-Fer Løgtingið at leggja seg uppí trætuna um sáttmálan hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum, Brimli, er tað maktmisbrúk at grovasta slag. Og tað er so álvarsamt, at tað skal merkjast ordiligt.
Finnleif Guttesen, formaður í maskinmeistarafelagum sigur, at í nevndini í felagnum er ongin slingur í valsinum.
-Vit eru púra samdir um, at leggur løgtingið seg uppí málið, er tað so álvarsligt, at so verða tiltøk sett í verk, sum fara at merkjast víða um í samfelagnum.
Hann sigur, at nevndin í felagnum hevur tosað nógv um, hvørjir møguleikar eru fyri at seta tiltøk í verk, um tað skuldi hent, at løgtingið blandar seg uppí sáttmálatrætuna.
- Ein møguleiki, sum liggur rættiliga frammaliga hjá nevndini er, at leggur løgtingið uppí, fer Maskinmeistarafelagið at svara aftur við at biðja allar maskinmeistarar á almennum og hálvalmennum stovnum siga upp.
-Hetta fer at raka Vaktar- og Bjargingartænastuna, Strandferðsluna, SEV, heilsuverkið og aðrar stovnar og aðrar fyritøkur.
-Og tað sigur seg sjálvt, at verða hesir stovnar lagdir lamnir, verður kreppa í samfelagnum, tí streym, heilsuverk og strandferðslu kunnu vit ikki vera fyriuttan.
Finnleif Guttesen ivast ikki í, at kemur ein áheitan frá felagnum, fara maskinmeistarar at fylgja henni.
- Maskinmeistararnir hava ein mánaða uppsagnartíð. Og siga allir upp ísenn, verður landi ógvuliga hart rakt.Tey almennu størvini í Føroyum eru ?onki at samla uppá? sum hann tekur til, tí tey eru ikki so væl lønt.
-Tað stendur ikki á at fáa størv aðrastaðni, sum eru nógv betri lønt, sigur Finnleif Guttesen.
Maktmisbrúk
Men løgtingið hevur áður lagt seg út í ósemjur á arbeiðsmarknaðinum?
- Ja, men tað kann ikki samanberast við hesa støðuna. Tað, sum Løgtingið áður hevur gjørt, er, at teir hava gjørt eitt semingsuppskot til lóg, tá ið partarnir annars hava verið nær hvørjum øðrum.
-Tað, sum her er talan um, er, at vit hava eitt heilt nýtt arbeiðspláss, sum ongin sáttmáli er fyri yvirhøvur. Og fer Løgtingið at blanda seg uppí, er hetta tað sama sum at tvinga fólk til arbeiðis á einum nýggjum arbeiðsplássi. Og tað er maktmisbrúk av allar ringasta slag.
-So kann tað næsta verða, at Løgtingið eisini fer at nokta fólki at siga upp, sigur Finnleif Guttesen.
Sjálvur fryktar hann fyri, at endin verður, at tingið leggur uppí.
-Tá ið málið er endað á landsstýrisfundi, er væl hugsandi, at farið verður longri tí landsstýrið kann onki gera einsamalt - uttan at ganga okkara krøvum á møti.
Hann heldur eisini, at veruliga endamálið við royndini at fáa semingsmann uppí, er, at fáa hann at gera eitt uppskot, sum síðani kann verða lagt fyri tingið, um tað verður vrakað. Sjálvur heldur hann, at tað er so langt ímillum partarnar, at tað er nyttuleyst at fáa semingsmann uppí.
Nýggj støða
Ellintur Abrahamsen, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, er ikki so avgjørdur, sum starvsfelagi hansara í maskinmeistarafelagnum.
-Tað einasta, hann sigur, er, at leggur tingið uppí, hevur ein nýggj støða tikið seg upp og so tekur Skipara- og Navigatørfelagið støðu útfrá tí.
Heldur ikki EllinturAbrahamsen væntar, at nakað fer at koma burturúr einum møguligum semingsmanni.
-Skuldi hann lagt eitt uppskot fyri okkum, ið bara so mikið sum skerjir okkara lænarkrøv eina helvt, verður tað sópað av borðinum, sigur hann.
Annars stúrir hann fyri tí sama sum Maskinmeistarafelagið, at hetta fer at enda við, at eitt møguligt semingsuppskot fer at verða vrakað, men at tað síðani fer at verða lagt fyri tingið