Landsliðið skal í ár spæla fimm undandystir til EM-endaspælið, sum verður í Hollandi og Belgia næsta ár. Av hesum eru heili fýra heimadystir ? móti Skotlandi og Bosnia/Hersegovina í juni, og móti Estlandi [...] einki A-landslið er til tær. Í 1995-96 vóru kvinnurnar við í altjóða kapping, har tær fingu bæði góð og ring úrslit. Hetta arbeiðið datt niðurfyri og er enn ikki tikið uppaftur. Í fjør høvdu føroysku kvinnurnar [...] Síðani Føroyar fingu limaskap í altjóða fótbóltssamgongunum fyri góðum tíggju árum síðani, er landsliðsvirksemið hjá Fótbóltssambandinum fleirfaldað, og árið í ár verður eisini nógv merkt av landsliðsvenjingum
Manningin á russiska trolaranum gekk og mól á Skála í drúgva tíð, áðrenn hon slapp avstað aftur. Skipið fór tó ongan veg ? har vóru eingir pengar at gjalda við ? hvørki til manning ella til skipasmiðjuna [...] havt nakran góðan og tað er synd at siga, at tað var ein vøkur sjón. Hartil skal havast í huga, at skipið var í sera vánaligum standi, so tað var sera smátt við áhugaðum keyparum. Men umsíðir eydnaðist [...] maðurin á Skála, Símun Pauli Berg, sigur í eini stuttari viðmerking við Sosialin, at hjá teimum var tað mest umráðandi at fáa skipið burtur. ? Vit hava verið í tí støðu, at skipið hevur ligið og gnaddað
so nógv meir í gjár, so er tað púra greitt, at hann er sera fegin um úrslitið. ? Jú, tað eri eg. Tað er eingin ivi um tað. Nevndin er eisini nøgd Eisini Bergur í Garði, nevndarformaður í Føroya Fiskavirking [...] felag - sum ein eind. ? Í sambandi við umskipanina, sum varð gjørd í 1997 var nógv tosað um at slíta virkini sundur, soleiðis. Hetta var ikki gjørt, og úrslitið av hesum síggja vit í dag. Vit hava eina v [...] blanda seg í marknaðaruppbýtingina. ? Tað rúka nógv arbeiðspláss og nógvir pengar niðurímillum tá fiskur verður sendur óvirkaður av landinum og tað haldi eg er skeivt. Fiskurin kundi verið virkaður í Føroyum
Thorsten Palmquist, sum er formaður í oyggjaleikanevndini á Gotlandi. Men ynski hjá gotlendsku nevndini vann ikki undirtøku í altjóða oyggjaleikanevndini. Nevndin í IGO ivast í, um leikirnir eru klárir til veruligt [...] lki, tí tey mugu hava síni viðurskiftið í lagi. Tey mugu taka dopingtrupulleikan í álvara og í samráð við læknan hjá sær syrgja fyri, at tey ikki verða tikin í eftirlitinum, kanska tí tey ikki hava ansað [...] Gotlandi hevur borið fram ynski um, at dopingkanningar skulu gerast á leikunum í summar. ? Bæði í heimligum og altjóða kappingum í Svøriki er altíð dopingeftirlit, og tað hava vit hildið verða rætt at hava
rættingar mugu gerast í lógini, sum hann tí má leggja fyri tingið. Eitt nú vísir hann á, at nýggja undirvísingargreinin, tøkni, sum skuldi vera í 4., 5., og 6. flokki nú bert kann vera í 4. flokki, tí at [...] framstig, sum eru hend á økinum. ? Eitt nú við kunningartøkni í skúlanum. Á hesum øki er nógv hent, eitt nú hava lærarar fingið í boðið undirvísing í teldu. Eisini hava við gjørt sáttmála við Føroya Tele um [...] at fáa ein so góðan skúla sum gjørligt, sigur Signar á Brúnni. Andrass L. Samuelsen vísti í nevndu oddagrein í Skúlablaðnum eisini á, at Skúlin á Trøðni er so illa fyri orsakað av vantandi vilja lands
