EYÐUN KLAKKSTEIN
Nú skulu ítróttarfólk á Oyggjaleikunum fyri fyrstu ferð kannast fyri doping. Tá leikirnir verða á Gotlandi í summar fara serkøn fólk frá svenska ítróttarsambandinum at taka dopingroyndir av ítróttarfólki í frælsum ítrótti.
Hetta er vorðið veruleiki, eftir at altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt hevur kravt, at royndir verða gjørdar undir Oyggjaleikunum. Sambondini hjá hinum ítróttargreinunum hava ikki ynskt dopingeftirlit, og tí verður tað bert í frælsum ítrótti, at eftirlit verður.
Hinar sjey Oyggjaleikirnar hevur einki verið gjørt fyri at kanna, um ítróttarfólk hava nýtt ólóglig, stimbrandi evni, men oyggjaleikanevndin á Gotlandi hevur borið fram ynski um, at dopingkanningar skulu gerast á leikunum í summar.
? Bæði í heimligum og altjóða kappingum í Svøriki er altíð dopingeftirlit, og tað hava vit hildið verða rætt at hava á Oyggjaleikunum eisini. Oyggjaleikirnir eru vorðnir ein so stór altjóða kapping, at dopingeftirlit skuldi verið sjálvsagt undir eini slíkari kapping, sigur Thorsten Palmquist, sum er formaður í oyggjaleikanevndini á Gotlandi.
Men ynski hjá gotlendsku nevndini vann ikki undirtøku í altjóða oyggjaleikanevndini. Nevndin í IGO ivast í, um leikirnir eru klárir til veruligt dopingeftirlit í øllum ítróttargreinum Lógargrundarlagið fyri kanningunum og revsiatgerðum er ivasamt, og fíggjarbyrðin av kanningunum kann gerast tung hjá limalondunum at bera.
? Tað skal eingin ivast í, at nevndin í IGA gjarna vil hava dopingeftirlit undir Oyggjaleikum, men tað manglar reglugerð á økinum. Nú verður so eftirlit í frælsum ítrótti, og vit fegnast um, at hol verður sett á dopingeftirlit á Oyggjaleikum, sigur John Kjær, sum er limur í nevndini hjá IGA.
Hevði ynskt eftirlit í fleiri greinum
IGA er samansett av ymsum ítróttarsambondum á oyggjum, sum aftur eru limir í einum størri nationalum felagsskapi, og tí er tað ikki so einfalt hjá nevndini í IGA bara at seta í verk dopingeftirlit.
Øll ítróttarsambondini skulu taka undir við eftirlitinum, og so skulu pengar finnast til royndirnar, sum kunnu gerast kostnaðarmiklar, um tær skulu gerast í øllum greinum.
Enn hevur bara altjóða sersambandið fyri frælsan ítrótt kravt, at dopingeftirlit skal verða í teirra kappingum á Oyggjaleikunum, og tað kravið hevur nevndin í IGA gingið á møti.
Tað verður svenska ítróttarsambandið, sum skal standa fyri royndunum, sum verða millum 10 og 20 í tali. Hvør av royndunum kostar 2.000 krónur. Oyggjaleikanevndin á Gotlandi skal gjalda royndirnar, og tað vil siga, at í síðsta enda eru tað limalondini sjálv sum gjalda.
Formaðurin í oyggjaleikanevndini á Gotlandi fegnast um, at dopingeftirlit verður í frælsum ítrótti.
? Men vit høvdu ynskt at fleiri royndir vórðu gjørdar í øðrum ítróttargreinum eisini. Vit hava eisini tosað við fleiri onnur sersambond, men enn hava tey ikki biðið um eftirlit, tey halda tað ikki verða neyðugt, sigur Thorsten Palmquist.
? Vit eru ikki bangin fyri, at ítróttarfólk á Oyggjaleikunum royna at snýta við stimbrandi evnum, men Oyggjaleikirnir vaksa alla tíðina, og tað verður meira elituítróttur, og tí halda vit, at tað er upp á sítt pláss at hava eftirlit.
Tað er upp á
tíðina við eftirlitið
Læknin hjá føroyska Oyggjaleikaliðnum, Sølvi Winther Olsen, heldur tað verða upp á tíðina, at dopingeftirlit verður á Oyggjaleikunum.
? Eg havi fleiri ferðir roynt at ført fram, at tað hevði verið rætt við dopingeftirlitið, og eg meti tað verða eitt stórt framstig, at royndir nú verða gjørdar í frælsum ítrótti, sjálvt um tað hevði verið best við royndum í øllum ítróttargreinum, sigur hann.
? Eg haldi, at tað er prinsipielt rætt, at hava dopingeftirlit á Oyggjaleikunum. Vit skulu gera vart við, at tað er ein trupulleiki, sum eitur doping, og við eftirliti skulu vit vísa á, at fólk skulu halda seg frá ólógligum evnum.
Sølvi Winther Olsen heldur tað verða torført at meta um, um nýtsla av ólógligum, stimbrandi evnum verður brúkt í oyggjaleikahøpi, og um nakað føroyskt ítróttarfólk kundi funnið upp á at dopa seg.
? Men um nakar føroyingur verður tikin fyri doping, so skal tað ikki verða, tí hann ikki veit, hvat hann hevur gjørt. Tað finst ein almennur listi yvir evni, sum ikki eru loyvd, og um stutta tíð fáa føroysku ítróttarfólkini eitt skriv frá mær um, hvussu tey skulu bera seg at fyri at sleppa undan trupulleikum undir Oyggjaleikunum í summar.
Sølvi Winther Olsen sigur, at tað eru nøkur evni á dopinglistanum, sum verða mett at verða vanligur heilivágur, men sum tað ikki er loyvt at taka áðrenn ítróttarkappingar, og tí mugu ítróttarfólk fáa viðurskiftini í rættlag, um tey taka onkran av hesum heiliváginum.
Ein mánað frammanundan leikunum skal sigast frá, um okkurt ítróttarfólk brúkar serliga heilivág, tí verður tað ikki gjørt, og viðkomandi verður tikin í eftirlitinum, so er eingin góða mamma.
Eisini eftirlit
á Isle of Man
Tá Oyggjaleikirnir verða á Isle of Man í 2001 verður aftur dopingeftirlit. Fólkini, sum skulu hava ábyrgdina av eftirlitinum undir OL í Manchester í 2002, skulu standa fyri hesum eftirlitinum sum ein partur av fyrireikingini til leikirnar í árið eftir.
? Leikirnir á Gotlandi og Isle of Man seta nýggj krøv til ítróttarfólki, tí tey mugu hava síni viðurskiftið í lagi. Tey mugu taka dopingtrupulleikan í álvara og í samráð við læknan hjá sær syrgja fyri, at tey ikki verða tikin í eftirlitinum, kanska tí tey ikki hava ansað eftir at tikið rætta heilivágin, sigur John Kjær, limur í nevndini hjá IGA.
Oyggjaleikanevndin á Gotlandi metir, at 2.200 fólk av 22 oyggjum verða við á Oyggjaleikunum í summar. Leikirnir verða frá 25. juni til 2. juli, og kappast verður í 14 ítróttargreinum.
Greinarnar eru bogaskjóting, badminton, kurvabóltur, borðtennis, bowling, súkkling, fótbóltur, frælsur ítróttur, golf, sigling, svimjing, tennis og flogbóltur. Flest fólk luttaka í fótbólti, flogbólti, frælsum ítrótti og svimjing.
Mett verður, at umleið 90 ítróttarfólk úr Føroyum verða við á leikunum í summar.










