- Eg veri í stóra skipi

Meðan 2 ára gamli Jónas hugnaði sær umborð á Smyrli í gjárkvøldið, leitaðu familja og onnur eftir honum í landi. Hann var av óvart farin ein túr um Suðuroyarfjørð í stóra skipinum.

- Vit vóru ovurfegin, tá vit frættua t hann var umborð. Vit vistu, at umborð á Smyrli var hann í góðum hondum, segði familjan.

Tað er øgiligur spenningur her við landgangin umborð á Smyrli.
Her standa fýra fólk við spenningi og bíða eftir at ferðafólkið skal koma í land: Eini foreldur og ein sera spent omma og maður hennara.
Tey leggja líka í øll tey mongu ferðafólkini sum koma í land. Fyri tey hevur eittans ferðafólkið ikki bara alt, men ALT at siga: 2 ára gamli Jónas.
Eitt knapt sekund í gjárkvøldið var hann sloppin sær umborð á Smyril, og hevði gist har í nátt.
Tað var júst hetta sum var orsøkin til spenningin í luftini: Drongurin var blivin burtur, men altso afturfunnin í øllum góðum umborð á skipinum.
Øll ferðafólkini eru nú komin í land, og í durinum sæst manningin standa. Í fanginum á einum teirra sæst høvuðspersónurin ella høvuðsferðafólkið í teirra eygum: Ein lítil og smílandi smádrongur, - púra ómerktur av øllum hurlivasanum hesar seinastu 14 tímarnar.
Í hondini hevur hann tvær stórar bamsur, sum hann hevur fingið frá manningini umborð. Hann fær nú eyga á ommuna, sum er hon ið fyrst rennur yvir til hansara.
- Åh, góðasti hjá ommuni. Sum omma er fegin um at síggja teg aftur.
Hann fær ein stóran og langan muss frá ommuni.
- Hvat hevur tú verið, góði?
- Eg veri í stóra skipi. Og stóra lastebil, svarar Jónas sum tað mest sjálvsagda í verðini.
Fyri hann var hesin túrurin bara ein spennandi uppliving í sínum unga lívi. Men fyri familjuna í landi hevur hetta hinvegin verið eitt minniligt kvøld:
Fyrst í ótta og stúran, síðani í gleði og takksemi, og nú at enda í sameining við tárum hesaferð við gleðistárum!
 
Forferdilig nátt
Tað hevur ikki verið nógvur svøvnur hjá familjuni í landi hesa seinastu náttina.
- Hetta hevur verið ein forferdilig nátt, er stutta viðmerkingin hjá ommuni til støðuna.
Hon er bæði glað og kedd alt ísenn. Nú Smyril nærkast landi, eru tað gleðistárini, ið taka yvirhond.
Endiliga fær hon fyrsta eygnasambandið við ommusonin. Åh, den lætti!
Foreldrini hava hildið seg eitt sindur aftur, men tá omman hevur mussað Jónas eina langa løtu, sleppa tey framat. Bæði eru tey týðiliga rørd, tí hetta er einasta barna teirra.
Jónas er glaður um at síggja tey aftur, men orkar eina løtu ikki meiri alla hesa hálsfevningina og mussingina. Hann vil sleppa at standa á egnum beinum.
Pápin setur hann frá sær, og so ger Jónas tað, sum kanska eingin hevði væntað: Hann fer spelandi yvir móti manningini á Smyrli. Hann vil sleppa umborð aftur, tí hetta hevur verið ein ótrúliga spennandi nátt.
Men nei. Foreldrini vilja hava hann við sær aftur og til húsa. Har bíðar honum tær kendu umstøðurnar og tann kæra apan, sum hann hevur havt sum leiku alla sína tíð.
- Nú hevur so sonurin roynt Smyril. Tað var løgið, at hann skuldi verða fyrri enn eg. Nú er vist tíð uppá at eg sjálvur farin ein túr, sigur pápin.
 
