gøtur og stræti í Fuglafirði. Hon var í einum sjaldsama vøkrum grønum frakka, ið klæddi væl til tað brúnu læknataskuna, sum fylgdi henni um tún, Skarðið og Fuglafjarðarboðar, tá ið hon var í læknaørindum [...] Hellurnar og Oyndarfjørð í stormi og kavaroki? Tá skuldi sannur dugnaskapur og skil til. Á einum sinni, miðskeiðis í fimmti árinum, var boð sent eftir Emmu at koma norður til eina barnakonu í Oyndarfirði. Hetta [...] Oyndfirðingar gingu til bytis, og møttust tey Uppi í Klyv oman fyri Hellurnar. Í hesum døgum bar Emma sjálv barn undir belti, og mundi tað vera Dávur, sum fjálgur lá í móðirlívi og lurtaði eftir vindi og guvum
hóast høgan aldur trýtur ei. Tú treystur frískar upp títt trygdarskeið. Tí havið dregur enn ei undur í. So torført er hjá tær at halda frí. Ein hjartans tøkk tær geva vit nú her. So kærleiksfullur, hjálpsamur
fluttu til Leirvíkar í 1971 og bygdu hús har. Kathrina gjørdi barnaskúlan lidnan á Toftum og flutti til Leirvíkar í 1972, tá hon fór í framhaldsdeild í Fuglafirði, har hon tók realprógv í 1976. Eftir loknan [...] arbeiða í handlinum hjá Kristian Hvidbro og tá búði hon hjá yngstu mostrini Signbrún og har treivst hon væl. Tá Jón var liðugur í skúlanum, fór hann í læru sum elektrikari hjá Tummas Thomsen. Í Klaksvík [...] Christian Foldbo í Leirvík og er hon elst av 4 systkjum. Jón er úr Klaksvík, sonur Sunnivu og Frits Olsen. Hann er miðlingur av trimum. Kathrina vaks upp á Toftum. Saman við familjuni búði hon í barnaheiminum
Enn eru knotur í Føroyskum kongum”. Tit birta ein ljós og eina nýggja vón, ið í hesum døgum er hart tiltrongd, fyri alt Føroya land. Takk fyri tað. Hetta reiðarí byrjaði í 1970 í Leirvík. Tað fyrstu tíðina [...] bygd, og triða er á veg. Onki minni enn ein bragd, og føla vit í Leirvík ein stóran stoltleika av, at felagið er heimahoyrandi í Leirvík. Nógvir leirvíkingar hava gjøgnum ár og dag vunnið sær til lívsins [...] longu farin í vinnu. Hon kom á sumri 2009. Tann 24 septembur 2011 kom Sæborg heim til Føroyar, og longu á vári 2012 kemur Sjóborg í flotan. Sjóborg var sjósett leygardagin tann 17 sept. 2011 í Turkalandi
siglt á Flesjarnar. Í 1960-61 var hann við Fiskanes, og síðani við Morning Star. Í 1964 fór hann umborð á tað nýbygdu Oknina. Har var hann, til hann gavst at sigla í fyrra umfari í 1966. Vit fluttu til [...] n úr Leirvík, í 1954. Hon var dóttir Tummas Justinussen, vanliga nevndur Garða Tummas, og Elspu f. Johannesen úr Lamba. Tey fingu 4 børn, Regin, Marjun, Tórhild og Eilen. Barnabørnini eru 11 í tali [...] hann eisini við Hjørdis úr Fuglafirði, sum var ein skonnart umbygd til trolara, tá eldur kom í hana í Grønlandi í 1954, og var tað eitt undur at allir menninir vóru bjargaðir. Seinnu helvt av fimtiárunum
samlaða føroyska útflutninginum til Nigeria var sløk hálv miljard krónur í 2012. - Um ætlaninar hjá stjórnini í Nigeria verða settar í verk, kann hetta tí ávirka ein stóran føroyskan útflutningsmarknað, sigur [...] Stjórnin í Nigeria hevur boðað frá, at hon ætlar at minka um innflutningin av fiskavørum við tí endamáli at stimbra lokala fiskaframleiðslu, serliga fiskaalingina. Tað veit Vinnuhúsið at siga í dag, sum [...] sigur Vinnuhúsið. Ein av veitarunum av turkaðum fiskavørum til nigerianska marknaðin er Høvdavirkið í Leirvík, sum sæst á hesi myndini. Men, føroyska uppsjóvarvinnan hevur sum skilst eisini rímiliga stóran
borgarstjóri í Eysturkommuna, í eini almennari heitan á landsstýrismannin í samferðslumálum í morgun. Og tað, borgarstjórin vil við hesi áheitan, er at fáa gongd á arbeiðið at gera tunnil ímillum Gøtudal í Skálabotn [...] borgarstjórin í Eysturkommunu. Hetta er annars eitt vegastrekki, sum er ótrygd, og ein orsøk til tað, er, at landsvegurin við Gøtugjógv gongur gjøgnum bygt øki, har nógv børn, og ung, ganga í skúla og í dagstovni [...] Gøtueiði, sum er bratt og ikki vandaleyst í hálku. Tí heitir borgarstjórin staðiliga á landsstýrismannin í samferðslumálum um at taka tilmælið frá serfrøðini í álvara, tí tað er vegurin til eitt trygt og
góðkenning. Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðkanningar í Leirvík vórðu trý mál skrivað. Ein fekk treytaða frádøming fyri at koyra 97 km um tíman, tveir aðrir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra [...] Tá løgreglan í gjárkvøldið kannaði ferðsluna í Runavík, vísti tað seg, at ein tilkomin bilførari ikki hevði koyrikort og tí ikki hevði loyvi at koyra bil. Hann verður tí skuldsettur fyri at koyra bil uttan [...] uttan førararætt, og tað kostar 5.000 krónur í bót fyrstu ferð. Og endurtekur tað seg, so veksur bótin, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Løgreglan tók ein skutara, sum varð tikin inn á politistøðini
oman í glæstriborgir miðaldarinnar ? í Hannover? í London? ella Dublin? ? Suitan er samansett av fýra miðaldardansum:. "Allmand" ella "Allemande" er ein seinur hábærsligur dansur við uppruna í Týsklandi [...] Partita fyri solo violin eftir Frederic Balazs. Hann er føddur í Budapest í 1919, men hevur búð mesta partin av lívi sínum í USA. Hann hevur verið í Føroyum og spælt m.a. saman við Moniku og hetta stykkið hevur [...] til Leirvíkar í kvøld at njóta listina. Vit sessast, og meðan vit bíða, njóta vit vøkru málningarnar, teir flestu eftir Jóannes Kristiansen og Sámal Toftenæs, lýsandi Leirvík fyrr og nú í skiftandi ljós-
minuttir hvørt til eina framløgu.Tað er samankók av henni, sum eru endurgivin í smærru greinunum í framhaldi av hesari í blaðnum í dag. Síðan var høvi hjá kirkjuráðslimunum at seta fram spurningar og valevnini [...] eitt sindur av roða í andlitinum. Prestarnir vóru fullkomiliga óvanir við hesa støðuna. Teir flestu hava í mong ár sitið í tryggum starvi, sum teir hava søkt, tí teir høvdu pappirini í lagi. Nú vóru onnur [...] legði afturat: -Ymiskleikin í fólkakirkjuni er okkara styrki. Fyrsti valfundurin til bispaval í Føroyum nakrantíð var serdeilis spakur. Komandi hósdag verður fundur hildin í Leirvík, og síðan verður farið til