teirra søk fram í miðlunum, men tað gera í prinsippinum øll, sum venda sær til tíðindadeildina. Í so máta eru tey øll lobbyistar. Tað eru vit tilvitað um, og alt, sum kemur inn á redaksjónina, og allar áheitanir [...] bólkunum, sum kundu staðið fram og vátta hesar støðulýsingar. - Men annars er at siga, at ein óheft pressa per definisjón altíð kennir seg hava eina skyldu mótvegis veikum bólkum, og tí standa vit vanliga [...] royndu at fáa pressuna og almenningin annars at fokusera á nøkur ávís svar í kanningini, sum, um tey stóðu einsamøll, staðfestu, at føroyingar eru heimsins eydnuríkasta fólk, og at Føroyar eru besta landið
sjey valdømir, strikað, og uppskotsstillararnir sjálvir atkvøddu eisini móti uppskotinum. Sumt eydnaðist og sumt ikki Seinni árini hevur tó meiri friður verið um valskipanina, og tykjast útlitini ikki at [...] Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin eftir aldarskiftið, tá uppskotið bleiv samtykt á løgtingi, og hóast hann metir, at nøkur viðurskiftir eru vorðin verri tey síðstu tíggju árini, og harvið partvíst skilur [...] men spurningurin er, um tað ikki meira hoyrir til tíðina, at kvinnur koma meira fram, sigur Jóannes Eidesgaard, og heldur fram. - Men lokalpolitikkur hevur aldrin verið sterkari enn í dag. Tað haldi eg tey
i heldur Eyðbjartur S. Skaalum tað vera ,,løgið og hyklariskt", at føroysku loysingarflokkarnir, Tjóðveldi, Fólkaflokkurin, Nýtt Sjálvstýri, Framsókn og Miðflokkurin taka ímóti fíggjarligum floksstuðli [...] Í gjár kom fram á in.fo, at Tjóðveldi er tann politiski flokkurin í Føroyum, sum fær hægsta floksstuðul úr danska statskassanum. Hetta hevur fingið skrivaran í Unga Sambandinum, Eyðbjart S. Skaalum, til [...] loysing frá Danmark. Eyðbjartur S. Skaalum skjýtur upp, at hesir flokkar frásiga sær danskan floksstuðul og vísa, at teir kunnu klára seg sjálvar. Skrivarin í Unga Sambandinum heldur tað eisini vera eina stóra
einstakan næming, og tað er bara gott. Men nær skal hetta fara fram, spyrja vit. - Nýggja fólkaskúlalógin fer avgjørt at gera fólkaskúlan í Føroyum betri, tað eri eg als ikki í iva um og tað vilja vit sum [...] hava vit og núverandi landsstýrismaðurin vitað alla tíðina. Eingin dialogur Samskiftið millum Føroya Lærarafelag og landsstýrismannin í undirvísingarmálum hevur ikki verið so gott farna árið, og atfinningarnar [...] vil ikki út í æsir avdúka, hvat hann fer at bera fram fyri limirnar í felagnum, men hann kann siga so mikið, at uppleggið til komandi samráðingarnar og spurningar tengdir at nýggju fólkaskúlalógini fara
fimm vikurnar vóru farnar, var Petur Skeel á 19. plássi, og av tí at 25 teir bestu komu við í finaluna, var hann millum teirra, sum slapp at halda fram í veddingini. Í fyrsta umfari endaði hann á 16. plássi [...] plássi. Vinningurin var 5000 krónur, sum eg býtti millum okkum - konuna og børnini, so vit fingu 1000 krónur hvør. Hetta var í 1978, og tá var henda peningaupphædd eitt sindur meira í virði enn í dag. Umframt [...] veddingini. Tá hann fór heimaftur, tók ein svágur hansara yvir og veddaði fyri Petur Skeel hvørja viku. Síðan gjørdu teir rokningina upp av og á. So er tað kanska lættari at spáa um verðurvánirnar, hóast
