Tvær kvinnur á odda fyri Samfylkingini

Ingibjörg Sólrún Gísladóttur stillar uppaftur sum floksformaður hjá íslendsku Samfylkingini, men Jóhanna Sigurðardóttur er forsætisráðharraevni og skal leiða valstríð floksins. Men ein gamal kenningur kann spilla teimum spælið

ÍSLAND

 

Eftir tøgn í nakrar vikur boðaði Ingibjörg Sólrún Gísladóttur á tíðindafundi leygardagin frá, at hon hevði gjørt av at stilla upp til íslendska altingsvalið í apríl, og at hon eisini fer at stilla upp til formansvalið í Samfylkingini, sum stendur fyri durum.

Ingibjörg Sólrún Gísladóttur var uttanlands og leiktaði sær læknahjálp í vetur, og í seinastuni hevur hon havt sjúkrafarloyvi frá Altinginum. Fyri átta døgum síðani segði hon, at hon fór at taka avgerð um sína politisku framtíð um nakrar dagar, og hon kom so leygardagin.

Á tíðindafundinum sat forsætisráðharrin og floksfelagin, Jóahnna Sigurðardóttur, undir liðini á Ingibjörg Sólrún, og tað var ikki av tilvild. Tær báðar hava avrátt, at hóast Ingibjörg Sólrún er og ætlar sær at halda fram sum floksformaður, so er og verður Jóhanna Sigurðardóttur forsætisráðharraevni hjá Samfylkingini. Og tað verður eisini hon, sum skal standa á odda fyri valstríðnum hjá flokkinum upp undir tað komandi altingsvalið.

- Eg haldi, at saman hava vit báðar ta roynd og ta styrki, sum skal til undir verandi umstøðum, segði Ingibjörg Sólrún Gísladóttur á tíðindafundinum. Jóhanna Sigurðardóttur legði afturat, at saman við hinum floksfeløgunum fóru tær báðar at megna at gera tað, sum er neyðugt fyri, at Samfylkingin framhaldandi verður í stjórn.

 

Hevði umhugsað framtíðina

Í Íslandi stilla flokkarnir upp í nummarrøð og ikki í bókstavarøð, sum er tað vanliga í Føroyum. Báðar oddakvinnurnar í Samfylkingini stilla upp í Reykjavíkarvaldøminum, og tað er avgjørt, at Jóhanna Sigurðardóttur stillar upp sum 1. valevni og Ingibjörg Sólrún Gísladóttur sum 2. valevni. Men á tíðindafundinum viðgekk Ingibjörg Sólrún, at hon hevði umhugsað sína politisku framtíð, nú hon hevði drigist við álvarsliga sjúku í fimm mánaðir.

- Eg hugsaði av álvara um at taka meg burtur úr politikki. Men eg kom til ta niðurstøðu, at tað hevði verið tað sama sum at slaka fyri sjúku míni, og tí gjørdi eg av at taka bardagan upp, segði Ingibjörg Sólrún Gísladóttur, sum eisini vissaði tíðindafólkini um, at hon verður frísk.

Jóhanna Sigurðardóttir segði, at tað var ikki nøkur sjálvfylgja, at hon skuldi átaka sær at leiða flokkin upp undir valið, men at eingin kann bera seg undan at taka ábyrgd, soleiðis sum samfelagsstøðan er.

 

Jón Baldvin bjóðar av

Undan tíðindafundinum hevði Ingibjörg Sólrúnu Gísladóttur fingið eina ávaring. Fyrrverandi javnaðarformaðurin Jón Baldvin Hannibalsson gjørdi í næstsíðstu viku greitt, at eftir hansara tykki átti Ingibjörg Sólrún at leggja frá sær sum floksformaður og at lata Jóhonnu Sigurðardóttir taka við. Gjørdi hon ikki tað, var hann til reiðar at stilla upp til formann á komandi landsfundinum. Og tað ger hann.

- Eg havi onga meiningakanning at halda meg til, men vit eiga at seta okkum sjálvum somu krøv, sum vit seta øðrum, segði Jón Baldvin Hannibalsson við fjølmiðlarnar sunnudagin.

Hann segði seg vera fegnan um, at Jóhanna Sigurðardóttur verður forsætisráðharraevni hjá Samfylkingini.

- Eg stuðli Jóhonnu, eins og øll tjóðin ger, segði tann 70 ára gamli og royndi politikarin, sum nú ætlar sær aftur á ovastu rók.

 

________________________________________________________

FAKTA

um Ingibjörg Sólrún Gísladóttur

 

Fødd í Reykjavík tann 31. desember í 1954.

Cand. mag. í sagnfræði við Háskóla Íslands.

Býráðslimur í Reykjavík 1982-1988 og 1994-2006.

Nevndarlimur í Seðlabanka Íslands 2003-2205.

Altingslimur fyri Kvinnulistan 1991-1994

Altingslimur fyri Samfylkingina 2005-

Næstformaður í Samfylkingini 2003-2005.

Formaður í Samfylkingini 2005-

Uttanríkisráðharri 24. maí 2007 til 1. februar 2009.

________________________________________________________

 

 

________________________________________________________

FAKTA

um Jóhonnu Sigurðardóttur

Fødd í Reykjavík tann 4. oktober í 1942.

Handilsútbúgving 1960.

Nevndarlimur í Verkamannafélagi Reykjavíkur 1976-1983

Næstformaður Javnaðarfloksins 1984-1993

Í formansskapi Altingsins 1979, 1983-1984 og 2003-2007

Almannamálaráðharri 1987-1988, 1988-1991, 1991-1994 og 2007-2009.

Forsætisráðharri 2009-

_________________________________________________________

 

 

_________________________________________________________

FAKTA

um Jón Baldvin Hannibalsson

Føddur á Ísafirði 21. februar í 1939.

Útbúgvin hagfrøðingur í Skotlandi, Svøríki og USA

Formaður í Javnaðarflokkinum 1984-

Altingsmaður 1975-1982

Fíggjarmálaráðharri 1987-1988

Uttanríkisráðharri 1988-1995

Sendiharri í Finnlandi 2002-2005

_________________________________________________________