- Lokalpolitikkur hevur aldrin verið sterkari

Men fyrrverandi løgmaður ivast í, um nýggja valskipanin er orsøkin

Í dag eru tíggju ár liðin síðan, at Føroya Løgting samtykti, eftir nógv kjak á tingi og í almenna rúminum, at broyta løgtingslógina um val til Føroya Løgting, so at Føroyar, fyri fyrstu ferð síðan Løgtingið bleiv endurreist í 1852, bleiv skipað í eitt valdømi í staðin fyri sjey.


Á løgtingsvalinum 19. januar 2008, var sostatt fyrstu ferð, at føroyingar ikki vóru avmarkaðir av hvar í landinum tey búðu, tá tey greiddu atkvøðu.


Sjálvt eftir, at løgtingið samtykti at skipa landið í eitt valdømi, var mótstøðan móti nýggju skipanini stór á tingi. Ein roynd bleiv eisini gjørd á várið 2010 at fara aftur til gomlu valdømini, tá Gerhard Lognberg, Tórbjørn Jacobsen, Jaspur Vang og Anfinn Kallsberg løgdu fram uppskot um at fara aftur til sjey valdømir. Uppskotið bleiv tó so mikið broytt undir viðgerðini á tingi, at tá tað bleiv samtykt við einum teprum meiriluta, so var høvuðsbroytingin hjá uppskotsstillarunum, at skipa landið í sjey valdømir, strikað, og uppskotsstillararnir sjálvir atkvøddu eisini móti uppskotinum.


Sumt eydnaðist og sumt ikki
Seinni árini hevur tó meiri friður verið um valskipanina, og tykjast útlitini ikki at vera serliga góð hjá teimum, ið ynskja at broyta skipanina aftur til okkurt, ið líkist gomlu skipanini.


Jóannes Eidesgaard var løgmaður í fyrru samgonguni millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin eftir aldarskiftið, tá uppskotið bleiv samtykt á løgtingi, og hóast hann metir, at nøkur viðurskiftir eru vorðin verri tey síðstu tíggju árini, og harvið partvíst skilur kritikkin av skipanini, so er hann av tí uppfatan, at tað ikki er sjálv valskipanin, ið hevur ábyrgdina av tí.


Tá fyrrverandi løgmaðurin skal eftirmeta broytingina í valskipanina, vísir hann á, at tað er neyðugt at viðgera tær grundgevingar, ið vórðu brúktar fyri at broyta skipanina.


- Ein av grundgevingum var, at man vildi hava fleiri landspolitiskar loysnir heldur enn lokalpolitiskar. Tað skilja eg væl, at summi ivast í, um tað eydnaðist. Ein onnur grundgeving var, at fáa fleiri kvinnur á upp í landspolitikk. Tað eydnaðist, men spurningurin er, um tað ikki meira hoyrir til tíðina, at kvinnur koma meira fram, sigur Jóannes Eidesgaard, og heldur fram.


- Men lokalpolitikkur hevur aldrin verið sterkari enn í dag. Tað haldi eg tey flestu kunna vera samd í. So at fáa fleiri landspolitiskar loysnir er ikki eydnast. Men spurningurin er, um tað er tí valskipanin er broytt ella um tað eru onnur viðurskiftir, ið spæla inn.


Gamla skipanin er ikki svarið
Men hóast tað eru nøkur viðurskiftir, ið Jóannes Eidesgaard hevur hug at finnast at, so metir hann ikki, at tað er nøkur loysn at fara aftur til gomlu skipanini við sjey valdømum.


- Tað er ikki rætti mátin at loysa trupulleikarnar á, tí gamla skipanin hevði eisini sínar veikleikar, og man skal altíð royna at betra tað, ið er. So at venda aftur til gomlu skipanina við sjey valdømum er ikki ein haldbar loysn, sigur Jóannes Eidesgaard.


Til ber at lesa alla greinina við Jóannes Eidesgaard í mikudags-Sosialinum, ið verður borin út til øll húskir í Føroyum.