LANDSFUNDARSAMTYKT
Javnaðarflokkurin
Nú eitt hálvt ár er gingið, síðani samgonga varð skipað, staðfestir landsfundurin, at fremsta eyðkenni landsstýrisins er ráða- og atgerðaloysi. Hetta kemur til sjóndar við, at landsstýrið, vegna klandur og innanhýsis ósemjur, so at siga eingi mál hevur lagt fyri løgtingið higartil.
Høvuðsendamálið hjá sitandi samgongu tykist fyri ein og hvønn prís at vera at varðveita maktina, meðan politikkurin og harvið trupulleikarnir hjá samfelagnum og fólkinum, í besta føri, koma í aðru røð.
Besta dømið um ráða- og atgerðarloysi landsstýrisins er framlagda fíggjarlógaruppskotið, sum mest minnir um vánaliga kladdu, har útreiðslur fyri einar 200 mill. ikki eru tiknar við. Ruðuleikin í arbeiðinum við at fáa fíggjarlógina at hanga saman prógvar, at samgongan í ábyrgdarloysi tók alt ov rívan til, tá ríkisstuðulin varð skorin við 366 mió.kr.
Landsfundurin átalar, at á heilsuøkinum skulu vit framvegis liva við sparitiltøkum, sum enntá eru verri enn tá hin nívandi samfelagskreppan var í hæddini. Framvegis gerast bíðilistar bara longri, og deildir á sjúkrahúsunum verða eisini í 2003 stongdar vegna sparingar. Landsfundurin átalar somuleiðis, at hóast játtanin fyri sjúkraviðgerð uttanlands í hesum fíggjaári longu var uppi í september, so hava landsstýrið og samgongan framvegis eingi stig tikið til tess, at henda viðgerð kann halda fram. Tó fegnast landsfundurin um, at Javnaðarflokkurin megnaði at leggja so hart trýst á samgonguna og landsstýrið á tingi nú um dagarnar, soleiðis at ein loysn á hesum trupulleika nú er í ljósmála.
Hetta hálva árið og framlagda fíggjarlógaruppskotið bera boð um, at so leingi henda samgongan og hetta landsstýri sita, fara vit at liva við einum "sum best ber til" politikki, har ráða- og atgerðarloysi eru fremstu eyðkenni. Landsfundur Javnaðarfloksins krevur tí, at nýggj, arbeiðsfør samgonga verður skipað - ein samgonga, sum vil raðfesta politikkin og fólksins áhugamál fram um, bert at tvíhalda um maktina, og at sita við valdinum líkamikið hvussu víkir og vendir.
Javnaðarflokkurin bjóðar seg fram at verða við til at skipa nýggja, arbeiðsføra samgongu, har dentur verður lagdur á at tryggja vælferð fólksins og endurreisa og styrkja rættartrygdina hjá borgarum landsins. Hetta skal verða grundað á ein skynsaman búskaparpolitikk og ein framrættaðan vinnupolitikk, har atlitið fyri burðardyggari menning og umhvørvisvernd er í hásæti.
Landsfundurin fegnast um, at Javnaðarflokkurin vil gera upp við tað ábyrgdarloysi og ta líkasælu, sum seinastu árini hevur valdað á umhvørvisøkinum. Javnaðarflokkurin vil seta ferð á arbeiðið við at fremja ein umhvørvispolitikk, sum lyftir okkum upp úr tí vanæruligu støðu, sum nú alment er staðfest.
Landsfundurin harmast um, at løgtingið feldi tey uppskot, sum Javnaðarflokkurin legði fram síðsta vetur at verja áhugamálini hjá brúkarunum og áleggur umboðum sínum á tingi áhaldandi at virka fyri, at brúkaravernd og rættindi verða ein sjálvfylgja eisini í Føroyum.
Landsfundurin ásannar, at tað er alstórur tørvur á at endurskoða og rationalisera ta almennu fyrisitingina, sum seinastu 4 til 5 árini høpisleyst er bólgnað.
Landsfundurin stuðlar tingmanningini í áhaldandi arbeiðinum fyri einum arbeiðsmarknaðarpolitikki, sum millum annað veitir løntakarunum greið setanarviðurskifti, trygd í starvinum og munagóðar arbeiðsmarknaðarútbúgvingar, eftirútbúgvingar og heilsugott arbeiðsumhvørvi.
Gongdin á altjóða partabrævamarknaðinum hevur kolldømt privatu fólkatryggingarskipanina hjá samgonguni. Tí er nú greiðari enn nakrantíð, at ein útbygging av samhaldsfasta eftirlønargrunninum er tann einasta trygga og gongda leiðin at veita øllum borgarum landsins nøktandi pensjónsviðurskifti.
Landsfundurin vísir á, at náttúrutilfeingið, fiskiloyvi og aliloyvi, eftir lógini eru ogn Føroya fólks. Tí harmast vit um, at enn er onki gjørt fyri at byrgja upp fyri, at einstaklingar og feløg kunnu spekulera í hesum ríkidømi sum fult umsetilig handilsvirði. Javnaðarflokkurin vil tí virka fyri eini nýggjari skipan, har tryggjað verður at fólksins ognar verða virdar og viðfarnar øllum fólkinum at gagni.