Landsstýrið lumpar pengar frá skattaborgarunum

Vestmanna kommuna mótmælir harðliga, at pengarnir úr kommunala veðhaldsgrunninum verða brúktir at hjálpa ringast støddu kommununum. ? Hetta eru pengar, sum skattgjaldarin hevur goldið til annað endamál, sigur Gunn Joensen, bygdaráðsforkvinna í Vestmanna

Sjónvarp Føroya bar í sendingini Degi og Viku týskvøldið 23. februar tey tíðindi, at Landsstýrið er á veg í tingið við uppskoti um kreppuhjálp til tær fimm kommunurnar her á landi, sum eru ringast fyri fíggjarliga.

Henda hjálp skal veitast við 25 mió kr úr landskassanum, og við at strika lán upp á 26 mió kr, sum hesar kommunur hava fingið úr kommunala veðhaldsgrunninum, og hartil at veðhaldsgrunnurin veitir hbeinleiðis stuðul upp á 27 mió kr.

Vestmanna Bygdarráð hevur áður mótmælt hesi ætlan Ladnsstýrisins. Hetta varð gjørt í skrivi, dagf. 5. nov. 1998, men enn hevur Landsstýrið ikki ønt svar aftur. Avrit av skrivinum varð tá sent til Anfinn Kallsberg, løgmann, Fíggjarmálastýhrið, Vinnumálastýrið og til løgtingslimirnar í norðurstreymoy.

Vestmanna Bygdarráð vísti í skrivinum frá 5. nov. 1998 á, at Vestmanna kommuna var ein av kommunum, sum gjørdist eina ringast fyri av kreppuni, men við sparingum ogh skilagóðum fíggjarpolitikki megnaði kommunan at halda tørn. Hesi seinnu árini hevur kommunan hartil verið før fyri at goldið so mikið niður av skuldini, at nettoskuldin við seinasta ársskifti var komin niður á 3 álíkningar.

Bygdarráðið gjørdi í skrivinum somuleiðis vart við, at fíggjarliga støðan hjá Vestmanna Kommunu enn er so mikið viðbrekin, at Bygdarráðið undir ongum umstøðum kann góðtaka ætlan landsstýrisins, um at brúka part av upphæddini, sum íbúgvarnir í Vestmanna Kommunu hava goldið í veðhaldsgrunnin, uttan so, at hetta kemur íbúgvunum í Vestmanna til góðar!!

Umlegging av obligatiónsláni frá donskum kreditfelag førdi í samband við endurfíggingaravtaluna við sær, at skuldin hjá Vestmanna Kommunu vaks munandi.

Vestmanna Bygdarráð kann tí ikki undir nøkrum umstøðum góðtaka, at endurfíggingaravtalan nú aftur skal kosta Vestmanna kommunu pengar!!

Tað kann ikki vera rætt, at íbúgvar í ávísum kommunum skulu vera tvungnir til at gjalda 1% eyka í skatti í teirri trúgv, at hetta seinni skal koma teimum til góðar, og at landsstýrið síðani tekur sær rættin til henda pening.

Landsstýrð eigur eisini at hava í huga, at 2,5% av skattinum, sum íbúgvarnir í Vestmanna Kommunu gjalda, fara beinleiðis til at gjalda ferjuleguna Inni á Fjørð í Vestmanna - eina ferjulegu, sum er ein so sjálvsagdur partur av samferðslunetinum, at landið átti at endurgoldið Vestmanna kommunu alælar útreiðslur, sum kommunan hevur havt í hesum sambandi.

Um ætlan landsstýrisins verður framd í verki, kann roknast við, at kreppuhjálpin verður brúkt til at niðurgjalda tey tungu lánini hjá hesum fimm kommunum við. Á henda hátt verða hesar kommunur, m. a. við hjálp av pengum, sum íbúgvarnir í Vestmanna kommunu hava goldið í veðhaldsgrunnin, betur fyri, enn Vestmanna kommuna er, tí at størsti parturin av lánunum hjá Vestmanna kommunu eru dýr lán.

Vestmanna Bygdarráð mótmælir tí harðliga ætlan landsstýrisins. Bygdarráðið hevur einki ímóti, at hesar kommunur verða hjálptar, men mótmælir, at hetta verður gjørt við skattapengum, sum íbúgvarnir í Vestmanna kommunu í góðari trúgv hava goldið inn í kommunala veðhaldsgrunnin.


Vestmanna Bygdarráð, 25. februar 1999

Gunn Joensen, forkv.


Avrit sent til: Føroya Løgting, Anfinn Kallsberg, løgmann, Fíggjarmálastýrið og Jógvan O. Durhuus, Hans Paula Strøm og Jákup Suna Joensen, løgtingslimir í Norðurstreymoy