høvdu hug at eftirmeta yvir fyri hvørjum øðrum. Spurningurin er so, um hetta var síðsta ferðin, at Eysturoyingur luttók í kappróðri. Tað fæst at síggja á fjarðastevnu í Kollafirði nú leygardagin. Sámal Hansen [...] meistari, sum røkkur fýra sigrum. Um Eysturoyingur aftur verður fremstur á Kollafirði, so verður talan um matchbólt í trimum teimum síðstu róðrunum. Spurningurin er so, um tað verður í nýggjum báti ella í [...] tað skilst, so er ætlanin, at nýggi báturin skal verða kappingarbátur burturav, meðan gamli Eysturoyingur, sum ikki er so ógvuliga gamal, skal brúkast at venja og fyrireika seg í. Tað er synd at siga, at
forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Talan er um sera fá dømi, og danir senda longu [...] sigur, at hetta er sera gott samstarv, ið sjónvarpið í Føroyum hevur gagn av. Hetta er óformelt samstarv, og gagnligt er t.d. við at knýta sambond til grannarnar. Steffen Johanssen úr Noreg er skrivari hjá [...] ið eru heima, eru stutt. Hóast Hallstein er klaksvíkingur, fær hann onki skot um skottilburðin í Klaksvík. Bara »small-talk« um góða veðrið og spurningar um teir báðar blaðmenninar, ið renna í hølunum
sigur m.a., at bøkurnar um Pumm vísa, hvussu tú gert tær greitt, hvør ein trupulleikin er, hvussu tú síðani loysir hendan og síðani hevur eyguni eftir honum. Skilliga er einki mark fyri, hvat Palli Pumm [...] Bókadeildin út myndabókina ?Mín fyrsta bók um Palla Pumm? í týðing eftir Gunnar Hoydal, og har varnaðist tú tann liðiliga málburðin og tey snøggu føroysku nøvnini. Nú er tann fyrra av teimum upprunaligu Winnie [...] sum menniskjur flest eru fyri. (Siga vit at 100 Metra skógurin er ein mynd av mannaheiminum, hvør er so Kristoffur Rói? Fyri ikki at tala um frásøgumannin?) Beinharður logikkur Tað, sum ger bøkurnar bæði
ivi er um, at báðir eru framúrskarandi hondbóltsleikarar, men hóast tað, so er stórur munur á teimum. Hans Guðmundsson hjá H71 er fyrst og fremst ein stórskjútti, meðan Jákup Jónsson hjá Kyndli er ein [...] føroyskan hondbólt. Tað er stór skomm at síggja, at tað eru teir eldru og royndaru leikararnir, sum ganga á odda við hesum, og somuleiðis tá man hugsar um tann nógva sjónleikin, sum nú eisini er komin í hondbóltin [...] teimum. Hóast verjan hjá teimum spælir rættuliga hart, so er hon eisini sera sterk, trupult er at sleppa framvið teimum. Er man so komin inn um verjuna, so hevur H71 í Jens Skipagøtu og John Hera Dam tveir
áhugavert og kveikjandi? ? Jú, tað er jú so, at kirkjubygningar frá ymiskum tíðarskeiðum siga okkum ein hóp um søguna langt aftur í tíðina. Ikki einans um byggisøgu, men eisini um ymisk onnur viðurskifti, ið [...] okkara niðurarvaða byggisið. Hetta er eitt ríkidømi; vit kunnu siga forfínað dømi um føroyska byggilist frá ymiskum tíðarskeiðum. Men tað gevur okkum eisini ábendingar um gerandis- og brúkslist, sum tóku [...] við kirkjuna og annað, ið skilliga vísir til tær stórbroytingar, ið fóru fram har tá. ? Er tað sama galdandi um okkara leiðir? ? Sjálvsagt. Hvørt tíðarskeið hevur havt sínar byggihættir, og tað besta og
