kortini ikki til, at teir eru frá sama bygningi. Hann sigur, at tað tykist løgið, at einki gólv er millum veggirnar, og at heldur eingin øska er funnin. Men fornfrøðingarnir hava sett sær fyri at kanna økið nærri [...] føra seg fram og siga frá, og ikki at tala um at yrkja, skriva, mála og syngja. Jú, sanniliga er nógv gott komið úr Gøtu. Vit kundu lagt út við GÌ og fótbóltinum, Felagskórinum Gøta-Leirvík, Tøting, Harranga [...] Men umráðið má kannast og tíðarfestast beinanvegin, sigur hann. Tí hann væntar ikki, at tað fer at liggja veturin av, soleiðis sum náttúran er farin við bakkanum higartil. Og júst nátturan sjálv hevur
giftum nemur tað vandamál, at kirkjan kemur at diskriminera, um vit einans hava ritual til signing av borgarliga giftum hinskyndum. Tess vegna er tað mest sannlíkt, at biskupur fer at mæla til, at signing av [...] heldur biskupur fast um, at hjúnabandið einans er millum mann og kvinnu. Tí metir hann tað vera betri at stegða siðvenjuni við at signa borgarliga vígd hinskynd heldur enn at gera eitt ritual, sum antin [...] sigur, at um hjúnabandslógin verður broytt, so at samkynd eisini kunnu giftast, so fer hann ikki at taka stig til at gera nýtt ritual til signing av borgarliga giftum. Avleiðingin av hesum verður, at borgaliga
út til kommunurnar og í 2013 eldrarøktin. Fyri tað fyrsta, so hevur tað nógv størri skund, at eldrarøktin verður løgd út til kommunurnar, enn at fólkaskúlin verður tað, so tí hevði tað gagnað øllum pørtum [...] krevur, at kommunurnar hava nakað at samstarva um. Av beiskum royndum vita vit, at eingin trygd er fyri, at eldrarøktin og fólkaskúlin verða løgd út, fyri tað um kommunurnar eru lagdar saman. Tí má og skal [...] Serliga er tað parturin, ið snýr seg um kommunusamanlegging og kommunuval, ið als ikki hongur saman. Tað er, sum sungið verður í táttinum, at »tað, sum vendir niður, vendir upp«. Ikki minst, tí tað als ikki
ikki at vera nakar trupulleiki). Hjá KÍ sær tað hinvegin rættiliga gott út, bæði á vøllinum og á stigatalvuni. Liðið er framvegis ósigrað í landskappingini, og teir hava gott fólk á øllum plássum. Gunnar [...] avgjørdur. Gott fólk á øllum plássum Runavíkingar, sum byrjaðu so bragdliga, hava nú lagt rygg til tveir stórar ósigrar, og spurningurin er nú, hvussu tað fer at ávirka sálarliga (hjá VB vísti tað seg ikki [...] At KÍ ikki ætlar sær at fara við ongum, tá landskappingin endar, fingu øll, sum vóru í Klaksvík og hugdu sunnudagin, eina sera góða ábending um. NSÍ var og vitjaði, og fyri aðru ferð á rað fóru fýra mál
settir, sum m.a. hava til uppgávu at vitja heimini og at vera við í tiltøkum, so sum at svimja við børnum. - Saman við dagrøktarmammum taka tær lut í felagsvirksemi, og hevur dagrøktarmamman brúk fyri [...] í sanginum "Upp á tá, stór og smá, syngið nú so hart, hurrá", fer ivaleyst at runga í, tá ið 250 dagrøktarbørn og dagrøktarmammur stevna í Gundadalshøllina í føðingardag. Tað er dagrøktin í Tórshavnar kommunu [...] nov., og nógv verður gjørt burtur úr degnum, sum verður hildin í dag. Væl stuðlað av handlum og fyritøkum í býnum, hevur dagrøktin fingið fløgg, keppar, ís og góðgæti til øll børnini, og stór og smá fáa
