Føroyskur hondbóltur hevur verið eftirbátur, tá umræður føroysk ítróttarbrøgd í Evropa. Fótbóltslandsliðið, Katrin Olsen og Pál Joensen hava verið millum okkara fremstu ítróttarligu stoltleikar seinastu árini. Hóast hondbóltur er millum best umtóktu ítróttargreinirnar í Føroyum, hevur tann støðan ikki verið nøkur sjálvsøgd borgan fyri stórslignum úrslitum. Hondbólturin hevur snøgt sagt siglt seinni enn fótbólturin, kapprógvingin og svimjingin. Føroysku dómararnir, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, hava gjørt vart við seg, men annars hava fáir glottar verið. Ein orsøk er, at landsliðsarbeiðið hevur verið lítið støðug, og at tað bara er Neistin, sum hevur tikið lut í evropeiskum kappingum seinastu árini. Nú brast loksins fyri nev.
Ikki tí. Mótstøðan var beinleiðis ússalig. Tað var onkur, sum helt fyri, at kýpriotiska A.C. Latsia hevði neyvan staðið seg í bestu føroysku deildini. Men tað er ein serstøða, at Neistin hevur vunnið seg víðari úr undanumfarinum í evropeiskari kapping sum fyrsta føroyska hondbóltsliðið nakrantíð.
Miðvíst arbeiði
Neistin fór undir stóra verkætlan fyri nøkrum árum síðani, og arbeiðið hevur verið miðvíst. Mansliðið hevur verið einaráðandi seinastu árini, og felagið rakk føroysku tindunum í apríl í ár, tá bæði mansliðið og kvinnuliðið vunnu føroyameistaraheitði.
Neistin hvílir ikki í hesum úrslitunum. Besta mansliðið er nú farið til stroks í EHF-kappingini. Tað var eitt evropeiskt bragd, tá Neistin vann heimadystin á Lovcen, Montenegro, í 2008, hóast liðið ongantíð var í nánd av einum samlaðum sigri. Hesaferð vunnu blálittu havnarmenninir seg víðari. Tað er ikki nakað bragd, tí kýpriotarnir vóru vánaligir, men við úrslitinum hevur Neistin sett skjøtul á nýtt kapitul í føroyskari hondbóltssøgu.
Veikir kýpriotar
Ein orsøk til veiku mótstøðuna hesaferð var, at A.C. Latsia er í svárum fíggjarligum trupulleikum og hevur mist sínar bestu útlendsku spælarar, tveir bulgarar og ein nigeriana. Tað hevði tó neyvan broytt samlaða føroyska stórsigurin, um teir vóru við. Tað var stórur munur á liðunum. Neistin rann mótstøðuna um koll og vann greitt – í alt við 25 málum eftir tveir dystir. Sigurin kundi væl verið munandi størri í gjárkvøldið. Neistamenninir, sum ikki vóru serliga grammir í løtum, brúktu heldur høvið at sjóva ungu menninar inn á liðið. Unglingarnir Terji Mørk, Áki Petersen, Gudfinnur Thorsteinsson, Teitur Magnusson og Herbjørn Lava fingu seg royndar og stóðu seg væl.
Næsta altjóða avbjóðingin hjá Neistanum er Madeira, sum var nummar tvey í portugisisku deildini í fjør.
- - -
Sigurin ávirkar styrkilistan
Tað, at Neistin hevur spælt seg víðari úr undanumfarinum í EHF, ávirkar føroysku støðuna á evropeiska styrkilistanum.
Kristian Johansen, formaður í Hondbóltssambandinum, skrivar í dystarblaðnum, at tað er spell, at onnur føroysk lið ikki royna seg í altjóða høpi.
– Høvdu fleiri lið luttikið, so høvdu vit eisini kunnað klatra longur uppeftir listanum, men hetta er eisini ein økonomiskur spurningur. Vit kenna ikki mótstøðuliðið, fyrr enn trekt er, og tað kann verða sera dýrt, um man hvørja ferð skal hava langa ferð til dystirnar. Vónandi taka onnur feløg av í komandi ári, tí vit hava fleiri pláss í boði á hvørjum ári, skrivar Kristian Johansen, formaður í Hondbóltssambandinum.
- - -
Áki Mørk stjórnaði liðnum
Áki Mørk, sum framvegis ikki fær spælt vegna skaða, hevur havt evstu ábyrgdina av Neistanum hesar báðar evropeisku dystirnar. Orsøkin er, at Morten Hust Pedersen, sum loysti av Inga Olsen í venjarasessinum í summar, er burturstaddur í arbeiðsørindum.
Morten Hust Pedersen kemur til Føroya í vikuni, og tá tekur hann um endan.










