? Hvat fekk teg at fara í holt við at savna tilfar, tekna og skriva um føroysku kirkjurnar?
? Tað vóru tær betri umstøðurnar at fara undir annað enn beinleiðis arkitekt- og byggiarbeiði, tí byggivirksemið minkaði sum kunnugt munandi seinast í 80árunum. Men tankin hevur óivað verið har framman undan, og helst hevur hugurin at fara undir so víðfevnandi, men samstundis eisini áhugavert og kveikjandi, arbeiði leingi verið til staðar.
? Á hvønn hátt áhugavert og kveikjandi?
? Jú, tað er jú so, at kirkjubygningar frá ymiskum tíðarskeiðum siga okkum ein hóp um søguna langt aftur í tíðina. Ikki einans um byggisøgu, men eisini um ymisk onnur viðurskifti, ið týdning hava, skulu vit fáa neyvari innlit í fortíðina.
? Kanst tú nevna okkurt dømi um hetta?
? Til dømis fornkristna kirkjan í Istanbul, St. Sofía-kirkjan. Hon var upprunaliga bygd sum kristin kirkja í 7. øld; men tá ið muhammedsmenn tóku býin í 1453, og islam gjørdist átrúnaðurin har, varð hendan kirkja høvuðskirkjan ella -moskan har um leiðir. Hetta sæst í og á sjálvum bygninginum við tað, at innbúgvið varð flutt og snarað móti Mekka, fýra høgar minaretir vórðu settar við kirkjuna og annað, ið skilliga vísir til tær stórbroytingar, ið fóru fram har tá.
? Er tað sama galdandi um okkara leiðir?
? Sjálvsagt. Hvørt tíðarskeið hevur havt sínar byggihættir, og tað besta og fínasta í hesum kunnu vit enn á okkara døgum síggja endurspeglað í kirkjubygningunum frá ymisku tíðarskeiðunum. Eisini broytingar í byggiháttum og øðrum viðurskiftum kunnu lesast av í gomlu kirkjunum.
? Kanst tú nevna onkrar slíkar broytingar í Føroyum, sum síggjast aftur í kirkjum?
? Ja, til dømis var sóknarkirkjan í Kirkjubø fyrr katólsk; men aftan á trúbótina, og serliga seinni, varð hon umskapað, so hon hóskaði til tað nýggja. Tann serligi katólski dámurin, skartið og skreytið, hvarv so við og við. Kirkjan varð umbygd í 1874, og samstundis var allur hin gamli innibúnaðurin fluttur av landinum; men nú kemur hetta tó heim aftur. Og í 1968 varð kirkjan aftur heildarumbygd. Aðrar søguligar ábendingar eru eisini, eitt nú til tíðarskeiðið, tá ið svartideyði herjaði og annað.
? Hvat hevur so størstan týdning fyri teg sum arkitekt?
? Hóast eg havi alstóran áhuga fyri søgu, list og mongum øðrum, so man arkitektururin, tað er at siga byggisiðir, bygging, byggilist og alt, sum uppi í hesum hongur, hava mín størsta áhuga. Ikki minst í sambandi við kirkjurnar; tí tað, vit eiga av kirkjum, endurspeglar okkara niðurarvaða byggisið. Hetta er eitt ríkidømi; vit kunnu siga forfínað dømi um føroyska byggilist frá ymiskum tíðarskeiðum. Men tað gevur okkum eisini ábendingar um gerandis- og brúkslist, sum tóku seg upp her á landi.
? Kunnu vit yvirhøvur tala um serstakan føroyskan arkitektur ella serføroyskan byggisið?
? Hatta ljóðar kanska nakað hátíðarligt; men jú. Okkara upprunaligi byggisiður var tengdur at tí tilfari, sum var við hond. Grót, flag og rekaviður. Hetta broyttist so við og við, sum annað tilfar varð innflutt. So vóru nakrar øldir, tá ið økt samband og samskifti var við umheimin, og hetta rein eisini við byggisiðin; men aftan á fyrst í 14. øld er so gott sum einki stílárin komið uttanífrá fyrr enn í nýggjari tíð.
? Hvørji árin sipar tú til?
