tá dysturin var liðugur. Eg mótmælti aftur í steðginum, og tá segði eygleiðarin, at hon ikki visti, hvussu hon skuldi skriva hetta inn, tí viðkomandi, sum skrivaði dómaraseðilin ikki var har júst tá. [...] mistakið, um teir eru samdir í mótmælinum. Lesið eisini: VÍF hevur kært hálvfinaluna Tá so er, so eigur dómaraborðið at gera dómararnar varugar við mótmæli alt fyri eitt, men tað hendi ikki í Vestmanna [...] Eg kannaði dómaraseðilin aftur, tá dysturin var liðugur, og tá var mótmælið skrivað sum viðmerking, skrivar Henrik Gerster á bólkinum, hondbóltskjak.
blaðstjóri, tóku orðið. Laila Solmunde var sera rørd av at vera vald til ársins kvinnu, men segði lítillátin, at hon ikki átti lut í heiðurinum einsamøll. Hon vónaði, at hetta fór at vera ein eggjan til [...] fast, at hann hevði ikki latið listasavnið á Sandi byggja, fyri at hann sjálvur skuldi verða heiðraður, men fyri at listaverkini, hann eigur, ikki skulu spjaðast í allar ættir. Orðið var eisini frítt, og [...] og ein, ið tók orðið, var Høgni Mohr, sum m.a. greiddi frá, um ta ferðina Sofus Olsen stýrdi sluppini Isabella í ódnarveðri, og hvussu háskúlastjórin Símum av Skarði hevði eggjað Sofusi at halda fram til
skilji eg ikki, leggur hon afturat. Hon sigur, at við hesum hevur løgmaður tikið støðu til at lívga menninar, heldur enn kvinnurnar. Men hon heldur eisini, at hetta kann koma javnaðarflokkinum aftur um brekkur [...] sum fara at vilja stilla upp, tí tær tíma ikki at verða brúktar sum ífylla. Ingrid Henriksen vil ikki nevna nøvn, men hon, men hon sigur, at talan eisini um kendar javnaðarkvinnur, sum hava stillað upp [...] um hjá Javnaðarflokkinum. Hon hevur staðið á odda í royndunum at nágreina vallógina, so at tað verður lættari hjá einum flokki at gera tveir listar í sama valdømi og hon var við í tvørpolitiska bólkinum
steðgar verðini Enski rithøvundurin Georgia Byng sigur um høvuðspersónin Molly Moon, at hon hevur skrivað um hendingarnar, sum Molly er fyri, tí at hon heldur tað vera órættvíst, at summi børn hava so ringar [...] nýggjar barnabøkur: »Eg var einaferð eitt kvøldið...«, »Gula ballónin«, »Mumi 5 - Trøllavetur« og »Molly Moon steðgar verðini«. Henrike Wilson: Eg var einaferð eitt kvøldið
Ein fitt bók um vinir, sum byrjar [...] byrjanini Eg var einaferð eitt kvøldið heima og hugnaði mær. Við eitt bankaði á dyrnar. Og hvør var har? Vinur mín! Hann segði, at hann ætlaði at siga mær eina søgu. Og so segði hann: - Eg var einaferð eitt
íslendska Altinginum verður ikki liðug at viðgera uppskotið um ES-samráðingar fyrr enn í næsta mánaði Tá íslendska stjórnin legði uppskotið um samráðingar við ES fyri Altingið, var ætlanin at fáa eina skjóta [...] í Altinginum hevur uppskotið verið í uttanríkisnevndini, og nevndin hevur nú boðað frá, at hon verður ikki liðug við viðgerðina fyrr enn í næsta mánaði. Altingið hevur fingið umleið 80 viðmerkingar til [...] Sigurðsson, sigur við Vísir, at nevndin fer at brúka ta tíð, sum er neyðug til viðgerðina, og at hon verður ikki liðug fyrr enn í næsta mánað.
