Pál er ein av stóru vónunum hjá dønum

Svimjing Høvuðsábyrgdina fyri donsku OL svimjarunum eigur Lars Sørensen, sum vónar, at teir tíggju donsku svimjararnir fara at vinna í minsta lagi fimm pláss í finalunum, og at tað fer at eydnast at vinna í minsta lagi tvey heiðursmerkir

Jóannes Hansen

Í gjár varð punktum sett fyri Danish Open, sum síðani hósdagin hev­ur verið í Keypmannahavn.
Pál Joensen luttók í kappingini, og vágbingurin gjørdi orduliga bart. Danir eru eitt sindur kløkkir av, at framgongdin hjá føroyinginum hev­ur verið so framúr, sum tíð­irnar vísa, at hon hevur verið. Nú verður Pál roknaður millum stinn­astu svimjararnar á danska svimji­lands­liðnum, sum í august skal taka lut í olympisku leikunum í London, og tað er ikki so undarligt, tá ið havt verður í huga, hvørji avrikini vóru, tá ið bestu donsku svimjararnir í vikuskiftinum vóru savnaðir í Keyp­mannahavn:
Pál vann 400, 200 og 1500 metra kappingina í frísvimjing, og Pál var nógv tann eyðsýndasti, tá ið tað leygarkvøldið eydnaðist danska lands­liðnum at tryggja sær rættin at taka lut í 200 metra liðkappingini í frí­svimjing.
Jón Bjarnason ásannaði, at tíðin í 1500 metra kappingini ikki var so góð, sum Pál fleiri ferðir áður hevur megnað, men hann var sjálvandi fegin um avrikini hjá Páli:
– Tunga venjingin, framúr av­rikið í 200 metra liðkappingini og øll prátini við tíðindafólkini aftaná, mundu órógva fyrireikingarnar til 1500 metra kappingina. Nú tá ið vit eru á veg til hús, so er tað ser­liga tíðin í 400 metra kappingini – 3:46.84 – sum eg eri væl nøgdur við, staðfesti Pál Joensen eftir kapp­ingar­lok í gjárkvøldið.

Tvey heiðursmerkir
Høvuðaábyrgdina fyri donsku OL svimjarunum hevur Lars Sørensen. Tíggju danir hava tryggj­að sær rættin at luttaka í OL svimji­kapp­ing­unum, og ábyrgdar­maðurin er vón­ríkur:
– Vit rokna við, at tað fer at eydn­ast at vinna okkum fimm finalu­pláss, og at tað fer at eydnast at vinna tvey heiðursmerkir.
Ein av teimum, sum tað verður roknað serliga nógv við, er Jeanette Ottesen Gray, sum síðsta summar vann HM í 100 metra frísvmjing, og ein annar er Pál Joensen, sum fyri langari tíð síðani hevur kvalifiserað seg til 1500 metra OL svimjingina, og sum í vikuskiftinum hevur undir­strikað, at hann er rættuliga væl fyri.
Tað eru fýra mánaðir, inntil OL kappingin í London verður á skránni, og inntil tá snýr tað seg um nógva, tunga og miðvísa venjing, og so er stóri spurningurin, hvussu tað verð­ur við niðurtrappingini, og hvussu tað fer at eydnast at raka dagin, sum tað plagar at verða tikið til.

Í hæddirnar í USA og til Róm
Næstu vikurnar fara teir báðir, Pál Joensen og Jón Bjarnason, at ar­beiða miðvíst og nógv, og so eru venjingar og kapping saman við dønum eisini á skránni.
EM verður í Ungarn í mai, men tí kappingini fara Pál Joensen og donsku OL svimjararnir ikki at lut­taka í. Kappingin passar ikki inn í ætlanirnar, tá ið málið er at toppa í London fyrst í august.
Miðskeiðis í mai fer danska svimjilandsliðið yvir til USA, har tað í fýra vikur fer at verða vant í hædd­unum. Tá ið tær venjingarnar vera av, verður farið til Róm, har síðsta altjóða kappingin undan olympisku leikunum verður á skránni.
Tað verður ikki roknað við ser­liga góðum tíðum í Róm, men tað er sjálvandi spennandi at fylgja við, tá ið allir teir bestu hittast, hóast teir ikki vera á toppinum fyrr enn nakrar vikur seinni.


Pál í Danish Open


400 metra frísvimjing
1. Pál Joensen 3:46.84
2. Mads Glæsner 3:46.93
3. Frans Johannessen 3:56.76

200 metra frísvimjing
1. Pál Joensen 1:48.98
2. Mads Glæsner 1:49.05
3. Daniel Skaaning 1:49.85

4x200 metra frísvimjing
Mads Glæsner 1:49.46
Daniel Skaaning 1:49.04
Anders Lie 1:49.09
Pál Joensen 1:47.79
Samlað tíð 7:47.79

1500 metra frísvimjing
1. Pál Joensen 15:04.39
2. Mads Glæsner 15:20.49
3. Anders Lie 15:43.49





joannes@sosialurin.fo