Andstøðan virkin:
Andstøðan í trivnaðarnevndini (Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin) kom við broytingaruppskotum, ið kundu rættað uppá nakrar av skeivleikunum sum nýggja lógin førdi við sær
?t.d. høvdu eftir okkara uppskotið allir pensionistar fingið meira,
?grundarupphæddin skuldi prístalsregulerast framyvir,
?munur ímillum ?gift? og ?støk? varð tikin burtur.
?Botnfrádrátturin hækkaði o.a.
Krokodillutár:
Men ?sjálvandi? feldi samgongan, íroknað umboð Tjóðveldisfloksins uppskot okkara, tí ?hvad fatter (landsstýrið) gør, er altid det rigtige?. Landsstýrisuppskotið skuldi samtykkjast - sjálvt um tað var samansett av mongum skeivleikum, ið sjálvandi raka pensionistin beinleiðis, nú tað er sett í verk. So Tjóðveldisfloksins rødd í løtuni tykjast mær vera krokodillutár. Tí tað lekur ímillum teori og praksis tá ein vælvitandi samtykkir uppskot fult av feilum og síðan niðurgerð tað beint eftir. Hevði tað ikki verið rættari ikki at samtykt uppskotið við t.d. broytingum sum minnilutin mælti til?
Uppskotið:Eins og Fullveldið: konsekvensútgreiningar, ikki gjørdar og als ikki tiknar í álvara .
Ein fer at ivast í, um hetta uppskot yvirhøvur er konsekvensroknað áðrenn tað varð lagt fram á Føroya Løgting. Eiga slík uppskot at verða løgd fram uttan at slíkar útgreiningar eru gjørdar? Er ikki eitt ov vánaligt arbeiði gjørt, um slíkar greininar ikki eru gjørdar áðrenn uppskotið verður lagt fram?
Harra Løgmaður:
Tað tykist fullveldissamgonguni líkari at seta út í korti uttan konsekvensútgreiningar fyri borgaran.
Tá hesar fyriliggja, verður als ikki lurta eftir teimum í Føroyum ídag.
Slíkt hevur onki við hvørki politikk ella teknik at gera.
Slíkt er ábyrgdarleysur politikkur!
Var tað ikki tað, ið koyrdu Føroyar fallit.
Og var tað ikki tað, ið ikki skuldi henda aftur?
Umboðar løgtingsmaðurin veljaran ella landsstýri:
Hendan viðgerð setir fram nógvar spurningar:
Eigur løgtingsmaðurin ikki at verja sínar veljarar ímóti vánaligum uppskotum sum hesum? Skal eitt vánaligt Landsstýrismannaarbeiði við fullari megi sláa ígjøgnum í Føroya Løgtingi og vera samtykt heldur enn steðga ella broytt?
Eigur veljarin at verða tikin gísli orsaka av sínum løgtingsmanni, ið vil verja samgonguna heldur enn veljaran, sum vit síggja í hesum føri?
Tað varð gjørt í hesum føri, sjálvt um vit vistu at hetta uppskot hevði so nógvar skeivleikar, at gølan var vís um tað var samtykt av Føroya Løgtingi.
Er tað ikki samgongan við løgmanni á odda, ið hevur ábyrgdina av at skandaluuppskotið er lagt fram og samtykt?
Áttu løgmaður og samgongan ikki at tikið konsekvensin av hesi gølu og lagt frá sær?.
Gamla pensiónslógin eigur at halda fram fyribils:
Gamla pensiónslógin átti at veri sett í gildið aftur. Tó skuldu upphæddirnar verið reguleraðar upp frá 1 januar 2000. Sum andstøðan hevur lagt uppskot um fleiri ferðir síðan valið.
Ein nýggj pensiónslóg við ásetingum átti ikki at verið løgd fram fyrrenn hon var betri enn tað núgaldandi á øllum økjum. Eftir at hava verið til hoyringar hjá pensionistafeløgum, MBF og brúkarum annars, eins og konsekvensútgreina út í æsir.
Tað hevði verið gott fyri pensionistin - og sømiligt fyri Føroya Løgting.
Núgaldandi pensiónslóg er ein niðurgerð fyri mangan pensionist og ósømilig fyri bæði Landstýri og Løgting - tí hon er vánalig og órættvís.
Tað kunnu vit ikki liva við.
PS Broytingaruppskot frá andstøðuni í smb við 2 viðgerð er vert hjá samgonguni og øðrum at kveita eftir, nú neyðugt er at gera broytingar í lógini til tess at hon kann virka meira rættvíst.
Vinarliga
Marjus Dam,
Løgtingsmaður










