250 børn í føðingardag hjá dagrøktini

Gundadalshøllin í Havn verður í dag karmur um stóra føðingardagin hjá dagrøktini

Niðurlagið í sanginum "Upp á tá, stór og smá, syngið nú so hart, hurrá", fer ivaleyst at runga í, tá ið 250 dagrøktarbørn og dagrøktarmammur stevna í Gundadalshøllina í føðingardag. Tað er dagrøktin í Tórshavnar kommunu, sum hevur 25 ára føðingardag 1. nov., og nógv verður gjørt burtur úr degnum, sum verður hildin í dag. Væl stuðlað av handlum og fyritøkum í býnum, hevur dagrøktin fingið fløgg, keppar, ís og góðgæti til øll børnini, og stór og smá fáa t-blusur við eini tekning, sum 1 ára gamla Emilia hevur gjørt.

Tiltakið byrjar longu kl. 7.30, tá ið dyrnar til Gundadalshøllina verða latnar upp. Á skránni eru sangur, spæl, klovnar, Andrass dunna, og annað. Umframt dagrøktarbørnini og dagrøktarmammurnar eru nógv boðin inn á gólvið. Eitt nú sosiala deild í Tórshavnar býráð, fyrrverandi dagrøktarmammur, og onnur.

- Vit vóna, at veðrið verður gott, soleiðis at so nógv sum gjørligt koma inn á gólvið fyrrapartin. Í kvøld skipa vit fyri einum tiltaki fyri dagrøktarmammunum, sigur Brynhild Joensen, sum hevur verið leiðari á dagrøktarskipanini seinastu trý árini. Undan henni hava Annika Nielsen og Ingrid Midjord verið leiðarar, ávikavist í 10 og 12 ár.


Úr 45 í 250

Tá ið dagrøktin byrjaði fyri 25 árum síðani, vóru 45 børn í skipanini.

- Í 1976 vóru 90 børn í skipanini, og 100 børn stóðu á bíðilista. Til hesi 90 børnini vóru 60 dagrøktarmammur, sigur Brynhild Joensen.

Í dagrøktarskipanini arbeiða í dag 57 dagrøktarmammur, og normeringin er 300 børn, men orsakað av troti á dagrøktarmammum, eru tey 250 í tali. Tórshavnar kommuna hevur søkt eftir fleiri dagrøktarmammum, nakrar eru settar afturat, men tørvur er kortini á uml. 10-15 afturat.

- Talan er ikki um at hækka normeringina av børnum, men tað er altíð ein ávís útskifting av dagrøktarmammum. Tí er trýstið altíð stórt, og tá er gott at hava fleiri dagrøktarmammur.


Nógvir batar

Sambært álitinum um barnaansingina í Tórshavnar kommunu, sum varð gjørt í 1996, skal dagrøktin mennast. Og hesi árini síðani hevur verið arbeitt við hesum í huga. Dagrøktarskipanin ræður í dag yvir trimum spælistovum, á Argjum, Inni á Gøtu og í Arnes Minde, har dagrøktarbørn skiftast um at koma. Somuleiðis hevur skipanin til taks Evangeliihúsið til samstarvsbólkar, har skipað verður fyri tiltøkum fyri børnunum. Tríggir økispedagogar eru settir, sum m.a. hava til uppgávu at vitja heimini og at vera við í tiltøkum, so sum at svimja við børnum.

- Saman við dagrøktarmammum taka tær lut í felagsvirksemi, og hevur dagrøktarmamman brúk fyri vegleiðing ella ráðgeving, kann hon seta seg í samband við økispedagogin, sigur Brynhild Joensen.

Dagrøktarmammurnar fingu nýggjan sáttmála 1. juni, sum kom í gildi 1. august. Hann er munandi betri enn tann undanfarni, bæði viðvíkjandi løn og arbeiðsviðurskiftum.