Kvinnur vilja ikki stilla upp fyri Javnaðarflokkin

- Verður tað ikki lættari at gera kvinnulistar, er væntandi, at kvinnur fara at nokta fyri at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Suðuroystreymoy, sigur Ingrid Henriksen í javnstøðubólkinum hjá Javnaðarflokkinum

- Løgmaður hevur gjørt av, at hann vil heldur stuðla monnunum í Suðurstreymoy, enn hann vil stuðla kvinnunum.

Tað sigur Ingrid Henriksen, sum er í javnstøðubólkinum hjá Javnaðarflokkinum.

Hon hevur staðið á odda í royndunum at nágreina vallógina, so at tað verður lættari hjá einum flokki at gera tveir listar í sama valdømi og hon var við í tvørpolitiska bólkinum, sum hevði fund við løgmann herfyri um kvinnur í politikki.

Men sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, fáa tær ikki undirtøku frá løgmanni.

- Sjálvandi fara flokkarnir ikki at gera fleiri listar, meta teir, at tað verður ein vansi, sigur hon.

Hon vísir á, at hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymoy hevði tað ikki verið ein fyrimunur á seinasta vali.

- Men hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy hevði tað verið ein fyrimunur, tí tað hevði gjørt, at Helena Dam á Neystabø varð vald ístaðin fyri Kristian Magnussen.

Hon veit, at tað ber illa til at siga nakað við vissu, fyrrenn eftir eitt val, men hon sigur, at talan er um eina sjálvbodna skipan, sum flokkarnir eiga at fáa møguleikan til og so kunnu teir sjálvir viga fyri og ímóti.

- Hevði tað verðið lættari hjá einum flokki at gjørt fleiri listar í sama valdømi, hevði tað avgjørt gagnað kvinnunum hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy. Har flokkarnir meta, at tað ikki gagnar kvinnunum, verða fleiri listar ikki gjørdir, tí hetta verður sjálvandi ein sjálvboðin skipan, sigur Ingrid Henriksen.

- Men við síni støðu, forðar løgmaður fyri kvinnulistum og tað skilji eg ikki, leggur hon afturat.

Hon sigur, at við hesum hevur løgmaður tikið støðu til at lívga menninar, heldur enn kvinnurnar.

Men hon heldur eisini, at hetta kann koma javnaðarflokkinum aftur um brekkur.

- Eg kann siga við toluligari vissu, at hevði tað verðið lættari hjá einum flokki at havt fleiri listar í sama valdømi, hevði Javnaðarflokkurin í Suðurstreymoy gjørt ein kvinnulista.

- Men eg havi eisini eina greiða fatan av, at verður ongin kvinnulisti hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy, verða tað eisini nakrar kvinnur, sum fara at vilja stilla upp, tí tær tíma ikki at verða brúktar sum ífylla.

Ingrid Henriksen vil ikki nevna nøvn, men hon, men hon sigur, at talan eisini um kendar javnaðarkvinnur, sum hava stillað upp fyrr, men sum nú allarhelst fara at takka fyri seg.


Lættari at gera kvinnulistar

Tað, sum bólkurin av kvinnum vil tosa við løgmann um, er at broyta vallógina, so at tað eftir teirra tykki verður lættari at gera kvinnulistar burturav til løgtingsvalið, sum stendur fyri durum.

Eftir vallógini kann ein flokkur hava tveir listar í einum valdømi, mem tá vera atkvøðurnar hjá listunum taldar hvør sær. Sostatt hava listarnir verið roknaðir sum tveir sálvstøðugur listar.

Sum dømi kann nevnast, at fáa tveir listar hjá sama flokki 500 atkvøður í part, verður tað ikki roknað sum um at flokkurin hevur fingið 1000 atkvøður og tað kann gera tað torførari hjá flokkinum at fáa tinglim.

Tað, sum kvinnurnar nú vilja hava løgmann at syrgja fyri, er at taka politisk stig til at gera tað púra greitt, at atkvøðurnar hjá báðum listunum skulu teljast saman, so at báðir listarnir verða at rokna sum ein, tá ið talt verður upp.

Verður mannagongdin broytt, so at allar atkvøðurnar verða taldar saman, ætla í hvussu so er summir flokkar at gera reinar kvinnulistar verða atkvøðurnar taldar saman, fer tað at økja munandi um møguleikarnar hjá kvinnum at sleppa á ting.

Les eisini greinina: Løgmaður gongur ikki kvinnum á møti