kommunur. Hesi boðskapurin verður borin inn í hvørja stovu í Føroyum, hóast hvørki Kommunufelagið ella einstøku kommunurnar eru kunnaðar nærri um hetta. Í fjølmiðlunum hava umboð fyri sitandi samgongu áhaldandi [...] kommunurnar ikki kunnu koma sær í fíggjarlig óføri, sum vit upplivdi síðst í 80-árunum og fyrst í 90-árunum, men hetta merkir samstundis eisini, at kommunali búskapurin í stóran mun er bundin at góðum og [...] frammi í miðlunum, so hevur als einki samskifti verið við kommunurnar um málið. Hetta er sera undrunarvert, havandi í huga, at tað fyrst og fremst er leikluturin hjá kommununum, sum verður settur í eitt
leikaraflyting í kvøld. EB/Streymur hevur frammanundan fingið Jónas Tór Næs, Pól Jóhannus Justinussen og Høgna Madsen afturat í hópin. Kl.19:15: Robert Heðin Brockie, sum fekk gjøgnumbrot í B36 í fjør, verður [...] grannarnar í B68. Lesið beinleiðis dagføringina av seinasta degnum í hesum flytingarglugganum niðanfyri: Kl.23.59: Loksins er tað vorðið alment, at Kristian Joensen skiftir NSÍ út við B68. Talan er í fyrstu [...] fyrstu atløgu um ein leigusáttmála fram til í summar. ÍF var eisini í sambandi við Kristian Joensen, men har spurdist einki burturúr. Í B68 mugu Mads Nesá og Ragnar Lindholm nú víkja fyri Kristiani Joensen
tilknýttari skúlagongd. Í tí eina førinum ynskti landsstýriskvinnan tó, at kannast skuldi enn einaferð, um hóskandi tilboð var til drongin í Føroyum, áðrenn hon tók støðu. Tí bleiv uppihaldið í fyrstu atløgu bara [...] Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, uppruni til. Málið, sum tað snýr seg um, er um 17 ára gamla Levi Johannesen, sum fyrr í summar ikki fekk longt stovnsuppihaldið hjá sær í Danmark longri enn til 1 [...] ð, ið tekur avgerðina. Og tað er í roynd og veru eisini tað, ið er farið fram í málinum um Levi. Almannastovan tekur ikki avgerðina Í lesarabrævi fríggjadagin kemur stjórin á Almannastovuni, Petra Johnsdóttir
oyggjarnar eru í. Tað er í hesum sambandi, at eitt umboð fyri Shetland Island Council hevur vitjað í Føroyum. Marvin Smith er stjóri á búskaparligu menningarstovuni í landspartatinginum í Hetlandi. Hansara [...] Undirststøðukervið í Hetlandi er heilt ótíðarhóskandi, og tí hevur landspartatingið í oyggjunum heitt á Føroya Tele um at byggja upp eitt nútímans fjarskiftiskervi. Hetta skrivar Sosialurin í vikuni. Hetland [...] stórbýnum London og norður til oyggjarnar í Atlantshavi, Hetland, Orknoyggjarnar og Hebridurnar. Hetta er nakað, sum oyggjarbúgvarnir í mongum førum kenna aftur í gerandisdegnum. Og tað er ikki sørt, at
rakk føroysku tindunum í apríl í ár, tá bæði mansliðið og kvinnuliðið vunnu føroyameistaraheitði. Neistin hvílir ikki í hesum úrslitunum. Besta mansliðið er nú farið til stroks í EHF-kappingini. Tað var [...] at Morten Hust Pedersen, sum loysti av Inga Olsen í venjarasessinum í summar, er burturstaddur í arbeiðsørindum. Morten Hust Pedersen kemur til Føroya í vikuni, og tá tekur hann um endan. [...] mótstøðuna um koll og vann greitt – í alt við 25 málum eftir tveir dystir. Sigurin kundi væl verið munandi størri í gjárkvøldið. Neistamenninir, sum ikki vóru serliga grammir í løtum, brúktu heldur høvið at