Hann spurdi um hann hevði hug at sova eina nátt aftrat umborð á skipinum. Tá nikkaði hann bara! Pápin visti ikki um alt rokið fyrrenn hann var afturfunnin, men fyri ommuna og abban var talan um eitt kvøld [...] smæðist ikki fólk, segði mamman. Sum ein greivi Hóast drongurin ikki var saman við mammu og pápa sínum, og heldur ikki saman við ommuni og abbanum, so hevði hann onga neyð umborð. Enn er ikki greitt, hvussu [...] eittans ferðafólkið ikki bara alt, men ALT at siga: 2 ára gamli Jónas. Eitt knapt sekund í gjárkvøldið var hann sloppin sær umborð á Smyril, og hevði gist har í nátt. Tað var júst hetta sum var orsøkin til spenningin
Tá ið eg komi inn í stovuna um níggjutíðina, hevur Ulla longu etið. Hon tekur av borðinum, hon er so lítil og spinkul, fóturin tekur í teppið við tónum, hon er í ítróttarskóm, høgra hond tekur í metalringin [...] liggjandi í stólinum, og tá ið hon hevur sett hann fyri borðendan, reisir hon hann eitt sindur upp, so at hann situr upprættur. Fyrst tekur hon borðið av stólinum, so tekur hon fótstuðlarnar av og leggur teir [...] kappa, so leggur hon ein kodda undir høgra arm. Dan er í tjúgunum. Hon spyr, hvat hann skal hava, eg veit tað longu, men hann skal siga tað hvønn morgun, ljóðini vilja ikki, tað er sum um tað er ov nógv
í kvøld, og svarboðini søgdu, at teirra atkvøða ikki var komin í gjøgnum. - Tað eru vit ótrúliga vónbrotnar um, staðfestir Laila Carlsen í kvøld. Hon greiðir frá, at bara millum teirra nærmastu hava yvir [...] smsboð til 1212. Men Laila Carlsen greiðir í kvøld frá, at hon og systrarnar hava fingið sera nógv boð frá fólki í kvøld um, at teirra atkvøða ikki taldi við. Hesi hava tikið mynd av svarboðum, sum tey fingu [...] helmingurin upplivað, at teirra sms atkvøða ikki taldi við. Enntá bar ikki til hjá einum av systrunum sjálvum at greiða atkvøðu. Men Laila Carlsen heldur tó ikki, at hetta er nakað, sum ein kann gera nakað
Flesina, beint út úr Tvørafjørði. Men vestfall var, so hon vildi ikki inn á Tvørafjørð, sigur Johan Michael. Men Norðureftir vildu hon ganga og tí var gjørt av at royna at reka hana inn á Hvalba. Teir [...] søtari mundi tað ljóða, tá ið Michael samstundis boðaði frá, at talan var um rættiliga fitt av grind. Hann var farin út at rógva um átta tíðina mikumorgunin við báti sínum Todnesi, táið hann rendi seg í [...] Hvalbiarfjørði gekk hon yvir 9,5 fjórðingar. Bara ein lítil partur gjørdi landgongd. Summir grindamenn meintu, at høvdu bátarnir koyrt meiri á hana, lá hon øll uppi á turrum, so hart gekk hon. Men teir vóru
arbeiðis. Hon sleppur ikki so frægt sum til handils og má tí senda onnur fyri seg. Hevði tað ikki verið fyri tað, at skyldfólk og vinfólk vóru so fitt at hjálpt henni, hevði staðið illa til, sigur hon. Bodil [...] Kjartan skilir alt og er harmur um skilið. Skipanin er trupulleikin - Men tað er ikki hann, sum er trupulleikin. Trupulleikin er skipanin, ið ikki virkar. Tað kann heldur ikki vera rætt, at stuðulin fer í [...] hevði verið nøgd, um Kjartan bara fekk stuðul í fýra tímar um dagin í summar, tí so hevði hon fingið í hvussu er eina løtu at gjørt síni ørindini ella at hvílt seg. Mangan treingir hon til hvíld, serliga