Prestar er ójavnir til sinn og skinn, og tað er Jógvan sjálvandi eisini. Men fyri oyndfirðingar er eingin ivi um, at Jógvan hevur serstakar eginleikar sum menniskja, prestur og nú biskupur. - Tað er næstan [...] Tað er rættiliga kalt í veðrinum, henda 2. sunnudagin í advent. Hann hevur boðað frá hálku og kava á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er ikki einki um tað, tí hitamálarin á bilinum vísir 0 stig. Klokkan er farin [...] Vit eru sera fegin um at hann verður biskupur, men samstundis eru vit sera hørm um at missa hann sum prest, sigur ein maður. Hann veit um onkran kirkjuráðslim, sum ivaðist nógv í, um tey skuldu atkvøða
undirstrikað, at hann er rættuliga væl fyri. Tað eru fýra mánaðir, inntil OL kappingin í London verður á skránni, og inntil tá snýr tað seg um nógva, tunga og miðvísa venjing, og so er stóri spurningurin [...] málið er at toppa í London fyrst í august. Miðskeiðis í mai fer danska svimjilandsliðið yvir til USA, har tað í fýra vikur fer at verða vant í hæddunum. Tá ið tær venjingarnar vera av, verður farið til [...] vísa, at hon hevur verið. Nú verður Pál roknaður millum stinnastu svimjararnar á danska svimjilandsliðnum, sum í august skal taka lut í olympisku leikunum í London, og tað er ikki so undarligt, tá ið
løg á vegnum ella nakað sovorðið. Men tær royktu tó ikki, meðan tær stóðu yvir borðinum og arbeiddu. Tað gamla er farið Í dag er alt øðrvísi, enn tað var í byrjanini, sigur Høgni Sóloy, virkisleiðari. Og [...] á Skeljavirkinum á Oyri, sigur, at hansara meting er, at tað er ikki pláss fyri fleiri skipum at fiska skeljar. Tíðin, fiskað verður, er stutt, og nú vísir tað seg eisini, at nakað væl av tíð fer til leiting [...] Tær eru báðar í fyritøkuni enn, hóast tær nú arbeiða á rækjuvirkinum. Triðja kvinnan, sum var til arbeiðis fyrsta dag, var Súsanna Andreasen av Oyri, sum nú er givin at arbeiða. Tær tríggjar reinsaðu skeljarnar
fiskurinendar í teirrra londum, sjálvt um hægri prísur fæst í Føroyum til dømis. Í løtuni er tað soleiðis, at í Íslandi er prísurin á toski munandi lægri enn hann er í Føroyum. Kortini koma ongi íslendsk [...] blakast út aftur. Hetta er sett í lógina, tí tað er ikki rætt, at vit blaka partar av kvotum, sum vit hava samráðst okkum til útaftur. Tað er ein orsøk,men tað snýr seg eisini um, at vit eggja til at vitmenna [...] avgerandi føroyska fiskivinnan er fyri føroyska búskapin, sigur Høgni Hoydal, landsstýris maður við fiskivinnumálum. Hann vísir á, at endamálið við lógini um sjófeingi eisini er, at meira skal fáast burturúr
vera um eitt serligt fyribrigdi. Um menningina á landsliðnum, síðani vit fyri tíggju árum síðani fóru upp í altjóða fótbóltin, er Abraham eitt sindur ivasamur: - Tað er eitt sindur torført at meta um, tá [...] hevur spælt sjálvur. At spælið nú er øðrvísi er einki at ivast í, og hetta sæst kanska best, um tú hyggur eftir videoupptøkum av fyrstu landsdystunum. Føroyska liðið er í dag nógv longur frammi á vøllinum [...] hendingar inni á vøllinum, har onkur mótstøðumaður er farin langt út um mark - eins og eg sjálvur onkuntíð havi gjørt tað. Samanlagt hevur talan tó nærum bert verið um góð minni, og hetta sæst kanska best aftur