Ambitiónunum hjá fyrireikarnum av Summarfestivalinum feila onki og við væleydnaða festivalinum í fjør í rygginum, setti teir sær skjótt fyri at stíla uppaftur hægri í ár. Í morgun kundi nevndin so avdúka, at tað verður ongin minni enn heimskenda írska poppstjørnan, Brian McFadden, sum verður høvuðsnavnið á Summarfestivalinum, sum verður í Klaksvík í døgunum 5. til 7. august.
Írskur ævintýrari
Í høvuðsheitum verður Summarfestivalin í ár skipað eftir sama leisti sum í fjør, har byrjað verður fríggjakvøld og hildið á til sunnudag. Men longu nú er greitt, at Brian McFadden kemur et eiga stóra partin av fríggjakvøldinum, eftir at ein ella tveir bólkar hava hitað upp. Mcfadden kemur nevniliga við egnum bólki, og væntandi varir konsertin út við 1½ tíma.
At tað er eydnast at fáa eina so aktuella og kenda poppstjørnu sum McFadden hendanvegin er sambært fyrireikarnum úrlitið av góðum samráðingum við agentar, sum hava ein fingur á pulsinum og ikki minst kunnu borga fyri góðsku. Í hesum sambandinum hevur væleydnaða festivalin og stóru nøvnini frá í fjør avgjørt verið eitt gott kort at hava í hondini, tá farið varð undir at keypa eitt so stórt navn hendanvegin í ár. Uttan iva hevur tað eisini talt við, at ungi írin tykist at vera ein ævinýrari, sum fegin vil sleppa at uppliva eitt fjarskotið land, sum Føroyar Og kanska hava felags føroysk-írsku røturnar eisini gjørt sítt til, siga fyrireikarnir.
- Hetta hevur verið eitt puslispæl, og vit hava verið sera hepnir. Mcfadden fer nevniliga við rúkandi fer upp eftir hitlistunum í Europa í løtuni, so um nøkur ár ber tað bara til at droyma um at fatur á honum, sigur Steintór Rasmussen, samskipari
Fjølbroyttur leygardagur
Enn er bert høvuðsnavnið á Summarfestivalinum avdúkað, men fyrireikarnir kunnu longu nú lova, at leygardagurin eisini í ár verður ein spennandi samanseting av føroyskum og útlendskum tónleikarum og bólkum á stóra pallinum, eins og í fjør. Harafturat kemur pallur 2 aftur í ár at hýsa eini røð av áhugverdum tónleikarum, so fólk kunnu ganga ímillum og annars hugna sær á stóra festivaløkinum.
Leygardagurin á festivalunum var sera væleydnaður í fjør og tí hava fyrireikarnir ikki viljað broytt hendan partin av tiltakinum stórvegis í ár. Tónleikaliga kann dagurin tí væntast at verða líka fjølbroyttur, har okkurt verður fyri flestu aldursbólkar.
Forsølan til Summarfestivalin 2005 er byrjað, og fram til 1. juni hava fólk høvi at ogna sær sera bílig atgongumerki. Annars ber til at frætta meir um Summarfestivalin á heimasíðuni www.summarfestivalur.fo