– Hetta er ein innilig áheitan á Heðin Mortensen um at lata vit og skil ráða. Soleiðis skrivar Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommuna, í eini almennari heitan á landsstýrismannin í samferðslumálum í morgun. Og tað, borgarstjórin vil við hesi áheitan, er at fáa gongd á arbeiðið at gera tunnil ímillum Gøtudal í Skálabotn.
– Tað hevur leingi verið tosað um avbjóðingarnar við øktu ferðsluni, nú Eysturoyatunnilin skjótt gerst veruleiki. Men higartil hevur tað einamest snúð seg um vegirnar til og frá tunnilsmunnunum, sigur Jóhan Christiansen.
Men hann heldur, at tíðin og umstøðurnar krevja eisini, at hugsað verður um ta øktu ferðsluna, sum Eysturoyartunnilin fer at skapa í Eysturoynni. Hann vísur eisini á, at tá ið Eysturoyartunnilin varð settur í gerð, gjørdi serfrøðin á Landsverki beinavegin greitt, at ferðslan fer at økjast nógv og at ein tunnil ímillum Gøtudal og Skálabotn er besta og tryggasta loysnin.
Landsverk vísir, at ferðslan fer at økjast einar 2.400 bilar um dagin. Støðan er longu tann, at tað eru nógv ferðsla eftir eystara armi á Skálafjørðinum, og mett verður, at tá ið tunnilin er komin, fara einir 1.000 bilar afturat at koyra ígjøgnum Runavík, Saltangará, og hinar bygdirnar á eystara armi á Skálafirði.
Mett verður, at teir flestu bilarnir koma úr Norðoyggjum, Fuglafirði, Leirvík og Gøtu, og við einum tunnli úr Gøtudali til Skálabotn, og vegi til tunnilsmunnan á Strondum, kunnu teir knapt 10.000 íbúgvarnir í hesum økjum koyra úr Gøtudali til Havnar uttanum bygd øki og brattar brekkur, heldur borgarstjórin í Eysturkommunu.
Hetta er annars eitt vegastrekki, sum er ótrygd, og ein orsøk til tað, er, at landsvegurin við Gøtugjógv gongur gjøgnum bygt øki, har nógv børn, og ung, ganga í skúla og í dagstovni hvønn dag. Ein onnur orsøk er, at vegurin gongur um Gøtueiði, sum er bratt og ikki vandaleyst í hálku.
Tí heitir borgarstjórin staðiliga á landsstýrismannin í samferðslumálum um at taka tilmælið frá serfrøðini í álvara, tí tað er vegurin til eitt trygt og tíðarhóskandi samferðslukervi.