varðveita maktina, meðan politikkurin og harvið trupulleikarnir hjá samfelagnum og fólkinum, í besta føri, koma í aðru røð. Besta dømið um ráða- og atgerðarloysi landsstýrisins er framlagda fíggjarlógaruppskotið [...] útreiðslur fyri einar 200 mill. ikki eru tiknar við. Ruðuleikin í arbeiðinum við at fáa fíggjarlógina at hanga saman prógvar, at samgongan í ábyrgdarloysi tók alt ov rívan til, tá ríkisstuðulin varð skorin [...] enntá eru verri enn tá hin nívandi samfelagskreppan var í hæddini. Framvegis gerast bíðilistar bara longri, og deildir á sjúkrahúsunum verða eisini í 2003 stongdar vegna sparingar. Landsfundurin átalar somuleiðis
fólkafundur ímóti harðskapi ímóti kvinnum fyri fyrstu ferð hildin í Føroyum, og nógv brigdi av hesum ódámliga og forkastiliga atburði vóru borin fram í ljós og sett á svartalista sum eitt neyðugt stig á strævnu [...] heldur ikki í hesum samanhangi koma sum kettur úr høvdatrog, hóast onkur kanska vil halda tað. Hetta hava verið slagorðini á kvinnuráðstevnum ST´s, og eg eri sannførd um, at tey har yviri hava grein í sínum [...] tað kríggið ið hesaferð alt sum tað er eftir ætlan skal sprænast beint inn í spenningsnervarnar á øllum heimsins hampafólki inni í teirra egnu stovum. Hjá okkum sum so manga aðrastaðni verður sagt, at vit
fyrsta pláss, og tað var eisini teimum tillutað. Tilukku við tí, dreingir. Í eini kapping er bert ein vinnari. Í Prix Føroyum fara at vera 27 taparar, men tónlistarliga kann ein ongantíð tapa. Hetta skal [...] sum fóru at kappast um 1. og 2. pláss. Týr, sum hevur gjørt seg galdandi í altjóða høpi, og Hatespeech, sum hevur staðið seg væl í Prix-kappingum áður. Eg eri blivin rættuliga kynisk ígjøgnum árini, og tað [...] trúgv mær; eg havi verið ein íðin konsertgangari í mong ár. Men takk Gud og lov, tað hendi hetta kvøldi. Gestir vóru fyrst á palli og eg fangaði meg sjálva í at hugsa: Áh, tit armu staklar, sum ikki uppliva
varð spæld 26. og 28. november. Tilsamans 31 pør spældu við í Føroyum. Í Havn 12 pør, í Fuglafirði 9 pør og í Klaksvík 10 pør. Úrslit 26. nov. í Tórshavn (pørini yvir miðal ? miðal er 165) 1. Hans Jacob [...] desember, er avlýst. Í staðin hevur Bridgedeild Kaggans einstaklingakapping í Bridgehúsinum 8. desember kl 14.00. Hetta er ein opin kapping, men fólk skulu melda seg til kappingina í seinasta lagi dagin [...] Eitt annað EV par í Bridgehúsinum, Jógvan Ranghamar og Carl Mikkelsen, meldaði og vann eisini 4hj, men teir vóru ikki duplaðir. Tey, sum hava hug at síggja hvussu pørini hava staðið seg í Evropa, kunnu fara
»Nú eru vit blivnir danskarar« er eitt tað seinasta tú segði við meg. Niclas hevur búð í Randers í nøkur ár og eg í Aalborg. Niclas skuldi læra til sløkkiliðsmann. Spenningur og vandi, útrykningur við fullari [...] einaferð eg var og vitjaði teg í Randers. Tú hevði helst funnið títt lívsstarv, og vegirnir lógu opnir fyri tær. Ætlanin mundi vera, at tú einaferð skuldi vera sløkkiliðsmaður í Føroyum. Niclas kendi nógv, og [...] øll at flenna. Niclas var væl umtóktur! Einaferð sleyrdu vit kirkjugarðin í Nólsoy, tú og eg. Tosaðu í spølni um, hvar á leið í garðinum vit einaferð komu at liggja. Báðir væntaðu vit at koma at liggja