fyri hetta. Tey tosa væl og gjølla um, hvussu glað vitonnur eiga at vera fyri hesi ófullkomnu mannaverum, men látast at gloyma, hvussu tað man vera hjá teimum at vera júst tað. Sjálvandi, tá fyrst komin [...] men tó ein leið, vit koma at velja. Tað besthugsandi barnið hjá Boga og Birnu er ikki neyðturviliga tað, Ragnar og Rósa høvdu valt. Og her er tað, at lóggáva, ella rættari, politikkur, skal standa sína [...] trúgv, at tær onkursvegna fara at betra um teirra fatanarliga førleika. Og eg havi grúuliga trupult við at síggja nakran ósamanhang, ella frákopling, millum treytaleysan kærleika og tað, at royna at ávirka
er B68 flutt niður, og tað ætla Trygvi Mortensen og hansara menn sær ikki bara skal staðfestast, uttan at teir hava stríðst fyri sínum møguleika. Hjá B68 er miðvallar generalurin og liðformaðurin, Øssur [...] Toftum siga teir, at lagið hevur verið gott undir venjingunum. Síðst var leikluturin hjá brasiliumonnunum ikki serliga stórur á B68 liðnum. Spurningurin verður so, hvussu hann fer at verða í morgin. Higartil [...] vunnið tríggjar, meðan teir hava tapt tveir og spælt tveir javnar. Vágbingar fara at gera alt fyri at hava so góðan sluttspurt upp á kappingarárið, sum tað á nakran hátt ber til.
hendanvegin í ár. Uttan iva hevur tað eisini talt við, at ungi írin tykist at vera ein ævinýrari, sum fegin vil sleppa at uppliva eitt fjarskotið land, sum Føroyar Og kanska hava felags føroysk-írsku røturnar [...] verið eitt puslispæl, og vit hava verið sera hepnir. Mcfadden fer nevniliga við rúkandi fer upp eftir hitlistunum í Europa í løtuni, so um nøkur ár ber tað bara til at droyma um at fatur á honum, sigur [...] Mcfadden kemur nevniliga við egnum bólki, og væntandi varir konsertin út við 1½ tíma. At tað er eydnast at fáa eina so aktuella og kenda poppstjørnu sum McFadden hendanvegin er sambært fyrireikarnum úrlitið
seksti um eitt ár og fleiri av teimum eru farnir at nærkast eftirlønaraldri. Sjálvur fer formaðurin um tey seksti í heyst -Tí er tað eisini greitt, at stundin er komin at seta rudda slóð fyri at einum nýggjum [...] Niclasen í støðu til at taka við eftir teg? Nú eri eg ikki einsamallur um at velja formann, tí tað ger ting- og landsstýrismanning í felag. Og sjálvt um nógv ivast, tvíheldur hann um, at í hesum sambandi vigar [...] ikki meiri enn meiningin hjá nøkrum øðrum. - Men tað er greitt, at vit mugu fara at hugsa um at lata yngri kreftir sleppa framat. Anfinn Kallsberg sigur, at tá ið hann kom á ting á sinni, hevði Fólkaflokkurin
kring landið. Og hesa næstu tíðina er tað serliga løgreglan í Norðurøkinum, sum fer at vera úti um seg at kanna ferðsluna, sigur løgreglan. Norðurøkið fevnir um Eysturoy og Norðoyggjar og í hesum sambandi [...] tíðina fer Løgreglan at ansa serliga væl eftir ferðsluni. Tey hava áður boðað frá, at tey fara at leggja serliga stóran dent á at kanna ferðsluna um hesa tíðina, serliga nú, tað er vorðið myrkt og nú jó [...] sambandi kanna tey, sum feilir eru við bilinum, um hann er skøddur eftir forskriftunum, um lyktirnar lýsa, og um førarin hevur koyrikortið uppi á sær, sigur løgreglan.