Í gjár kom fram á in.fo, at Tjóðveldi er tann politiski flokkurin í Føroyum, sum fær hægsta floksstuðul úr danska statskassanum.
Hetta hevur fingið skrivaran í Unga Sambandinum, Eyðbjart S. Skaalum, til knappaborðið, har hann speiskliga finnist at framferðarháttinum hjá føroysku loysingarflokkunum.
Í lesarabrævi heldur Eyðbjartur S. Skaalum tað vera ,,løgið og hyklariskt", at føroysku loysingarflokkarnir, Tjóðveldi, Fólkaflokkurin, Nýtt Sjálvstýri, Framsókn og Miðflokkurin taka ímóti fíggjarligum floksstuðli úr Danmark, tá ið hesir flokkar siga seg ynskja loysing frá Danmark.
Eyðbjartur S. Skaalum skjýtur upp, at hesir flokkar frásiga sær danskan floksstuðul og vísa, at teir kunnu klára seg sjálvar.
Skrivarin í Unga Sambandinum heldur tað eisini vera eina stóra lygn, at loysingarflokkarnir kalla tað fyri biddaragongd, tá ið føroyingar fáa ríkisveiting frá danum. Loysingarflokkarnir eru sjálvir biddarar av hesum stuðli, og tí líkist tað ongum, at tey harta ríkisveitingina, heldur Eyðbjartur S. Skaalum.
Lesarabrævið kann lesast í fullum líki HER.