Tað er mær ein stór æra og heiður, at kunna vegna Eysturkommunu, ynskja tykkum øllum, eigarum, reiðarríði og manning, hjartaliga til lukku við skipinum, og hjartaliga vælkomin heim til Føroyar.
Tað harmar meg at eg var burturstaddur, og tískil ikki hevði møguleikan at vera sama við tykkum á tí stóra degnum, tá Sæborg kom heim til Føroyar.
Sæborg er eitt úrslit av einum áhaldandi og framhaldandi endurnýggjan og nýhugsan, hjá einum felag, sum hevur dirvið, árræði og hegni til at bróta upp úr nýggjum. Einum felag, sum ikki letur seg kúga av nýggjum avbjóðingum, men tekur tær til sín.
”Enn eru knotur í Føroyskum kongum…” hetta kunna vit staðfesta. Júst meðan fíggjarkreppan herjaði uppá tað harðasta, frættist tíðindir úr Leirvík, at Supply Service hevur gjørt avtalu um 3 nýggj veitingarskip. Ein íløga uppá áleið 1. mia. kr.
Eldborg er longu farin í vinnu. Hon kom á sumri 2009. Tann 24 septembur 2011 kom Sæborg heim til Føroyar, og longu á vári 2012 kemur Sjóborg í flotan.
Sjóborg var sjósett leygardagin tann 17 sept. 2011 í Turkalandi.
Heimurin og Føroyar hava ikki heilt fóta sær aftur eftir fíggjarkreppuna. Men tað eru løtir sum hesar, ið geva mót, vón og árræði til at ”bróta upp ermar”, og sum fuglurin Fønix, ressast aftur úr ”øskuni”.
” Enn eru knotur í Føroyskum kongum”. Tit birta ein ljós og eina nýggja vón, ið í hesum døgum er hart tiltrongd, fyri alt Føroya land. Takk fyri tað.
Hetta reiðarí byrjaði í 1970 í Leirvík. Tað fyrstu tíðina var talan um smærri skip og bátar, sum í høvuðsheitunum fiskaðu runt Føroya land. Men sum tíðin gekk, mentist felagið, og hava uml. 30 skip verið tilhoyrandi felagnum á ein ella annan hátt. Hesi skip hava fiskað norðanfyri okkum, og heilt suðri við Afrikonsku strendurnar. Reiðarríðið hevur verðuliga verið slóbrótandi í sínum virksemi, og hevur havt dirvið og árræði at roynt nýggjar leiðir.
Nú vit skriva 2011 hava eigaranir aftur væl og virðuliga tora og brotið upp úr nýggjum. Tvey nýmótans veitingarskip eru longu bygd, og triða er á veg. Onki minni enn ein bragd, og føla vit í Leirvík ein stóran stoltleika av, at felagið er heimahoyrandi í Leirvík.
Nógvir leirvíkingar hava gjøgnum ár og dag vunnið sær til lívsins uppihaldi umborð á tykkara skipun. Hetta eru vit øll sera takksom fyri.
Røturnar til Leirvíkar hava altíð verið sterkar í felagnum, og er tað uttan iva tí at tit í meira enn 40 ár dagliga hava ferðast til Leirvíkar, har reiðarríðið er heimahoyrandi. Tit hava ongatíð gloymt, hvar tit koma frá. Hetta er góður viðførningur at hava við í skjáttuni, og eru vit her í Lerivík sera stolt av tí.
Dugnaskapur, árræði og dirvið eru trý lyklaorð eg vil nýta til at lýsa tykkum aftanfyri nýggja Sæborg. Eftir at tann siðbundna fiskivinnan í longri tíð hevur havt tað trupult, hava tit víst dirvið at bróta upp úr nýggjum. Men dirvið í sjálvum sær, er ikki nokk. Dugnaskapur og árræði skal eisini til, fyri at náa á mál. Hesar eginleikar hava tit ferð eftir ferð prógva fyri føroya fólki, at tit í stóran mun hava. Tá tað hevur gingið ímóti, so hevur man dirvið, árræði og hegni til at koma gjøgnum mótgangin, og tað sterkari enn man var áður.
Sæborg er seinasta dømi uppá hesar førleikar. Eitt nýtt stásuligt skip, við øllum nýmótans hentleikum. Eitt skip, sum er bygd til at klára allar tær avbjóðingar, ið framtíðin vil seta innan hesa vinnum. Alt frá umstøðum til mannskapið, umhvørvið og tøkni annars.
Tað er ikki hvørjari kommunu beskorið, at taka ímóti trimum nýggjum skipum í so stutta tíð. Á summri 2009 kom Eldborg, á várið 2010 kom Tróndur í Gøtu, og tann 24 septembur 2011 høvdu vit tað æru, at kunna taka ímóti Sæborg. Hesum nýggja og stásuliga skipið hjá Supply Service í Leirvík.
Eg skal vegna Eysturkommunu ynskja tykkum øllum, eigarum, manning og starvsfólkið annars, hjartaliga til lukku við skipinum, og Guds signing í framtíðini.
Eysturkommuna
Jóhan Christiansen, borgarstjóri