Ov lítil breidd

Ísralittarnar fluttu seg væl í verjuni, og tað órógvaði føroyska álopspælið, ið til tíðir virkaði krampakent. Føroyar taptu 26-21, eftir 15-8 í steðginum

Føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum spældu í kvøld, seinasta heimadystin á hesum sinni. Mótstøðuliðið var Ísrael, ið í mun til Serbarnar, stillaði við sterkastu manning.

Ísrael vann tryggan sigur móti einum føroyskum liði, ið stríddust nógv við at brodera seg gjøgnum krútsterku og vælskipaðu ísraelsku verjuna. Striltið gekk, og tá gestirnar so samstundis høvdu eina kempu í málinum, uppá gott og væl tveir metur og um ein metur breiður, ja so er eyðsæð, at serlig kynstur skuldu til, til at skora. Hesi kynstur tóktust tó ikki serliga nógvir av okkara at ráða yvir, uttan kanska strandingurin Sveinur Justinussen, ið rættuliga hevur víst megi, dirvi og áræði í hesi undankapping.


Eldri profilur metir um

Kári Mortensen, ið var á tiltikna liðnum í 1980, ið spældu í C-HM, ið tá varð hildið í Føroyum, metir eftir at hava sæð dystin, at breiddin manglar.

- Tá man møtir einari so sterkari tjóð sum Ísrael vísti seg at vera, tá gerst alneyðugt at man hevur nakrar sitandi á bonkinum, ið eru samanspældir og klárir at seta inn. Tað gerst ov tungt, um profilarnir eru ov fáir, sigur Kári Mortensen, ið sjálvur var ein profilur á liðnum í 1980, ja so mikið, at hann gjørdist besti málskjútti í kappingini, við 47 málum, heili 10 mál fleiri enn Jorge Rodrigues úr Portugal.

- Nú hava okkara ein dyst eftir, og hetta verður í Ísrael, og tá verður eitt gylt høvi, at rætta uppá møgulig mistøk og fáa ein virðuligan enda á einari framúr kapping, sigur Kári Mortensen, og leggur afturat, at vit mugu minnast, at vit ikki hava spælt landsdyst í so langa tíð. Hetta er nakað, vit eiga at gera oftari, og eisini fáa unglingalandsliðini og kvinnulandsliðini út í heim at nema sær menning og dygdir.


Ísrael fyri triðju ferð

Føroyar hava møtt Ísrael trýggjar ferðir. Fyrstu ferð var í C-HM afturi í 1986, tá Ísrael vann við 19 málum, 39-20. Ta ferðina var besti føroyski málskjúttin Egil Johansen, ið skoraði 10 mál.

Annar og triðji dystur vóru í EM-undankapping í 2003, tá Ísrael vann 24-15 í Vestmanna, og 31-21 í Havn. Í teimum dystunum var tað Áki Olsen, ið gjørdist besti føroyski málskjúttin, við ávíkavist fimm og fýra málum.

Av teimum, ið spældu í 1986 eru fýra enn á liðnum, og teir eru Áki Olsen, Jens Skipagøtu, Hans Áki Dahl Christiansen og Sveinur Justinussen.


Vunnu 13-11 eftir steðgin

- Jens Skipagøtu stendur ómetaliga væl í serliga øðrum hálvleiki, og við einum bjargingartali uppá hægri enn 50%, umframt at verjan hjá okkum finnur fótafestið aftur, so at tað heila speglast í størri dirvi í álopinum, og eisini økist hugflogið í oddinum, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari, ið sum heild er nøgdur við avrikið.

- Vit fingu ein ávísan skelk av offensiva spælinum hjá ísraelsmonnum, og teir megnaðu at órógva okkum til fulnar. Umframt at teir samstundis vóru avbera dugnaligir í ein móti einum støðum, har tað var týðuligt, at okkara høvdu trupult at fylgja við, sigur Dia Midjord, ið tó als ikki hevur mist vónina um at fara til Ísrael og fáa eitt hampuligt úrslit. Kvikbeintu ísralittarnar frá lovaða landinum høvdu tó lítið at gera, tá Sveinur Justinussen leyp upp og bombarderaði bóltin í netmeskarnar, handan Leonid Doroshenko, bjørnina í ísraelska málinum. Nú er bert at vóna, at okkara megna at vera 100% klárir í Rahanana í Ísrael, tí tað krevst, um eitt væla úrslit skal spyrjast burturúr.



FAKTA:


Føroysku málskjúttarnar:

Sveinur Justinussen 5, Karl Herup Olsen 4, Áki Olsen 3, Hans Áki Dahl Christiansen 3 (1), Dánjal Tórgarð 3, Janus Sørensen 2, Josef Abrahamsen 1 (1).

Brotskøst: Føroyar 4 (2), Ísrael 3 (1)

Útvísingar: Føroyar 4, Ísrael 6

Burturvísingar: Føroyar 0, Ísrael 1

Dómarar: Øyvind Togstad&Rune Kristiansen

EHF-Dómaraeygleiðari: Henrik La Cour Laursen