- Tað er ikki sørt, at løgmaður, landsstýrisfólk og tingfólk í sambandi við fíggjarlógaruppskotið heiðra seg sjálvi og hvørt annað fyri at hava givið fyritíðarpensjónistum 1.000 kr. meir um mánaðin. Øll [...] Øll gleðast helst um, at hesi bólkurin av borgarum fær ein lætta. Tað sum ikki kemur fram er, at broytingarnar aftanfyri hendan lætta ikki kosta landskassanum nakað, men geva landskassanum eitt yvirskot [...] hinvegin missa við uppskotinum 25,3 mió. kr. Soleiðis byrjar Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum og borgarstjóri í Vágs kommunu, eitt lesarabræv sent fjølmiðlunum í dag, har hann finst at landinum fyri
Skipanin fløkir Danmark, Føroyar og Grønland saman og noyðir Føroyar og Grønland at stíga fram á altjóða pallin saman. · Sostatt kunnu Føroyar ikki sjálvstøðugt røkja og fremja síni fiskiveiðuáhugamál í [...] kunnigt hava Føroyar og Grønland ikki altíð somu áhugamál – ofta eru okkara áhugamál beint øvugt av grønlendskum. · At Føroyar ikki eru limir í ES, ber harafturat í sær, at Føroyar og Danmark viðhvørt hava [...] limaskap í ávísum altjóða felagsskapum og gerast sjálvstøðugur partur av altjóða avtalum. Men lógin forðar kortini fyri, at Føroyar sjálvstøðugt sleppa uppí avtalur og felagsskapir, har Danmark longu er.
Festival, G! Festival og Iceland Airwaves. Og í næstum skulu teir á Canadian Music Week, South by Southwest (heimsins størsti showcase festivalur í Texas, USA) og á By:Larm í Noregi. Og nú runda teir eydnuríka [...] løg, og eg haldi eisini at tað riggaði ómetaliga væl at framføra tey í gjárkvøldið. - Tað gekk ordiliga væl, og alt gekk sum tað skuldi, staðfestir vinnandi bassleikarin. Sterkastur í Føroyum og í heiminum [...] veit, - har eru so nógvir aðrir góðir bólkar, og hvussu skuldu vit klára okkum ímóti teimum?!, sigur Símun. Teir fimm í bólkinum spældu sína lívs framførslu og líkt er til at hetta hóvaði teimum umleið 300
valið, og heldur, at Edmund Joensen og Sambandsflokkurinhava bjargað Føroyum Tað sigur Pauli Ellefsen, hóast hann var uppstillaður, men ikki slapp inn á seinasta vali. Stríðið stóð millum teir gomlu og teir [...] stýrt bæði rætt og væl, sigur Pauli Ellefsen Tað er úrslitið ið telur - Ivast tú onga løtu, tá tú í bløðunum og í fjølmiðlunum annars frættir um ringa samskiftið millum løgmann, samgonguna og tingið, eisini [...] Ellefsen. Hann leggur dent á, at Edmund Joensen var einmælt valdur, og at eingin í Sambandsflokkinum hevði annað uppskot a seta fram. Um úttalilsini hjá Finnboga Arge, uttanflokkatingmann í Sosialinum
ikki halda fram sum løgmaður. Tí mugu vit fáa staðfest um tað er rætt sum Rúni Joensen førir fram, sigur Reimund Langgaard. Reimund heldur, at løgmaður skal hava rætt til at svara fyri seg, og tí eigur Hans [...] løgmanni og Kára P. Højgaard. Reimund Langgaard sigur, at samfelagið kann ikki bíða inntil august/september eftir at frætta, um løgmaður veruliga hevur logið, eins og Rúni Joensen førdi fram í dag í Føroya [...] - Tað er als ikki nøktandi um løgmaður lýgur, og kanningarstjórin eigur at framskunda avhoyringina av løgmanni, so vit kunnu fáa greiðu á hesum málið. Ósvarað kann tað so ikki standa, sigur Reimund Langgaard