Bygdamyndin á Skála er broytt

Skálabygd er ikki tann sama, sum hon hevur verið tey seinastu nógvu árini. Seinnapartin týsdagin fór russiski, ella fyrrverandi í hvussu er, trolarin av Skála fyri seinastu ferð.

Seinnapartin týsdagin fór skipið, sum, saman við Nólsoyar Páll í fleiri ár hevur verið myndin av havnalagnum á Skála, út eftir fjørðinum fyri seinastu ferð.

Vasilij Adonkin hevur ligið svínabundin við bryggjuna á Skála síðani 1993. Tá hann kom, tí eitthvørt skuldi gerast, var tað fáur, sum mundi hugsa, at hetta skip skuldi næstan gerast ferðamannamál á Skála næstu seks árini. Men sum orðatakið sigur, eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.

Manningin á russiska trolaranum gekk og mól á Skála í drúgva tíð, áðrenn hon slapp avstað aftur. Skipið fór tó ongan veg ? har vóru eingir pengar at gjalda við ? hvørki til manning ella til skipasmiðjuna.

Seinastu nógvu árini hevur skipið ligið uttan at havt nakran góðan og tað er synd at siga, at tað var ein vøkur sjón. Hartil skal havast í huga, at skipið var í sera vánaligum standi, so tað var sera smátt við áhugaðum keyparum.

Men umsíðir eydnaðist tað sakføraranum Julionnu Klett at sleppa av við skipið ? sum gamalt jarn, og tað eru skálafólk glað fyri.


Pláss til gevandi skip

Bygdarráðsformaðurin á Skála, Símun Pauli Berg, sigur í eini stuttari viðmerking við Sosialin, at hjá teimum var tað mest umráðandi at fáa skipið burtur.

- Vit hava verið í tí støðu, at skipið hevur ligið og gnaddað gummi við bryggjuna, men vit hava ikki fingið eitt klovið oyra fyri tað seinastu fýra árini. So vit hava mist heilt fitt av pengum upp á skipið

Hava teir nakrantíð goldið?

- Jú, í tey fyrstu árini syrgdi Skipafelagið, sum var agentur hjá felagnum, sum átti Adonkin, fyri at vit fingu pengar, men eftir at felagið fór á heysin, so góvust teir við tí.

Men hvussu nógvar pengar hava tit so mist?

- Eg veit ikki heilt greitt, men tað verður eitt sindur ígjøgnum fýra ár, sigur bygdarráðsformaðurin á Skála.

Sosialurin hevur kannað hvussu nógv Skála kommuna hevur mist í kajpengum hesi fýra árini, Adonkin hevur ligið við bryggju uttan at hava goldið, og tað vísir seg, at tað snýr seg um umleið 1,4 mió krónur. Tað kostar nevniliga uml. 30 túsund krónur um mánaðin fyri eitt skip sum Adonkin, at liggja við bryggju á Skála.


Fáa ikki eina krónu innaftur

Símun Pauli Berg sigur eisini, at kommunan á Skála fær ikki eina krónu, nú Adonkin verður seldur sum gamalt jarn.

- Nei, tað eru ikki vit sum selja hann, men vit hava gjørt tað sum stendur í okkara makt, fyri at fáa hann burtur. Orsøkin er tann, at tað í okkara hugaheimi er eitt sindur ógreitt hvør hevur ábyrgdina av skipinum um so skuldi verið, at hann brádliga sakk niður við bryggjuna. Var tað okkara ábyrgd, so hevði tað kostað nógva ferðir meir at fingið hann burtur tá.

- Tí hevur tað havt stóran skudn fyri okkum, at fáa skipið burturbeint, leggur Símun Pauli Berg.

?Russarakaiin? rudda

Men tað var nú ikki bara eftir hæli nú Adonkin fór av Skála.

Kaiøkið, tað, sum á Skála verður rópt russarakaiin, hevur nevniliga verið rættiliga óruddiligt. Gamalt jarn, sum ikki kundi brúkast til nakað, hevur ligið og rikist, og tað hevur ikki borið til at fingið tað burturbeint.

Men nú tá Adonkin allíkavæl skuldi seljast sum gamalt jarn, so var alt hetta gamla draslið sent somu leið. Alt varð fylt umborð á Adonkin, so tað endaði við, at hann gjørdi skálafólki eina tænastu nú hann fór ? bæði so og so.

Tað var ikki møguligt hjá Sosialinum at fáa at vita hvussu nógv fekst fyri Adonkin, nú hann fór avstað, men Julianna Klett saksførari sigur, at tað var alt ov lítið.

Tað hava verið trupulleikar at selja bátin, orsakað av teimum ógreiðu eigaraviðurskiftunum. Rættarskipanin í Russlandi er ikki so at samstarva við, sigur hon og vísir á, at tað var trupult at fáa svar úr Russlandi tá eitt keypstilboð lá á borðinum.

Men nú er Adonkin søga á Skála, og um stutta tíð leggur hann at í Esbjerg, hagar hann er seldur, sum gamalt jarn.