Fuglfirðingur á grønlendska landsliðnum

John Rasmus Eldevig heldur, at hitin var ógvuliga avgerandi á oyggjaleikunum.

Grønlendska manslandsliðið í fótbólti gjørdist nr. 12 av teimum 16 oyggjasamfeløgunum, sum tóku lut á oyggjaleikunum. Tað lagaði seg soleiðis, at Grønland kom í bólk við Hetlandi, Álandi og Minorka.

Ein av teimum, sum gjørdi sítt til at Grønland skuldi standa seg í kappingini, var 35 ára gamli fuglfirðingurin, John Rasmus Eldevig. John Rasmus var 11 ára gamal, tá hann flutti til Grønlands, og eins og eldri bróðurin, Jens Christian hevur hann verið við til at mynda grønlendska fótbóltslandsliðið. John Rasmus var valdur til ársins spælara í Grønlandi í 2003, og Jens Christian, sum er ár nøkur eldri, hevur eisini verið ársins spælari í Grønlandi á sinni.


Stríðast fyri altjóða viðurkenning

Støðan hjá grønlendska landsliðsfótbóltinum minnir ikki so lítið um støðuna hjá føroyska landsliðsfótbóltinum í 1970-unum og 1980-unum. Grønlendska hondbóltslandsliðið hevur havt altjóða viðurkenning í meir enn ein hálvan mansaldur, og hevur grønlendska hondbóltslandsliðið spælt seg til fleiri HM-endaspøl ígjøgnum undankappingarnar, sum eru farnar fram í tí panamerikanska økinum.

Tað hevur mangan verið so, at Grønland hevur umboðað Pan-Amerika saman við Brasilia, Argentina ella USA. Grønlendska fótbóltssambandið – Grønlands Boldspil Union – GBU stríðist fyri at fáa altjóða viðurkenning.

– Í Grønlandi halda vit, at vit høvdu fingið meiri burturúr at fara uppí europeiskan fótbólt, og tí hevur GBU roynt at fáa limaskap í europeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, greiddi John Rasmus Eldevig frá í oyggjaleikastudionum hjá Rás2.

UEFA loyvir bert limalondum, sum eru suverenir statir, og tí er nærum ógjørligt í skrivandi stund hjá Grønlandi at gerast limur í UEFA. Glottar eru tó at hóma fyri grønlendskan landsliðsfótbólt. Í býnum Qagortoq – Julianehåb – sum liggur á breiddarstigi við Oslo kemur ein grasvøllur skjótt at standa liðugur, og í høvuðsstaðnum Nuuk nærkast dagurin, at tey fara at fáa eina stóra høll við einum innandura graslíkisvølli, og tá væntar John Rasmus stóra framgongd fyri grønlendskan fótbólt. Grønlendska kappingin er ógvuliga stutt sum er:

- Vit spæla fyrst eina kapping í lokaløkinum, og so eru tað átta lið sum kvalifisera seg til finaluumfarið, sum er í einum bestemtum grønlendskum býi. Tá er eitt bólkaspæl við fýra liðum, síðani hálvfinalur og finala. Uppá eina viku má eitt lið spæla fimm dystir, fyri at gerast grønlendskur meistari, greiðir John Rasmus frá.


Kódnaðu í hitanum

Hjá grønlendska manslandsliðnum kom tað ikki væl við, at hitastigini lógu upp ímóti teimum 30, tá oyggjaleikirnir vóru á Álandi.

Fyrsta dystin tapti Grønland 4-2 ímóti Álandi. Í hálvleikinum var 3-0 til Áland, og ta einu løtuna var støðan 4-0 til Áland. Grønlendska liðið vísti tó góðan moral, við at stríða seg upp á 2-4 ímóti dystarenda. Í tí næsta dystinum gjørdist kortini talan um veruligt skrædl, Grønland tapti 0-6 ímóti Minorca, aftaná hálvleikstøðuna 0-3.

– Tað var ræðuliga heitt, og vit kódnaðu simpelthen í øllum hitanum, vit kundu einki gera í slíkum umstøðum, staðfestir John Rasmus.

Heima í Grønlandi eru teir vanir við at venja og spæla venjingardystir í nógvum minusstigum, og tað hevði John Rasmus fyritrekt.

Í seinasta dystinum í bólkaspælinum eydnaðist tað kortini Grønlandi at vinna 3-1 á Hetlandi, aftaná javnleik 1-1 í hálvleikinum. Hetta gav grønlendingum rætt til at spæla um 11. plássið ímóti Gotlandi. Talan gjørdist um ein gysara, sum Grønland tapti 3-4, aftaná hálvleiksstøðuna 2-3, og endaði Grønland soleiðis á einum 12. plássi.

Spurdur, um hann hevði ynskt at sloppið at spælt ímóti føroyska landsliðnum, svarar John Rasmus:

- Ja tað hevði verið veruliga stuttligt at sloppið at roynt seg ímóti Føroyum.


Mynd: John Rasmus

John Rasmus Eldevig fekk sína fótbóltsuppaling í ÍF. Nú spælir hann fyri grønlendska fótbóltslandsliðið

Mynd: Einslistir/Hilmar Jan Hansen