teir í starv
brúka fleiri og fleiri fólk fyri at tryggja friðin undir fótbóltsdystum. ? Tað almenna skal ikki gjalda fyri vaktarhald undir fótbóltsdystum. Tað skulu feløgini sjálvi, og nógv av teimum eiga nógvar pengar [...] skoraði FCK-fólkini vistu øll, at teirra lið hevði ikki ráð at tapa dystin, tí so var teinurin upp til Brøndby vorðin so langur, at møguleikin fyri at vinna meistaraheitið var nærum burtur. Men tað sum [...] í seinna hálvleiki. Men so sló Brøndby aftur til. Toppskjúttin í donsku kappingini, Ebbe Sand, vann bóltin frá innskifta FCK-áleyparanum Thomas Thorninger á miðjum vølli, og so setti hann beina kós móti
Filmurin kravdi nógv av mær bæði likamliga og sálarliga. Kropsliga at eg skuldi vera sterk, og sálarligar at eg skuldi geva til kennar kenslur mínar, sigur Maria Ellingsen. ? Men hetta er kortini nógv øðrvísi [...] nevnliga bæði við í filmum og í sjónleikum. ? Tað er ikki nógv onnur sum hava tað uppá hendan mátan, sum eg havi tað. Men tað er heldur ikki altíð so lætt at fáa alt at passa saman. Nú fríggjadagin skal eg [...] uttanat, men so má eg eisini duga tað. Men av tí sama kunnu sýningarnar gerast ymiskar, alt eftir, hvussu áskoðarnir eru. Agnes Filmurin Agnes byggir á eina íslendska søgn frá 1830. Fólk í Íslandi kenna
Fólk, ið ikki javnan rógva út á Netinum, undrast ofta á, hvussu keðiligar nógvar heimasíður í veruleikanum eru. Og sammet við tað, vit kenna frá telduspølum, multimediaheitum og framkomnum tekst og la [...] grafikk og multimedia, Macromedia, ið vísir hvussu stuttligt tað kann gerast, tá vit fáa atgongd til nógv skjótari sambindingar. Shockwave Macromedia hveu upfunnið fleiri tøknir, ið ger tað lætt at gera [...] einum nýtist sjálvt forritið. Shockwave ger eina ógvusliga komprimering av data?unum og sendir tey so í smáum bitum út til móttakaran á telduni. Framman undan er bert neyðugt at hava downloadað og innstallerað
dag útflyta vit so gott sum ongan stert, samstundis sum eitt nú norðmenn selja klippfisk til Brasiliu, Spaniu og onnur lond fyri 2 miljardir um árið. Onkur sigur, at streymprísurin er so høgur, men vit [...] kongafiski og svartkalva í altjóða sjógvi á Reykjanesrygginum. Hví fáa vit so lítið burtur úr her? Óførir menn Men vit hava so sanniliga eisini glottar at vísa á í føroyskari fiskivinnu, har menn eru gingnir [...] nóg mikið verið hjá okkum at tikist við. Og so leingi vit framleiða minni fyri hvønn íbúgva enn okkara grannatjóðir, eru møguleikarnir, ið bíða eftir okkum, so mikið størri og avgerandi fyri framtíðarvánirnar
Føroyski arbeiðsmarknaðurin er ógvuliga flótandi. Fólk búgva í einari bygd og arbeiða í eini aðrari. Hetta hevur ført til nógv ivamál í Føroya Arbeiðarafelag. Ikki minst í sambandi við verkfallsgrunnarnar [...] verið rættast at samskipa reglugerðirnar fyri teir lokalu verkfallsgrunnarnar, so at tað slapst undan slíkum ivamálum, og so at ongin dettur niður ímillum, táið á stendur. Rættindi og skyldur fylgjast at [...] Runavík. Men hvat hendir nú, um tað verður verkfall? Úr hvørjum verkfallsgrunni skulu lorvíkingarnir so hava útgjald? úr kassanum hjá felagnum í Lorvík, har teir eru limir, ella úr kassanum hjá felagnum