66 fólk. Fimm bispavalevni, tveir journalistar, tvey myndafólk og gott hálvthundrað kirkjuráðslimir og prestar. Hesi mannaðu tann fyrsta hálvalmenna bispavalfundin í Føroyum nakrantíð leygardagin seinnapart, tá íð hann byrjaði klokkan trettan minuttir yvir fýra.
Hevur tú verið journalistur í mong ár, tá hevur tú gjørt ov lítið, um tú ikki hevur verið fyri mongum løgnum, og søguligi veljarafundurin í Læraraskúlahøllini leygardagin seinnapart er allarhelst eitt tað løgnasta føroyska tiltak pressan nakrantíð hevur verið vitni til. Journalistar hava vanliga ein veikan varhuga um hvat fer at henda undan einum tiltaki og hvat teir kunnu hava heim aftur við á blokkinum eftir fundin. Leygarkvøldið battu ikki 25 ára royndir. Onki bleiv sum undirritaði hevði roknað við.
Hetta var ein afturlatin veljarafundur fyri innbodnum, fyri kirkjuráðslimum og pressan var boðin við fyri at greiða almenninginum frá hvat fyrifórst, tó í innbjóðingini var staðiliga víst á, at pressan ikki mátti seta spurningar. Tí er hendan reportasjan eitt sindur amputerað hvat innihaldi viðvikur, haldið okkum til góðar, lesari.
Longu í gongini kundi tú merkja elektriska stemmningin. Her var spenningur og fólk vóru spent at hoyra valevnini. Um tað var av tilvild eydnaðist ikki at fáa fram, men bispur var ikki boðin við, og tað undraðist dómprósturin Bjarni Bæk óalment á undan fundinum.
Uppleggið til fundin var, at tey fimm valevnini fingu 10 minuttir hvørt til eina framløgu.Tað er samankók av henni, sum eru endurgivin í smærru greinunum í framhaldi av hesari í blaðnum í dag. Síðan var høvi hjá kirkjuráðslimunum at seta fram spurningar og valevnini fingu at enda nakrar minuttir við seinastu sannførandi orðunum til teirra veljarar.
Vanliga á einum veljarafundi, so snýr tað seg um hjá valevnunum at sannføra veljarar, at tey eru tey einastu røttu til tað sum veljast skal.
Hetta var fyrstu ferð í søguni, at menn og kvinna stilla upp til eitt bispaval í Føroyum og talan er ikki um politikkarar, men prestar, sum av starvsins eyðkenni, eru fyrimynd hjá teirra sóknarbørnum. Teir høvdu eina heilt ómøguliga uppgávu frammanfyri sínum veljarum. Teir skuldu sannføra, og so skuldu teir verða hampuligir og ikki loypa fram av. Teir kundu verða illir inn á kappingarneytarnar, men tað skuldi verða innantanna og kundi “allernådigst” sýnast við eitt sindur av roða í andlitinum.
Prestarnir vóru fullkomiliga óvanir við hesa støðuna. Teir flestu hava í mong ár sitið í tryggum starvi, sum teir hava søkt, tí teir høvdu pappirini í lagi. Nú vóru onnur krøv, nú skuldu teir sannføra veljaran í kapping við aðrar, at teir vóru teir røttu. Talan var ikki um nakra vanliga starvssamrøðu. Teir skuldu sannføra upp á ein so skikkiligan máta sum gjørligt. Ein fullkomiliga ómøguligt uppgáva fyri vanlig fólk, ein uppgáva teir allir sum ein megnaðu til fullnar.
Tað var týðuligt, at spenningurin var stórur millum valevnini. Teir skuldu sannføra og teir skuldu helst verða betri enn kappingarneytarnir og samstundis skuldu teir vanda sær um orðini. Teir livdu upp til sloganið í donsku sjómanskirkjuni: “Her taler vi pænt til hinanden” uttan mun til hvussu ósamdur ein er. Brigsl og aðrar menniskjaligar giftigheitir vóru ósagdar og ongantíð annað enn tankar hesar tímar fyrsta stigið fram móti bispaembætinum varð tikin. Ein fór við sigrinum, fýra sleiktu sárini.
Og úrslitið var sjónligt og tamt. Pallborðið smeyg sær smidliga uttanum tey stóru evnini, tey evnini sum veruliga upptaka vanliga føroyingin. Djúpir spurningar um uppaftur giftu og korini hjá teimum samkyndu vóru valla tikin upp á tunguna. Og veljarin, tey sum mannaðu stólarnar í Læraraskúlahøllini tyktust av vera samd um, at ikki ein álvarsamur spurningur skuldi setast. Tað tyktist sum semja var um, at veljarafundurin skuldi ganga so friðaliga og siðiliga fyri seg sum gjørligt og at tað var sjálvt endamálið við fundinum.
Og úrslitið gjørdist eisini, at stórar yvirskriftir komu ikki burtur úr. Eitt sindur av biti var í, tá íð valevnini fingu orðið aftur til tær seinastu viðmerkingarnar.
-Vit eru samd um tey stóru tingini í fólkakirkjuni. Tað eru bert smáting vit eru ósamd um., segði Marjun Bæk.
Eg kundi hugsað mær at sett spurningin, tá íð nú øll vóru so samd, hví prestarnir bara ikki samdust um tað eina valevnið, so vit sluppu undan bispavalinum, men pressan hevði fingið munnkurv.
-Hetta valstríðið snýr seg ikki um kyn og kynslív sum pressan vil hava tað til. Fólkakirkjan rúmar mótsetningum, segði Jákup Reinert Hansen og hini fýra valevnini nikkaðu játtandi.
Jógvan Fríðrikson legði afturat:
-Ymiskleikin í fólkakirkjuni er okkara styrki.
Fyrsti valfundurin til bispaval í Føroyum nakrantíð var serdeilis spakur. Komandi hósdag verður fundur hildin í Leirvík, og síðan verður farið til Suðuroyar. Valstríðið endar við einum valfundi í Miðlahúsinum í Havn. Hesin verður hildin 19. ella 20 september. Sjálvt valið fer fram sum uratkvøða og veljararnir atkvøða heima og senda atkvøðuna í brævi. 3. oktober er seinastu dagur, har møguleiki er fyri at velja og tá kemur fyri ein dag hvør okkara nýggi bispur verður. Og hann kann ugga seg við, at hinir fýra, sum eru uppstillaðir eru, fullkomiliga seru amdir við honum. Teir verða honum ein góður stuðul. Tað verða ongir trupulleikar av teimum. Tað gav veljarafundurin í Læraraskúlahøllini seinasta leygardag eina greiða ábending um.