i verður í stjórn. Hevði umhugsað framtíðina Í Íslandi stilla flokkarnir upp í nummarrøð og ikki í bókstavarøð, sum er tað vanliga í Føroyum. Báðar oddakvinnurnar í Samfylkingini stilla upp í Reykjaví [...] Ingibjörg Sólrún Gísladóttur Fødd í Reykjavík tann 31. desember í 1954. Cand. mag. í sagnfræði við Háskóla Íslands. Býráðslimur í Reykjavík 1982-1988 og 1994-2006. Nevndarlimur í Seðlabanka Íslands 2003-2205 [...] Jóhonnu Sigurðardóttur Fødd í Reykjavík tann 4. oktober í 1942. Handilsútbúgving 1960. Nevndarlimur í Verkamannafélagi Reykjavíkur 1976-1983 Næstformaður Javnaðarfloksins 1984-1993 Í formansskapi Altingsins
gera í slíkum umstøðum, staðfestir John Rasmus. Heima í Grønlandi eru teir vanir við at venja og spæla venjingardystir í nógvum minusstigum, og tað hevði John Rasmus fyritrekt. Í seinasta dystinum í ból [...] dsliðið. John Rasmus var valdur til ársins spælara í Grønlandi í 2003, og Jens Christian, sum er ár nøkur eldri, hevur eisini verið ársins spælari í Grønlandi á sinni. Stríðast fyri altjóða viðurkenning [...] Rasmus Eldevig frá í oyggjaleikastudionum hjá Rás2. UEFA loyvir bert limalondum, sum eru suverenir statir, og tí er nærum ógjørligt í skrivandi stund hjá Grønlandi at gerast limur í UEFA. Glottar eru tó
Elias í Vági, Klaksvík, diamantbrúdleyp. Tey, ið ynskja at heilsa uppá brúðarparið, eru vælkomin í arbeiðsmannafelagshúsið í Norðdepli frá kl. 19.00. Brúdleyp Leygardagin 25. august kl.15 giftast í Fuglafjarðar [...] Leygardagin 29. sept. kl. 11.00 giftast í Elim í Søldarfirði Jytta Sundstein Olsen, Søldarfjørður og Poul Johannes Nielsen, Saltangará. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 15.00. Tey, ið vilja gleða [...] september klokkan 10.00 giftast í Vesturkirkjuni í Havn Ragnhild Guðjónsson og Jákup Mørk. Veitslan verður hildin á Hotel Føroyum frá klokkan 13 til 18. Tey, ið ynskja at koma í veitslu, verða biðin um at siga
hevur víst megi, dirvi og áræði í hesi undankapping. Eldri profilur metir um Kári Mortensen, ið var á tiltikna liðnum í 1980, ið spældu í C-HM, ið tá varð hildið í Føroyum, metir eftir at hava sæð dystin [...] ferð var í C-HM afturi í 1986, tá Ísrael vann við 19 málum, 39-20. Ta ferðina var besti føroyski málskjúttin Egil Johansen, ið skoraði 10 mál. Annar og triðji dystur vóru í EM-undankapping í 2003, tá Ísrael [...] Ísrael vann 24-15 í Vestmanna, og 31-21 í Havn. Í teimum dystunum var tað Áki Olsen, ið gjørdist besti føroyski málskjúttin, við ávíkavist fimm og fýra málum. Av teimum, ið spældu í 1986 eru fýra enn á
upp á pláss, varð undirskrivaður á Hotel Føroyum í gjár. Tað er týski bankin KFV í Frankfurth, ið hevur útvega Óla Hammer og Smyril Line fígging. Fíggingin er í Euro-gjaldoyranum og upphæddin er 88 milliónir [...] felag er farið í holt við. Og tað er spurningurin, um ikki Óli Hammer við at seta endaligu undirskrivt sína á byggisáttmálan í gjár, er farin í holt við størstu verkætlanina nakrantíð í Føroya søgu. Sum [...] Sum onkur tók til í gjár. Undirsjóvartunnlar eru peanuts í hesum sambandi. Væl nøgdir Fred Garbe, stjóri á skipasmiðjuni í Flensburg, lovaði Óla Hammer og teimum hjástaddu, at Smyril Line skuldi fáa eina