- Eg arbeiði!
Tá Smyril legði frá landi í gjárkvøldið kl. 19 vóru nógv vanlig ferðafólk við, sum ætlaðu sær aftur til húsa.
Lítið vistu hesi beint tá, at umborð var eisini ein lítil drongur sum ikki átti at vera har. Hann hevði snøgt sagt sníkt seg umborð á hetta flaggskip okkara, uttan at omman ella nakar annar hevði varnast nakað.
Omman var til arbeiðis á Farstøðini, og í brøkpartinum av nøkrum fáum sekundum var Jónas bara horvin. Hann var ongastaðni at finna.
Øll á Farstøðini vórðu sett í sving við at leita eftir dronginum. Og tað var ikki frítt, at teimum í huga lá tann ringast hugsandi útgangurin av hesi hendingin. Sorgarleikin fyrr í vikuni við trimum dreingjum slapst neyvan undan at gloyma.
Hóast væl var leitað og leingi, var drongurin ongastaðni at finna har í nánd. Hetta gjørdi støðuna bara enn verri.
Men lukkutíð, - eina løtu seinni frættust tíðindi av Smyrli, at har umborð gekk ein drongur, sum eingin tyktist hava ábyrgdina av.
Og so var gleði í landi. Serliga fyri ommuna var hetta ein ovurstórur lætti. Hon ringdi beinanvegin umborð og fekk fatur á ommusoninum.
- Hvat gert tú umborð á bátinum?, vildi omman hava at vita.
- Eg arbeiði!, var stutta aftursvar hansara.
Omman kundi nú taka tað meiri róligt. Men einki nyttaði at slappa heilt av, tí sonurin var ikki enn afturkomin í favn hennara.
Hon mátti bíða eina heila og langa nátt, til Smyril kom aftur á Havnina í morgun kl. 9.
- Tað er so gott við Jónasi. Hann er so líkatil og smæðist ikki fólk, segði mamman.
 
Sum ein greivi
Hóast drongurin ikki var saman við mammu og pápa sínum, og heldur ikki saman við ommuni og abbanum, so hevði hann onga neyð umborð.
Enn er ikki greitt, hvussu hann er farin umborð. Sannlíkt er, at lítil Jónas hevur sæð onnur fólk og børn fara umborð á Smyril, og so er hann bara farin aftaná.
Navn hansara er kent frá frásøgnini í Bíbliuni um navna hansara í hvalabúkinum. Og kanska var tað okkurt hagani, sum togaði okkara Jónas sama veg.
Nú er Smyril so væl útgjørdur at børnini hava ríkar møguleikar at stytta sær stundir við á ferðini um Suðuroyarfjørð. Tað sama gjørdi helst Jónas.
Men fyrr ella seinni er hann helst vorðin keddur av hesum. Tá so fólk samstundis vóru farin at leita eftir honum, var skjótt at gátan um henda dreingin var loyst og gleðiboðini um afturfinningina kundu fara til ta óttafullu familjuna í landi.
Nakað út á kvøldið sovnaði Jónas eina løtu, men tað vardi ikki leingi. Hann hevði fingið ein stuttan, men kortini gevandi svøvn, og tá hann vaknaði aftur, var hann í hopla.
Hann rann runt umborð á skipinum, og tann eini av manningini, sum hevði hann um hendur hetta kvøldið, hevði úr at gera við at fylgja aftaná honum.
Onkur óttaðist fyri, at hann kanska fór at vakna mitt í nátt, og síðani gráta, tí hann ikki kendi umstøðurnar. Men fyri Jónas var hetta eingin trupulleiki, tí hann var so pøstur eftir dagens strabadser at hann svav líka til Smyril var farin at nærkast Havnini í morgun.
Skiparin á Smyrli hevði eisini tosað við Jónas í morgun. Hann spurdi um hann hevði hug at sova eina nátt aftrat umborð á skipinum. Tá nikkaði hann bara!
Pápin visti ikki um alt rokið fyrrenn hann var afturfunnin, men fyri ommuna og abban var talan um eitt kvøld, tey neyvan fara at gloyma í bræði.
- Nei, nú eru vit bara so ovurfegin, segði omman, tá hon á landganginum aftur kundi taka sín elskaða ommuson í favn.
Tað var ikki frítt, at tárini runnu úr eygum hennara og hennara nærmastu.
- Fyrst nú kann eg slappa rættiliga av!