Ein listarlig uppliving í Gamla Turkihúsinum í Leirvík.

Tað er týskvøld, klokkan fer at nærkast hálvgum níggju, og fólk byrja so smátt at sessast inni í lítla snotiliga listaskálanum hjá Osmundi. Væl roynist rúmið, úti við 60 fólk fáa sitið og brátt er nærum fullsett, stuttligt at so mong kunnu savnast at lurta eftir kamartónleiki í so lítlari bygd, eisini tá hugsað verður um at tvey onnur tiltøk eru eisini í kvøld ? ungdómsmøti og eldrasamkoma.

 

Gamaní onkur fuglfirðingur og enntá einir tveir havnarmenn hava eisini funnið sær veg til Leirvíkar í kvøld at njóta listina. Vit sessast, og meðan vit bíða, njóta vit vøkru málningarnar, teir flestu eftir Jóannes Kristiansen og Sámal Toftenæs, lýsandi Leirvík fyrr og nú í skiftandi ljós- og litspæli, og tað er ikki sørt at hugin eina løtu leitar aftur í barnaár_.


Nú koma tær báðar Monika Stauss Joensen og Helene Ringgenberg inn og nú trínur mið-europeisk mentan, tá hon er best, inn ímillum fjøllini og húsini í Leirvík Tað er Sonata fyri cembalo og violin í h-moll eftir Johann Sebastian Bach vit hoyra. Góði gamli Jóhan - og júst á tveimum teim vanligastu ljóðførum á hansara døgum. Hann gongur so spelkin í Leirvíkstúni og fegnast um ljósið og litirnar_ fáir tónasmiðir eru so "universellir" sum hann, og sjálvt um vit onga løtu ivast í nær í tíðini tónleikur hansara varð til, so kann hann altíð og allastaðni nýtast og njótast_


Honum á baki kemur Georg Friedrich Händel við Suitu í d-moll fyri cembalo, og sjálvt um hansara tónamál er líka kent, so verða vit nú spakuliga drigin úr Leirvíkstúni oman í glæstriborgir miðaldarinnar ? í Hannover? í London? ella Dublin? ? Suitan er samansett av fýra miðaldardansum:. "Allmand" ella "Allemande" er ein seinur hábærsligur dansur við uppruna í Týsklandi. "Corrant" ella "Currante" er ein franskur dansur, eisini seinur, men tónleikurin er krevjandi við nógvum "forsiringum", so Helene sleppur rættiliga at sýna sítt kynstur her. So kemur tann vakra "Sarabandan" við tí kenda lagnum og síðst kemur tann lívligi "Jigg" ella "Gigue"


Hetta var alt í alt ein góð løta við góðum barokktónleiki, men nú koma vit spakuliga aftur í Leirvíkstún, tí nú stendur okkara egna Monika aftur á gólvinum við síni fiól og greiðir frá næsta stykkinum: Partita fyri solo violin eftir Frederic Balazs. Hann er føddur í Budapest í 1919, men hevur búð mesta partin av lívi sínum í USA. Hann hevur verið í Føroyum og spælt m.a. saman við Moniku og hetta stykkið hevur hann skrivað til hennara. "A Noiseless Patient Spider" eitur fyrri satsurin. "Ein kvirrur, tolin eiturkoppur" Nú fara vit niður so at siga niður í mikrokosmos ? heimin hjá lítla eiturkoppinum og tónleikurin lýsir, hvussu hann tolin spinnur sína nót, hvussu hann klívur sín tráð og bindur sínar knútar . . . . Seinni satsurin eitur "Parade" ? ein festlig amerisk skrúðgonga við ymiskum tónleiki, fremst gongur jazzurin, so kemur countrytónleikurin, so sigoynarnir, magyararnir, marsjorkestrið o.s.fr.


So skiftir myndin aftur, Helene spælir "Suite de Chansons populaires" - suita við kendum sangum ? eftir landsmannin og vinmannin Pierre-André Bovey og tað er stuttligt at hoyra at núlivandi tónaskald eisini við hesum aldargamla ljóðfari kunnu geva so góðar lýsingar og tónamálarí sum henda suita: "Clarillon de Vendome" ? kirkjuklokkur í Vendome, "Petite camuson" ? lítil smátta, "Rossignolet des bois" ? náttargalurin í skóginum, "Pastourelle" ? um seyð(!)


Vit enda í Spania. Malaguena op.21,1 fyri violin og cembalo eftir Pablo de Sarasate. Vit hoyra tær lívligu sponsku rútmurnar og tey yndisligu, kenslubornu løgini, og tað gongur ein góð løta, áðrenn vit koma aftur úr Spania til Leirvíkar - í túni hjá Ragnhild og Sigrid og síggja tey kendu fjøllini aftur í penslastroki teirra Jóannesar og Sámals. Nú bjóða tær okkum kaffi og heimabakaðar vaflur og meðan vit njóta hetta, ganga vit og skoða listverkini betur, meðan tónleikaferðin niðri á europeiska meginlandinum sodnar spakuliga . . . . eitt sera væleydnað mentunnartiltak er at enda, tøkk fái tit sum gjørdu hetta møguligt. Listaskálin kann væl nýtast til slík tiltøk!


Dánjal Eysturstein