Eg mótmælti alt fyri eitt

VÍF-venjarin sigur, at hann alt fyri eitt mótmælti dómaraavgerðini, sum hevur fingið VÍF til at kæra hálvfinaluna móti Kyndli

 

 

Ein avgerandi partur í kærumálinum, har VÍF hevur kravt nýggja hálvfinalu móti Kyndli, er, nær bonkurin hjá VÍF gjørdi vart við mistakið.

 

Í reglugerðunum stendur, at slíkt mótmæli skal latast inn alt fyri eitt. Orsøkin til hetta er, at slíkt mótmæli gevur dómarunum møguleika at rætta mistakið, um teir eru samdir í mótmælinum.

 

Lesið eisini: VÍF hevur kært hálvfinaluna

 

Tá so er, so eigur dómaraborðið at gera dómararnar varugar við mótmæli alt fyri eitt, men tað hendi ikki í Vestmanna.

 

Lesið eisini: Skal viðgerast sum skjótast

 

Á Facebook skrivar VÍF-venjarin, Henrik Gerster, at hann alt fyri eitt gjørdi dómaraborðið vart við hendingina.

 

- Vit mótmæltu, tá hendingin fór fram. Eygleiðarin segði ok, og at vit kundu skriva mótmæli, tá dysturin var liðugur. Eg mótmælti aftur í steðginum, og tá segði eygleiðarin, at hon ikki visti, hvussu hon skuldi skriva hetta inn, tí viðkomandi, sum skrivaði dómaraseðilin ikki var har júst tá. Eg kannaði dómaraseðilin aftur, tá dysturin var liðugur, og tá var mótmælið skrivað sum viðmerking, skrivar Henrik Gerster á bólkinum, hondbóltskjak.