Oyndarfjørður: Tað er rættiliga kalt í veðrinum, henda 2. sunnudagin í advent.
Hann hevur boðað frá hálku og kava á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er ikki einki um tað, tí hitamálarin á bilinum vísir 0 stig.
Klokkan er farin at nærkast middegi, og runt í fleiri heimum eru fólk farin at gera seg klár at fara í kirkju í dag.
Hetta eru tey so von við, men í dag er ein serstakur dagur uppá mangar mátar: Í fyrsta lagi skal fyrrverandi sóknarpresturin og núverandi biskupur prædika. Í øðrum lagi skulu tveir av konfirmantunum fyrstu ferð til altars. Og í triðja lagi, er altíð gott at koma saman í Gudshús at hoyra, hvat Hann vil siga við tann einstaka júst henda dagin.
Tá prestur ikki er við gudstænastuna, verður lestur lisin. Tá kemur eitt rættiliga fast tal av fólki í kirkju, men tá prestur er, koma altíð fleiri.
- Eg vænti enn fleiri fólk í dag, nú hann er vorðin biskupur og skjótt flytur til Havnar. Vit koma at sakna hann nógv, sigur ein kvinna, sum hevur havt sítt fasta pláss í kirkjuni.
Eitt gott prát
Kirkjutænararnir eru komnir í kirkjuna, og um eina løtu kemur ein bilur oman fjøllini og setur kós móti kirkjuni.
Úr bilinum kemur Jógvan við kufferti í hondini, og fer beina leið innar í kirkjukórið. Hann heilsar blídliga uppá kirkjutænararnar og teir fáa eitt prát saman.
- Hann dugir so væl at práta við fólk, sigur ein teirra.
Hóast klokkan er farin at nærkast 12, verður prátað saman eina løtu aftrat. Umsíðir fer biskupur inn í sakristi’ið at lata seg í prestakjólan og heingja bispakrossin um hálsin.
Klokkarin fer upp í tornið og byrjar at ringja til gudstænastu. Løtu seinni tekur urguleikarin yvir og síðani lesur deknurin inngangsbønina.
Ein av seinastu gudstænastunum hjá Jógvani í Oyndarfirði er byrjað. Hann verður kortini aftur at hoyra 4. sunnudag í advent, tá ein dópur er á skránni.
- Tað er langt síðani, at hesin dópurin var planlagdur. Og so komi eg eisini higar jólakvøld kl. 6, eins og siður hevur verið, sigur Jógvan.
Dagsins prædika, um tær fimm hygnu og fimm óhygnu moyggjarnar kann lesast aðrastaðni í blaðnum.
Gleði og harmur
Kirkjufólkið í Oyndarfirði og Sjóvar prestgagjaldi mugu so smátt venja seg við, at Jógvan kemur ikki so ofta at prædika her sum áður.
1. desember tók hann við sum biskupur Føroya, og millum jóla og nýggjárs fer hann at flyta inn í bispagarðin í Havn.
- Ja, vit vita ikki rættiliga, hvat vit skulu siga: Vit eru sera fegin um at hann verður biskupur, men samstundis eru vit sera hørm um at missa hann sum prest, sigur ein maður.
Hann veit um onkran kirkjuráðslim, sum ivaðist nógv í, um tey skuldu atkvøða fyri Jógvani sum biskupi.
- Fekk hann atkvøðuna, so merkti tað tað sama, sum at missa ein góðan sóknarprest!
Hóast henda ivan, varð Jógvan valdur við sannførandi meiriluta av kirkjuráðslimum kring oyggjarnar.
Álvari og gaman
Prestar er ójavnir til sinn og skinn, og tað er Jógvan sjálvandi eisini. Men fyri oyndfirðingar er eingin ivi um, at Jógvan hevur serstakar eginleikar sum menniskja, prestur og nú biskupur.
- Tað er næstan sjáldsamt at hitta ein og sama persón, sum hevur so nógvar góðar eginleikar.
- Samstundis sum hann er fólksligur og skemtingarsamur, er hann eisini sera andaligur og álvarsamur. Ein maður tú kanst tosa um øll lívsins viðurskifti við, sigur eitt annað av kirkjufólkunum.
- Ja, eg haldi eisini, at tað góða við honum er, at hann altíð minnist til tey minni mentu í bønum sínum, sigur ein eldri kona.
Tað er skilligt, at tey koma at sakna sín sóknarprest seinastu mongu árini. Tey ynskja honum nú blíðan byrð og Guds vælsignilsi í nýggja starvinum.
Ikki leypa avstað
Jólamánaðurin er tann tíðin, har prestarnir hava úr at gera.
Teir skulu passa sínar kirkjuligu skyldur í sóknini, vera við tá jólatrø verða tendrað og hava andaktir á ymiskum støðum, bara fyri at nevna nakað. Samstundis við hetta skulu teir skriva ein hóp av jólaprædikum.
Jógvan er einki undantak í so máta. Umframt ein hóp av fundum og samrøðum í sínum nýggja starvi, skal hann eisini røkka runt til allar kirkjurnar í sóknini at siga farvæl og takka fyri tíðina.
Tað er skilligt, at henda partin ætlar biskupur at geva sær góða tíð til.
- Ein kann ikki bara leypa avstað, uttan at hava vitjað kirkjurnar og kirkjufólkið. Ein kann ikki vera prestur í ein sókn í dag, og so knappliga boða kirkjufólkinum frá, at hann fer í annað prestastarv dagin eftir.
- Nei, hetta krevur sína tíð, og soleiðis skal tað vera, slær Jógvan fast.
Tá hann í síni tíð søkti av Viðareiði og út á Gjaranes sum prestur, fór ein fráboðan um hetta til allar fimm kirkjurnar í sóknini sama dag sum umsóknin fór avstað!
Altíð Jógvan
Gudstænastan í Oyndarfjarðar kirkju er liðug. Hon var nakað longri enn aðrar, tí altargongd við nógvum altargestum eisini var á skránni.
Útgangsbønin er lisin, biðisløgini eru liðug og urguleikarin spælir eitt vakurt stykki. Jógvan fer fyrstur oman eftir kirkjugólvinum, tí hann vil fegin heilsa uppá kirkjufólkið og ynskja teimum Guds signing yvir dagin.
Fólk takka fyri, og ynskja Jógvani sjálvum góðan arbeiðshug í nýggja starvinum. Jógvan og kirkjufólkið eru á somu bylgjulongd.
- Tá Jógvan kom her, høvdu vit stóra virðing fyri honum. Tá tosaðu vit altíð um Prest. Seinni bleiv tað til Jógvan prestur ella bara Jógvan.
- Hetta fara vit í øllum førum at halda fram við. Hóast hann nú er vorðin biskupur, fer hann altíð at vera Jógvan í okkara eygum og hjørtum, sigur ein eldri kona.