formaður í maskinmeistarafelagum sigur, at í nevndini í felagnum er ongin slingur í valsinum. -Vit eru púra samdir um, at leggur løgtingið seg uppí málið, er tað so álvarsligt, at so verða tiltøk sett í verk [...] verk, sum fara at merkjast víða um í samfelagnum. Hann sigur, at nevndin í felagnum hevur tosað nógv um, hvørjir møguleikar eru fyri at seta tiltøk í verk, um tað skuldi hent, at løgtingið blandar seg uppí [...] hesir stovnar lagdir lamnir, verður kreppa í samfelagnum, tí streym, heilsuverk og strandferðslu kunnu vit ikki vera fyriuttan. Finnleif Guttesen ivast ikki í, at kemur ein áheitan frá felagnum, fara m
at gera í løtuni. Teir hava siglt við grønlendskum og føroyskum skúlanæmingum umframt at vera uppi í bæði fiskivinnu og oljuvinnu. Í løtuni hava teir 8 skip. Tvey av teimum eru leigað. Tvey eru í fiskivinnuni [...] var regionstjórin í Norsk Veritas, Peter Bjerager og økisleiðarin fyri Føroyar Andrass Joensen, í Hósvík og handaðu P/F THOR váttan fyri ISM og ISO 9002. Hetta merkir, at P/F THOR í Hósvík nú er certificerað [...] góðskan gerst jøvn. Skipanin er uppbygd av ymiskum mannagongdum, sum m.a. bera í sær at fyribyrgja og læra av mistøkum. Í Føroyum eru bert einstakar fyritøkur ISO 9000 góðkendar. ISO góðskugóðkenningar verða
kann skipanin føra við sær, at ágóðin av tilfeinginum undir Føroyum verður tilvildarliga ognað nøkrum fáum og tað er í stríð við ásetingina í lógini um, at tilfeingið er ogn Føroya fólks. Annar trupulleiki [...] verða seldir við stórum vinningi? Hendan spurning hevur Búskaparráðið sett sær í seinastu frágreiðingini, sum kom út í farnu viku. Sjálvt heldur ráðið ikki, at tað er rímiligt. Tí heldur tað, at tað rættasta [...] sjálvt seldi fiskidagar. Tvs, at tað er ein meiriluti í Búskaparráðnum, sum heldur hetta, tí tað er ikki heilt samt um hesa niðurstøðu. Einasti reiðari í Búskaparráðnum, Anfinnur Olsen, er ímóti at tað almenna
stjørnuskot. Nú skuldi ruddast upp í Føroyum, lovaði Bjørn. Tá ein, dagin í dag, roynir at frætta eitt sindur frá hesi stóru uppruddingini, millum annað við at spyrja limirnar í nevndini, sum hevur kannað, og [...] dialog við Bjørn. Eg skal í tveimum pettum royna at lýsa politiska samarbeiðið millum Bjørn og meg. Seinasta fríggjadag stoytti Bjørn aftur eina spann omanyvir baði flokkin og meg. Í greinini verði eg kallaður [...] forstokkaður o.m.a. Læt tað fara. Tann liberala dimensjónin Sambandsflokkurin hevur í høvuðsheitum tvær dimensjónir í síni stevnuskrá. Onnur dimensjónin er tann liberala dimensjónin, ið millum annað er
tykist fullveldissamgonguni líkari at seta út í korti uttan konsekvensútgreiningar fyri borgaran. Tá hesar fyriliggja, verður als ikki lurta eftir teimum í Føroyum ídag. Slíkt hevur onki við hvørki politikk [...] samansett av mongum skeivleikum, ið sjálvandi raka pensionistin beinleiðis, nú tað er sett í verk. So Tjóðveldisfloksins rødd í løtuni tykjast mær vera krokodillutár. Tí tað lekur ímillum teori og praksis tá ein [...] Uppskotið:Eins og Fullveldið: konsekvensútgreiningar, ikki gjørdar og als ikki tiknar í álvara . Ein fer at ivast í, um hetta uppskot yvirhøvur er konsekvensroknað áðrenn tað varð lagt fram á Føroya Løgting