Tá ið eg komi inn í stovuna um níggjutíðina, hevur Ulla longu etið. Hon tekur av borðinum, hon er so lítil og spinkul, fóturin tekur í teppið við tónum, hon er í ítróttarskóm, høgra hond tekur í metalringin uttan á hjulinum, hon koyrir fleiri ferðir út í køkin. Fer stillisliga um, koppin og knívin, síðani glasið og mjólkina. Ulla er nýklipt heilt stutt, hon skifti frisuru, tá ið dóttirin giftist herfyri. Jan er eisini uppi, hann koyrir yvir á sítt pláss hinumegin borðið, og eg hoyri hann draga stólar eftir gólvinum fyri at fáa koyristólin rætt inn, nú er hann so svangur, at hann fer sjálvur út í køkin, koyrir einar tvær ferðir, men so kemur hjálpari hansara. Talar á hann, Jan svarar, ljóðið kemur heilt úr búkinum, bassur, tveir vokalar, men einki orð. Men etið verður, hoyrist bara ein hjálpari av og á, sum leggur lag á.
Nú koma øll so pø a pø, alt pør, eg hoyri, at Hans Marius kemur, tað eyðkenda klikkið av stavinum skiftir við skavið, tá ið hann dregur høgra fót fram. Hon gongur aftanfyri hann, eg hómi hana í reyðari troyggju, hon er minni enn hann, hon hevur aðra hondina á mjødnini á honum. Síðani kemur Dan, hann verður koyrdur, hálvt liggjandi í stólinum, og tá ið hon hevur sett hann fyri borðendan, reisir hon hann eitt sindur upp, so at hann situr upprættur. Fyrst tekur hon borðið av stólinum, so tekur hon fótstuðlarnar av og leggur teir til viks, so koyrir hon stólin inn undir borðið og gevur Dan ein fótskammil, hon setir føturnar á honum á skammilin, so at tærnar vísa fram, hann er í ítróttarskóm og kappa ítróttardrakr av merkinum kappa, so leggur hon ein kodda undir høgra arm. Dan er í tjúgunum. Hon spyr, hvat hann skal hava, eg veit tað longu, men hann skal siga tað hvønn morgun, ljóðini vilja ikki, tað er sum um tað er ov nógv luft í munninum, youghurt og breyð og kaffi, orðini koma við longum bili ímillum, hon skilur tey.
Nú kemur Svend, hann er til gongu í dag, hann hevur eina gongugrind, eina av teimum høgu, hon gongur aftanfyri hann , roynir at beina hann, hann gongur so skeivur. Hann skal hava te og viðskera, sum hann sjálvur eigur, úr køliskápinum í kjallaranum. Svend er akademikari, og kona hansara arbeiðir í fyrisitingini á tí kongliga sjónleikarhúsinum. Tá ið hon vitjar hann, tala tey um, at tey skula hava nýggja íbúð og selja húsini hjá sær, tí at Svend fær ikki búð í teimum við sínum breki, so hyggja tey á interneti og rokna útreiðslur út. Svend fær tosað, hann tosar og tosar, hann er so væl formuleraður, at hann kann lumpa ein at halda, at honum bagir einki, og tað er kanska verri….
Fýra menn og fýra konur, tríggir um miðjan aldur og ein ungur maður. Tær eru allar rættiliga ungar, allar tosa týðiliga og stillisliga. Allar eru í T-shirt og ítróttarbuksum. Teir eta morgunmat, og tær hjálpa.
Gjøgnum vindeygað síggi eg, at Irena er longu farin út, hon fer so kvikgongd eftir gøtuni, hjálparin fylgist við á einum rennihjóli við 3 hjólum. Kanska tað var ætlað Irenu, og kanska Irena vildi ikki ella fekk tað ikki at rigga at koyra á við øðrum beini og standa á einum beini? Tær fara sína leið, og í morgin hevur Irena gloymt, at hon hevur roynt rennihjólið í dag, kanska tað riggar betur tá.
Klokkan 10 fer hvør til sítt dagsverk.