- Lógin er ein spennitroyggja

- Herfyri harmaðist Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í donskum og føroyskum miðlum, at danska grundlógin ikki loyvir einum sjálvstøðugum føroyskum uttanríkispolitikki. Í tí er einki nýtt. Sjónarmiðið nýtir ríkisvaldið ofta. Men at ríkisvaldið endurtekur hetta uppáhald ferð eftir ferð ger tað hvørki løgfrøðiliga haldført ella søguliga rætt. Eg eri ósamdur við forsætisráðharran, men fyri at leggja lunnar undir eitt munagott orðaskifti, taki eg táttin upp eftir hansara fortreytum.

 

Hetta skrivar Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis og vinnumálum í tíðargrein til Miðlahúsið í dag. 

 

Landsstýrismaðurin skrivar, at við uttanríkispolitisku lógini hava Føroyar avmarkað rættindi at gera altjóðarættarligar avtalur. Men lógin hevur frá fyrsta degi verið ein spennitroyggja, sum forðar fyri, at vit fáa útint okkara uttanríkispolitisku ætlan eftir egnum tørvi. Vit eru tí á einum uttanríkispolitiskum vegamóti við fleiri avbjóðingum.

 

·       Við uttanríkispolitisku lógini kom sonevnda DFG-skipanin. Skipanin fløkir Danmark, Føroyar og Grønland saman og noyðir Føroyar og Grønland at stíga fram á altjóða pallin saman.

 

·       Sostatt kunnu Føroyar ikki sjálvstøðugt røkja og fremja síni fiskiveiðuáhugamál í økisfelagsskapum í Norðuratlantshavi. Sum kunnigt hava Føroyar og Grønland ikki altíð somu áhugamál – ofta eru okkara áhugamál beint øvugt av grønlendskum.

 

·       At Føroyar ikki eru limir í ES, ber harafturat í sær, at Føroyar og Danmark viðhvørt hava mótstríðandi áhugamál.

 

·       Uttanríkispolitiska lógin letur upp fyri, at Føroyar fáa limaskap í ávísum altjóða felagsskapum og gerast sjálvstøðugur partur av altjóða avtalum. Men lógin forðar kortini fyri, at Føroyar sjálvstøðugt sleppa uppí avtalur og felagsskapir, har Danmark longu er.

 

·       Tí sleppa vit til dømis ikki uppí EBS-samstarvið ella heimshandilsfelagsskapin WTO.

 

 

- Lógin hevur ikki tænt sínum endamáli, tí danskir myndugleikar hava tulkað hana óbrúkiliga strangt í mun til okkara vónir. Á teimum avmarkaðu økjum, uttanríkispolitiska lógin heimilar okkum sjálvræði, er tað ikki undir okkara egna navni, men undir margháttliga heitinum Kongeriget Danmark for såvidt angår Færøerne. Tí ber heilt einfalt ikki til hjá okkum sjálvstøðugt at røkja og fremja føroysk áhugamál í altjóða samfelagnum, skrivar landsstýrismaðurin. 


Les alla tíðargreinina við at trýsta her