Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at um hjúnabandslógin verður broytt, so at samkynd eisini kunnu giftast, so fer hann ikki at taka stig til at gera nýtt ritual til signing av borgarliga giftum. Avleiðingin av hesum verður, at borgaliga vígd ikki longur kunnu verða signað í føroysku fólkakirkjuni.
Jógvan Fríðriksson sigur, at um lógin verður broytt, má eitt nýtt ritual gerast fyri at signa borgarliga vígd í kirkjuni. Men heldur enn at gera eitt ritual, ið ger mun á hinskyndum og samkyndum, fer hann einki ritual at gera.
- Avbjóðingin við signing av borgarliga giftum nemur tað vandamál, at kirkjan kemur at diskriminera, um vit einans hava ritual til signing av borgarliga giftum hinskyndum. Tess vegna er tað mest sannlíkt, at biskupur fer at mæla til, at signing av borgarligum giftum steðgar, sigur Jógvan Fríðriksson.
Hann sigur samstundis, at hann fer at geva sóknarprestunum tænastuboð viðvíkjandi ritualunum, so at eingi heimagjørd ritual vera nýtt.
- Antin hava vit eina kirkjuliga skipan við løggildum ritualum, ella hava vit onga skipan, sigur hann.
Orsøkin til, at kirkjan framyvir ikki longur fer at signa borgarliga vígd, um hjúnabandslógin verður broytt, er, at biskupur ikki vil gera eitt ritual, sum ger mismun millum hinskynd og samkynd. Samstundis heldur biskupur fast um, at hjúnabandið einans er millum mann og kvinnu. Tí metir hann tað vera betri at stegða siðvenjuni við at signa borgarliga vígd hinskynd heldur enn at gera eitt ritual, sum antin ger mismun ella gevur samkyndum somu rættindini til kirkjuliga signing.