tinghúsið eisini skal. Í mei 1950 brann í grund tað sum í gamlari tíð var Kongiligi Einahandilin í Tinganesi. Landsstýrið hevur síðan ognað sær allar bygningarnar úti í Tinganesi, og í sjálvum Skansapakkhúsinum [...] máttu bøtast í áttatiárunum, varð valt at endurbyggja Sjó- og Vektabúðina í gamla stílinum. Nógvir pengar vóru brúktir, og stórur dentur varð lagdur á at varðveita byggisniðið, sum er í Tinganesi. Hetta [...] fyri eini nýggj og stásilig hús í tíðarinnar anda, so eru vit ikki samd longur. Tað er júst á hesum øki, vit hava hartað okkara forfedrar. Vit havast at teimum, tí teir hava í alt ov stóran mun beint fyri
áskoðarum Grasið til vøllin skal koma úr antin Danmark ella Noregi, og í løtuni eru áskoðaraplássini ? tað verða sitipláss ? í gerð í Danmark. Í fyrsta umfari skal pláss vera fyri umleið 4.000 áskoðarum. Tað er [...] HB og B36, skulu spæla Europa Cup-dystir í ár. Teir dystirnir verða í juli mánaði, og málið er, at hesir dystirnir verða spældir á einum spildurnýggjum grasvølli í Gundadali. ? Tað má sigast, at vit ikki [...] ikki tær stóru traditiónirnar, tá tað kemur til grasvøllir. Ein hevur verið í Hvalba í nógv ár (sum fekk altjóða góðkenning í fjør), og so er tað tann á Svangaskarði. Toftamenn arbeiða tætt saman við h
sum íbúgvarnir í Vestmanna Kommunu hava goldið í veðhaldsgrunnin, uttan so, at hetta kemur íbúgvunum í Vestmanna til góðar!! Umlegging av obligatiónsláni frá donskum kreditfelag førdi í samband við en [...] lan nú aftur skal kosta Vestmanna kommunu pengar!! Tað kann ikki vera rætt, at íbúgvar í ávísum kommunum skulu vera tvungnir til at gjalda 1% eyka í skatti í teirri trúgv, at hetta seinni skal koma teimum [...] pening. Landsstýrð eigur eisini at hava í huga, at 2,5% av skattinum, sum íbúgvarnir í Vestmanna Kommunu gjalda, fara beinleiðis til at gjalda ferjuleguna Inni á Fjørð í Vestmanna - eina ferjulegu, sum er ein
Í hesum døgum fyrireikar hon eina listaframsýning við egnum verkum, sum skal vera í Norðurlandahúsinum í komandi mánaði. Astri Luihn, sum er ættað úr Noregi, kom til Føroyar fyrst í sjeytiárunum og hevur [...] tað prentað á pappír. Á framsýningini í komandi mánaði í Klingruni í Norðurlandahúsinum fer Astri Luihn at sýna fram 30-40 verk í ymiskum grafiskum teknikkum. - Til hesa sýningina havi eg arbeitt við størri [...] meginpartin av tíðini síðani tá. Hon er cand. mag. í fólkalívsfrøði og tónleiki. Síðstu 10 árini hevur hon burturav virkað sum listafólk og í løtuni er hon forkvinna í felagnum Føroysk Myndlistafólk. - Eins og
sigur Høgni Zachariasen, leiðari av tónleikadeildini í 3?aranum. 3?arin, sum heldur til í SMS í Havn, er størsti fløguhandilin og útgávufelagið í Føroyum. ? Føroyingar standa einki aftanfyri onnur fólkasløg [...] finnast sangir í tí nýggja MP3-formatinum, og plátufeløgini fáa ikki steðga útbreiðsluni av hesum ólógliga tónleiki. Í fleiri londum er fløgusølan minkað, og fimm tey størstu plátufeløgini í heiminum leggja [...] Eitt av londunum, har fløgusølan er minkað, er Danmark. Í januar mánaði var skrásetta fløgusølan seks prosent lægri enn sama mánaða í fjør. Í Danmark verður eitt beinhart stríð ført móti ólógliga tónleikinum