? Sum tú veist, eru tær báðar kirkjurnar í Kirkjubø, Ólavskirkjan og Magnusarkirkjan ella Múrurin, frá 12. og 14. øld, fyrra í romanskum, seinna í gotiskum stíli; og hetta bendir skilliga á neyvt samband og samskifti við Bretland og Skandinavia. Til dømis er grótlaðingarsniðið á leið tað sama í Kirkjubømúrinum sum í Rosenkrantztorninum á Bergenshus. Sama kann sigast um onkrar bygningar úti á Reyni í Havn og Stokkastovuna í Kirkjubø, sum óivað komu úr Noregi og vóru kanska fluttir í at kalla heilum líku haðani og so settir upp her.
? Hvussu síggja vit so, tá ið nýtt tíðarskeið tekur seg upp?
? Tað var, tá ið føroyingar aftur fóru at byggja av tøkum tilfari burturav. Fyrr vóru húsini grótlagað; mønan var rekaplanki; og so vóru sperrutrø og annað úr rekaviði. Seinni varð framsíðan evnað úr viði, men restin var framvegis grót.
? Nær kemur verulig broyting í, Palli?
? Móti enda 19. aldar, vildi eg sagt. Tá falla grótsíðurnar burtur; men langt upp í tíðina hevur grótveggur staðið upp ímóti ættini. Annars vóru húsini jú bygd javnfjar við jarðarmunin. Og stórviðurin var bundin í grótveggirnar.
? Hevði hetta árin á kirkjurnar?
? Ja, við amtstíðini fyrst í 19. øld kom tann siður at byggja úr viði, fyrst tey stóru embætishúsini. Frá 1820árunum og nøkur ár fram vórðu tær 23 eyðkendu trækirkjurnar bygdar, og av hesum standa framvegis 10 uppi enn. Men eftir einahandilin í 1856, tá ið alt samfelagið broyttist, sæst aftur skilligt stílárin uttaneftir, nevniliga nýklassisisman.
? Hvussu byrjaði sjálvt arbeiðið við bókunum um kirkjurnar?
? Kirkjubygningar haldi eg altíð geva íblástur. Og nakað av tilfari hevði eg longu framman undan. Men so fór eg ein túr runt í oyggjunum á sumri 1994 at skatta dýpið, uppliva og tekna, tí ikki minst hetta seinasta fremur fatanina. Eg teknaði ta summarið allar tær tíggju trækirkjurnar, nevndar vórðu í áðni. Hetta var stuttligt og eggjandi, ein stór uppliving. Og fólk vóru bæði fyrikomandi og áhugað.
? Hevði tí longu tá gjørt av at fara undir bókaútgávu?
? So líðandi fekk eg tað hugskot at gera eina bók um tær tíggju kirkjurnar; men her var so sjálvsagt neyðugt við góðum og hóskandi teksti. So farið varð undir at kanna, hvørjir tekstir longu vóru tøkir. Og annað tilfar var eisini at finna og kanna. Kristoffer Kristoffersen hjá Landsverkfrøðinginum hevði í samstarvi við Sverra Dahl mált upp fimm av kirkjunum; restina høvdu arkitektlesandi gjørt fyri Fornminnissavnið. So gekk eg ígjøgnum alt hetta tilfarið.
? Fingust aðrar heimildir til vega?
? Ja, lesandi á Fróðskaparsetrinum høvdu skrivað um kirkjurnar, tá ið Petur Martin Rasmussen starvaðist har, og hetta kom væl við. Eisini sýndi Jóannes Dalsgaard søgufrøðingur og leiðari á Landsskjalasavninum stóran áhuga og útvegaði upprunatilfar frá bispaarkivinum í Danmørk. Jóannes skrivaði greinir, beyð sær til at ráðgeva, og tað kom væl við í arbeiðinum. Somuleiðis stuðlaðu kirkju- og bygdaráð dyggiliga, eisini fíggjarliga. Hesi og onnur sýndu øll stóran áhuga og vælvild.
? Men tað varð ikki bara tann eina bókin?
? Nei, tí fyrsta bókin, sum vit júst hava talað um, var so væl móttikin, at tað eggjaði til at fara undir eina veruliga føroyska kirkjubyggisøgu. Sum tú minnist, kom 2. bókin, tann um hválvkirkjurnar, út í fjør. Triðja bókin fer til prentingar nú, og tað er aftur hin dugnaligi John Dalsgarð, ið skipar fyri tí tekniska. Hon kemur út í heyst. Og arbeiðið við hini fjórðu og seinastu byrjar av álvara komandi summar; væntandi kemur hon út tíðliga næsta ár.
? Takk fyri, Palli, og góða eydnu við tiltakinum.
? Sjálvur takk.