Føroyski arbeiðsmarknaðurin er ógvuliga flótandi. Fólk búgva í einari bygd og arbeiða í eini aðrari.
Hetta hevur ført til nógv ivamál í Føroya Arbeiðarafelag. Ikki minst í sambandi við verkfallsgrunnarnar hjá teimum lokalu arbeiðarafeløgunum.
Á aðalfundinum í FA sum vikuskiftið varð spurningurin reistur - og avgjørdur.
Limur einastaðni, men arbeiða aðrastaðni
Tað var Randi í Jógvansstovu í Lorvík, sum reisti málið og fegin vildi hava greiði á hvar ið rættindi og skyldur lógu.
Hon nevndi, at tað var ikki óvanligt, at Lorvíkingar arbeiddu báði í Gøtu, í Fuglafjørði Runavík og í øðrum bygdum eisini.
Tvs, at teir lorvíkingarnir eru limir í fakfelagnum í Lorvík.
Men teir betala prosentgjald til tað felagið, har teir arbeiða, í hesum føri til felagið í Gøtu, í Fuglafjørði, ella í Runavík.
Men hvat hendir nú, um tað verður verkfall?
Úr hvørjum verkfallsgrunni skulu lorvíkingarnir so hava útgjald? úr kassanum hjá felagnum í Lorvík, har teir eru limir, ella úr kassanum hjá felagnum í Fuglafjørði, Gøtu ella Runavík, har teir betala prosentgjaldið.
Hon vísti á, at tað var skjótt hjá einum verkafólki at koma í klemmu.
Á aðalfundinum varð eisini nevnt dømi um fólk, sum vóru komin rættiliga illa fyri, tí tað varð ikki heilt greitt, hvaðani tey skulu hava sínar verkfalspengar.
Tað, sum Randi í Jógvansstovu vildi hava at vita, var m.a. annað, um tað ikki hevði verið rættast at samskipa reglugerðirnar fyri teir lokalu verkfallsgrunnarnar, so at tað slapst undan slíkum ivamálum, og so at ongin dettur niður ímillum, táið á stendur.
Rættindi og skyldur fylgjast at
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag segði, at hetta var ein gamal trupulleiki, sum hevði verið umrøddur fyrr.
Men hon skilti, at hetta var enn eitt ivamál nógvastaðni
Tí gjørdi hon púra greitt:
Rættindi og skyldur fylgjast at.
Tað vil siga, at ein arbeiðari skal hava verkfallspengar frá tí felag, sum hann betalir prosentgjaldið til.
Tað er ongin ivi um tað, segði Ingeborg Vinther.
Hon segði, at tað er ongin ivi um, at prosentgjaldið er eisini limagjaldið.
Og fyri at venda aftur til dømi úr Lorvík.
Hava vit ein Lorvíking, sum er limur í Lorvík, men sum arbeiðir í Gøtu, og betalir prosentgjaldið har, skal hann sjálvandi eisini hava sømdirnar í Gøtu, m.a. stuðul úr verkfallsgrunninum.
Tað ber ikki til at taka prosentgjald frá einum fólki, men so at nokta teimum sømdirnar, táið á stendur.
Men Ingeborg Vinther helt eisini, at tað hevði verið rættast at arbeitt fyri at samskipa reglugerðirnar fyri allar teir lokalu verkfallsgrunnarnar.